Archive for apríl, 2010|Monthly archive page

Brown Sugar

Politikkur er nú løgin. Tað er vælkent, at politikkur er ein spurningur um atkvøður og vald. Politisku flokkarnir siga seg jú hava sínar ideologiir (stevnuskráir), men hesar eru sum oftast í besta føri vegleiðandi, tí í roynd og veru eru tað onnur viðurskifti, sum hava týdning, tá ið veruligur politikkur skal førast.

Serstakliga í ringum tíðum, sum teimum, vit nú eru í, noyðist politikarin at taka atlit til vandamálini, tvs. trupulleikarnar hjá tí almenna at gjalda fyri rakstur, tænastur og íløgur. Í løtuni er tað tað stóra almenna undirskotið, sum elvir til høvuðbrýggj bæði her hjá okkum og í útlondum. Tá inntøkurnar svíkja, hevur politikarin tveir kostir í at velja: antin at skerja rakstur, tænastur og (óneyðugar) íløgur hjá tí almenna ella økja undirskotið á fíggjarlógini. Og tá so er, er tað alt umráðandi ikki at stíga skeivt, tí har eru so nógv atlit at taka. Skulu tænastur skerjast, skulu fólk sigast upp í hópatali, skal arbeiðsloysið økjast, fara fólk at flyta av landinum, fara vit at dragna afturúr ella skulu vit bara lata standa til, brúka pengar og vóna, at tíðin fer at fáa alt aftur í rættlag.

Fólk spyrja, hví vit t.d. skulu stuðla mentan, sum ongin skilir, nú tíðirnar eru ringar? Hví ikki heldur lata stuðul til eina bakkaverju, sum hóast alt loysir ein veruligan trupulleika (ein gravkúgv á staðnum fær arbeiði í nakrar vikur, og bakkin verður vardur).

Val í Bretlandi
Í Bretlandi er valdysturin í hæddini í hesum døgum. Tað nýggja er, at har eru teir farnir at brúka sjónvarpið sum politiskan pall, tvs. lata ein týðandi part av valdystinum fara fram í sjónvarpinum. Hjá okkum hevur hetta verið tað vanliga í fleiri ár.

Annað, sum undrar í hesum sambandi, er, at nú hildu vit, at tað var internetið, sum var tann nýggi politiski pallurin, men har hevur tað víst seg, at seiggi er enn í góða gamla sjónvarpinum.

Fólk og miðlar eru alspent, tá ensku politikararnir skulu ‘upptraðka’, ja, tað er næstan líka stuttligt sum hesar amatørkappingarnar, sum nú vikuskiftini binda fólk til lenistólarnar framman fyri skíggjanum.

Og við eitt er politikkur vorðin miðladystur. Tað er ikki líka mikið, hvussu tú málber teg, tí fólk sita undir hvørjum orði.
Herfyri kom eitt nú fram, at Nick Clegg hjá liberaldemokratunum hevði gloymt ein taktikkseðil í einum taxabili, og brátt vistu miðlarnir tað. Á seðlinum stóð m.a. at Clegg skuldi halda seg frá at tosa um verulig politisk vandamál í sjónvarpinum, men tosa um virðir og alla tíðina og í hvørjum einasta setningi leggja dent á, at hinir politikararnir vóru gamalsligir.

Taktikkurin hjá politikarum í einum valstríði sum hesum ber boð um, at veljarar eru rætt sum kenslusom børn, sum lata seg tøla av tí einfalda og grunna og tí óviðkomandi. Politikkur er show, og veljarin, sum jú onki vald hevur, ja, er í valdi politikaranna, er áskoðari.

Men vald hevur veljarin, og tí verður so nógv gjørt til tess at tekkjast veljaranum. Veljarin velur tann, sum hann roknar við kann loysa hansara persónligu trupulleikar, longur røkkur sjónarringurin ikki. Hjá teimum, sum eru hart fyrispent, eru samfelagstrupulleikar tað sama sum persónligir trupulleikar. Veljarin vil hava tað trygga og lokala. Líka leggur hann lag í stáspolitikk, hetta modernaða við frísinni, javnrætti og javnstøðu og hvat alt hetta modernaða eitur.

Tí snýr tað seg í valstríðnum um at hava ein greiðan boðskap, at raka kenslurnar og lumpa og lirka, sum Erlendur plagdi at málbera seg.

Brown lort í býin
Fyri nøkrum døgum síðan kom enski forsætisráðharrin Gordon Brown rættiliga lort í býin, tá ið hann á rundferð í einum valdømi kom í hóslag við eina bygdakonu, sum av tilvild kom fram við har, sum forsætisráðharrin stóð. Konan, sum altíð hevði valt Labour, helt, at hon – nú hon fekk høvið – skuldi siga forsætisráðharranum nøkur sannleikans orð. Hon ræddist stóru almennu skuldina, tí hon óttaðist fyri, at hetta fór at gera skattabyrðuna hjá komandi ættarliðum størri. Hon mælti til ábøtur, sum ikki allar fullu forsætisráðharranum líka væl. Forsætisráðharrin helt sær og tosaði hampuliga við konuna, hóast hann var fjálturstungin. Komin í bilin aftur var Brown í øðini um, at konan var sloppin fram at at tosa við seg. Hann kallaði konuna trongskygda, og orðini vórðu, uttan at Brown visti av tí, varpað beinleiðis út í miðlarnar.

