Friður og spógvalát

Nú ein dagin herfyri, eg var ein shopping-túr í býnum í Liverpool, var eg so heppin inni í einum av teimum – eftir føroyskum mátistokki – stóru fløguhandlunum –  hesin var í stóru nýggju keypsmiðstøðini ONE – at koma fram á eina fløguútgávu við øllum klaverkonsertunum hjá Mozart, spældar og stjórnaðar av hinum navnframa klaverúrmælinginum Daniel Barenboim saman við English Chamber Orchestra. Upptøkurnar eru gjørdar árini 1967-1974.

Hetta ver ein bílig-útgáva, eitt sonevnt ‘budget box set’ frá plátufelagnum EMI, og eg gav 20£ fyri heila skittið.

Eg minnist, at eg á sinni síðst í 1970’árunum lænti hesar klaverkonsertirnar á plátu frá einum seinni stórum føroyskum skaldi, og eg spældi tær allar á tamb (eg minnist ikki, um tað var henda sama innspælingin). Eg lurtaði ikki tá so nógv eftir klassiskum tónleiki, men hesar klaverkonsertirnar gjørdu sítt til, at eg fekk eyguni upp fyri hesum tónleikaslagnum eisini. Hetta var annars um somu tíð, sum eg fall fyri Weather Report-útgávuni Heavy Weather (1977), nakað sum gjørdist byrjanin til eina langa ferð inn í fusiónstónleikin. Bæði Mozart og Weather Report teljast framvegis millum tað, sum mær dámar sera væl at lurta eftir.

Um hetta mundið kallaði eg meg sosialist fyri ikki at brúka ljótara heitið kommunist. Men har fór skjótt at koma vend í. 1970’árini vórðu eyðkend av, at blómukollvelting varð avloyst av fanatismu og terrorismu bæði frá høgru og vinstru, og at kollveltingar í heila tikið ikki vóru so høgt í metum longur. Khmer Rouge tíðarskeiðið í Kambodja (1975–1979) mundi taka mótið frá sjálvt hinum mest eldhugaða kollveltingarsinnaða. Og søgurnar um, hvat veruliga fór fram undir mentanarkollveltingini í Kina, broyttu so smátt vónina til vónbrot hjá teimum flestu, sum høvdu Kina sum sítt politiska álit.

Eg gjørdi tó mítt besta at varðveita tað sindrið av sosialismu, sum var eftir í mær, og royndi at bøta holini aftur við tónleiki hjá Jomfru Ane Band og Hoola Bandoola Band, sum hildu fast við góðar gamlar einfaldar og óvikandi sannleikar og áskoðanir.

Men mitt í allari neyðini kom so Mozart.

Mozart. Eitt undurbarn

Tær á leið 26 klaverkonsertirnar hjá Mozart eru nakað heilt serligt, tí tær sýna eina merkisverda tónlistarliga menning hjá einum tónaskaldi, sum jú var eitt undurbarn. Mozart var bara 11 ára gamal, tá ið hann skrivaði tær fyrstu fýra konsertirnar, sum nú ikki verða hildnar at vera hansara, men mugu fatast sum savn av tónleiki, sum aðrir hava skrivað. So har var Mozart forút fyri sína tíð og brúkti mashup, ið er ein viðurkendur arbeiðsháttur í nýggjari tíð í m.a. tónleikaframleiðslu.

Hinar klaverkonsertirnar eru tær flestu skrivaðar í Wien árini 1782-1786, tann seinasta í 1791, árið Mozart doyr. Bara árini 1784-86 skrivaði Mozart heilar 11 klaverkonsertir, sum allar eru meistaraverk. Mozart kann eisini sigast at hava skapt hetta konsertslagið, sum síðan hevur hildið sær líka til henda dag. Og tað er í sjálvum sær ikki so lítið.

Tað er annars áhugavert, at fleiri av hesum klaverkonsertunum beinleiðis eru skrivaðar til bæði leik og lærd. Tú kemur at hugsa um ævintýrini hjá H. C. Andersen.