Hetta er í grundini ein áhugaverd hending. Ongin ivi er um, at Brown meinti tað, sum hann segði, men hvat er so á vási?

Fyri tað fyrsta verður ein forsætisráðharri settur so dyggiliga upp á pláss av eini vanligari konu. Hetta síggja øll, og tað gevur afturljóð víða um. Í øðrum lagi er Brown so óheppin aftaná at kalla ein av veljarunum hjá Labour trongskygdan. Hvør skal siga, tað er munur á floksleiðslu og veljarum. Nakað heilt annað er, at politikarar eru væl vitandi um, at teirra veljarar eru ymiskir. Sjálvt teir mest frílyntu flokkarnir hava veljarar, sum (ótilvitað) eru trongskygdir, rasistar, egoistar og tað sum verri er. Ikki minst tá tað sansar at.
Spurningurin er bara, hvat byggja vit slík heiti á?

Var Gillian Duffy, sum konan kallaðist, trongskygd. Segði hon ikki bara tað, sum mong halda, men sum tað ikki er politiskt korrekt at siga alment, um tú ikki hoyrir til á ytsta høgraveinginum? (At tilflytarar taka arbeiði frá heimafólki. Hetta hava føroysk fakfelagsfólk sagt í áravís, og hvør leggur nakað í tað?)

Tað er eyðsæð, at Brown kemur í eina tvístøðu: hann er fangaður millum veruleikan og eitt leikstjórnað valstríð. Kanska er júst Brown tann trongskygdi, tá ið samanum kemur. William Heinesen nevndi einaferð í einum ummæli, at “tey, ið eru ov trong til at tola fríska atfinning, eru mangan eisini á annan hátt ov trongskygd”. (Í ummæli av Flókatrøll eftir Heðin Brú í 14. September, 21. januar 1949. Prikið var vent móti tjóðarskaparfólkunum, sum ikki toldu atfinningar).

Tað ringasta er kortini, at George Brown blamerar seg. Pallmyndin skramblar saman, og vit síggja, at alt er bara manipulatión og spæl. Av óvart ger Brown veljarar í túsundatali í øðini, og fyri at gera ilt verri fer hann klossutur, sum hann er, at biðja um umbering fyri tað, sum fjølmiðlarnir hava lagt hann undir at hava sagt (hóast øll jú hoyrdu, hvat hann segði!). Tað man kortini vera ivasamt, um umberingin rínir við. Skaðin er hendur og bøtist ikki aftur.

Og hví skal Brown fjala, hvør hann veruliga er? Er hann ikki menniskja sum øll onnur?

Putursukur upp á breyð
Kleyvarskapurin hjá Brown og hansara hjálparfólkum kann sjálvandi fáa politiskar avleiðingar, men fyrst av øllum er talan um eina avdúking: at politikkur er miðlað spæl, sum kortini er beiskur veruleiki í modernaða miðlasamfelagnum.

Verður Brown ikki valdur, so verður hann kanska noyddur at eta putursukur upp á breyð. Tað var vanligur kostur, í hvussu er fyrr, tá ið tíðirnar ikki vóru so góðar.

Gillian Duffy fekk so tað burturúr, at hon nú er miðladarling og kann njóta tað, solongi tað nú varar.

Sjálvandi snýr tað seg ikki bara um pengar

Eg má viðganga, at tað er ikki bara at fáa sær blogg. Skalt tú blogga, so skal tú eisini hava okkurt upp á hjarta og stundir at skriva okkurt, sum er vert at almannakunngera. Og helst skal tað vera okkurt, sum er atfinningarsamt.
Kanska útvarpið, sum nú setur nýggj mørk í atgerðarloysi, nú alt er endursendingar, tvs. okkurt tilvildarligt, sum er funnið í savninum. Nýgjørt er nærum onki, og harvið eftirlíkar útvarpið ikki kravinum um aktualitet og at halda lív í samfelagskjakinum. Har er tað, sum hava tey kastað alt frá sær. Ein hevur hug at spyrja, hvussu nógvar pengar hava tey brúk fyri? Og so lata tey fáa pengarnar! Men eg eri bangin fyri, at har hjálpa sjálvt ikki stórar peningaupphæddir.

Tað er ikki so nógv útvarpinum eg finnist at, men heldur hetta, at tað sær út til, at tað verður góðtikið (av okkara myndugleikum og øðrum við??), at okkara fremsti mentanarstovnur nærum skal vera ein skomm – fyri ikki at siga ein plága.
Men hvussu skal tað vera í einum landi, sum hevur eitt stýri, sum ikki sleppur frá, hóast tað vil. Tað minnir mest um hesi hjúnini, sum vilja skiljast, men sum noyðast at búgva saman, tí tey sleppa ikki av við húsini.

Sá annars um páskirnar filmin um Jóanes Nielsen Sporini vaksa úr orðum, sum Katrin Ottarsdóttir hevur leikstjórnað. Filmurin var áhugaverdur sum persónslýsing, tí Jóanes er serligur, tað skerst ikki burtur. Politiskt ein løgin anakronisma, nærum eitt fornminnissavn, men meiningarnar eru har framvegis, ikki kromaðar ella poleraðar, men einfaldar proletariskar: øðrumegin tey úldu ríku, og hinumegin tey ektaðu, falsleysu og kúgaðu. Og hann kann hava rætt í nógvum, hann sigur, tí tað er nú einaferð ringt at seta seg í annara stað, um tey ikki líkjast tær sjálvum ella hava tað minst líka so gott sum tú.
Men um filmin sjálvan er at siga, at eg haldi hann var ov lítið fjølbroyttur. Leikmyndaliga haldi eg, hann var veikur; serliga brot, sum mest vóru ífylla, t.d. at ganga berføttur á vatninum (jú, eg skilji symbolikkin), at lesa upp yrkingar í einum helli (kom at hugsa um tann neyðars Bin Laden, og hvussu hann man hava tað í sínum helli), rundferð við skinklandi býbussi at peika eftir (ríkum) fólki og spekulantum o.s.fr. Eg haldi, at filmurin kundi komið meira víða, men kanska er hatta heimurin hjá Jóanes, sum sambært tí, eg fekk við, ikki hevur verið til døgurða á fínari matstovu fyrr enn nýliga. Tað var kanska í meira lagi av hesum, at “Við strondina stóð eg, tá ódnin brast á”.

Filmurin skal hava fingið fleiri stjørnur í útlendskum miðlum, so hann man ikki vera so galin kortini.

Umframt at vera ein persónslýsing, viðgjørdi filmurin eisini skaldskapin hjá Jóanesi, ja, skaldskap yvirhøvur. Spurningurin er altíð, hvat ger skaldskap til veruligan skaldskap? Tað tyktist sum Jóanes legði stóran dent á, at skaldskapur spretti úr tí, sum tú sjálvur hevði upplivað. Hetta var nærum ein treyt fyri, at skaldskapurin var autentiskur. Gorky varð tikin fram sum ein fyrimynd. Ivist í, um hann sjálvur hevði upplivað alt, hann skrivaði um. Tað kundi eins væl verið Hemingway, sum vildi vera við, at hann sjálvur hevði upplivað nógv av tí, sum hann skrivaði um. Orwell royndi eisini at lýsa støðuna hjá teimum forfjónaðu í síni skriving við at gera seg til eitt við hesi. Men hann skrivaði eisini ‘vanligar’ skaldsøgur, og tá ið hann skuldi lýsa einaveldið í Sovjet, valdi hann allegoriina. Í síðsta enda er spurningurin um skaldskap helst, um tað er væl skrivað, væl funnið uppá, og eisini um tað er viðkomandi, poetiskt, hevur flog og er væl skipað og ikki flosklar og lættisoppi, hóast lættisoppi eisini kann vera væl skrivaður viðhvørt.

Skaldskapurin hjá Jóanesi sjálvum fekk nú ikki nakra djúpa viðgerð í filminum. Jóanes las brot úr nøkrum yrkingum, og tað var uppliving í sjálvum sær. Men skuldi tú fáa nakað munagott burtur úr filminum hesum viðvíkjandi, so var neyðugt at tú kendi hansara skaldskap væl frammanundan.

Sjálvandi snýr tað seg ikki bara um pengar, men hugtakandi var tað at hoyra útleggingar Jóanesar um tær prioriteringar, sum okkara samfelag ger, tá ið tað sum onki letur milliónir til spekulantar, men tekur minni rívan til, tá ið tað snýr seg um at lova nøkrum túsund krónum ein stuttan túr út í mentanargarðin at spáka eina løtu at svala á sær. Jú, paradoks hava vit so mong, at tú yppir bara øksl.

Annars var eg so heppin herfyri at ogna mær savnið Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal, sum Anne-Kari Skarðhamar hevur ritsjórnað. Forlagið Fróðskapur gav út í fjør. Havi lisið ein part í bókini um páskirnar. Savnið er eitt gott høvið at fáa breitt yvirlit yvir mentanarligu støðuna í Føroyum í fyrru helvt av farnu øld. Teir tókust eisini við spurningin um, nær talan er um rættan skaldskap, rætta list, og vit kundu kanska fyri egna rokning lagt aftrat rættiligt útvarp. Vónandi fái eg stundir at venda aftur til hetta í einum komandi bloggi.