Í einum brævi til pápan skrivar Mozart, at tað hevur verið stuttligt at skriva hesar konsertirnar [nr. 11-13], tí hetta er ein góður tónleikaformur, ikki ov tungur, men heldur ikki ov lættur, fellur væl í oyrað, uttan at gerast innantómur sjálvandi. Her og har kann sjálvt tann listfróði (connoisseururin) finna okkurt, sum honum hóvar – framført kortini uppá ein slíkan máta, at eisini tey vanlig fólk, sum bara lurta eftir tónleiki, verða hugtikin, uttan at tey vita hví.

Eg minnist, tá ið eg lurtaði eftir hesum konsertunum í 1970’árunum, at mær dámdi serliga væl konsertina, ið var nr. 12 í a-dur, og hana dámar mær líka væl enn. Konsertirnar nr. 11 til nr. 13 frá 1782-83 vóru skrivaðar við meira yndisligum og hugtakandi – onkur vil kanska siga popputum – dámi, so at øll kundu vera við, bæði høgur og lágur, soleiðis sum nevnt er í brævinum omanfyri. Nr. 12 hevur eina lætta byrjan og ein hugtakandi bygnað, og hongur eftir mínum tykki væl saman sum ein heild. Serliga tann seini og sorgblíði andante-satsurin var góður heilivágur til eitt sinni í andaligari neyð, ella hví ikki til tann stressaða.

Tónleikurin hjá Mozart er jú nógv feel good-tónleikur og væl egnaður til meditatión. Mær er sagt, at kýr, sum lurta eftir Mozart, mjólka betur enn kýr, sum hoyra annan tónleik. Kundi hent seg, at spældu tú jazz fyri teimum, so vóru tær sleptar með alla, so ver varin.

Onkur vil vera við, at tær seinnu klaverkonsertirnar hjá Mozart, tær frá og við konsert nr. 18 í b-dur, eru tær tónlistarliga sæð meira áhugaverdu. Men tær eru nú heldur ikki allar so lættar at fara til, sum tær fyrru, men ikki tungar kortini, hóast tær í flestu førum eisini eru eitt sindur longri, enn tær, ið vórðu skrivaðar árini undan. Aðrir tónleikakønir vilja vera við, at tann meira háborna es-dur konsertin nr. 14 er tað besta, sum nakrantíð er skrivað fyri klaver og orkestur. Soleiðis meta tey kønu, og vit halda bara sum tey.

Og nú vit tosa um hugtakandi tónleik, hvør minnist so ikki tann sera vakra andante-satsin í konsertini nr. 21 í c-dur, eisini nevndur Elvira Madigan temaið úr filminum hjá svenska filmsleikstjóranum Bo Widerberg frá 1967 um sorgarleikin, tá ið hin undurvakra 21 ára gamla Elvira og 35 ára gamli loytnanturin Sixten Sparre, ið var bæði giftur og pápi, spældu sín forbodna kærleiksleik heilt til tann beiska enda. Í hvussu so er øll, sum einaferð hava hoyrt henda satsin.
Synd at hesin vakri tónleikurin viðhvørt verður spældur í elevatorum, handlum ella matstovum (lat tað so vera í eini fínari matstovu aftur við eini romantiskari máltíð sjálvandi og á borðinum jólaljós, sum glitra aftur í eygunum á einum forelskaðum pari).

Nú er klassiskur tónleikur ikki tað, vit lurta mest eftir í okkara strævnu tíð, men hjá honum ella henni, sum ivast í, hvussu farast skal í holt við henda tónleik, sum er um at hokna av berari fínheit, er Mozart heilt vist rætta fráfaringarhøllin. Eins og við øllum, so skal oyrað venja seg til tað nýggja. Tónleikurin hjá Mozart er, sum allur góður tónleikur, fjøltáttaður og avbjóðing, men eisini friður, eins og sagt verður um tann friðin, har onki er fyri oyrað annað enn spógvalát.

Og lat teg ikki ræða av, at tey meira framkomnu tosa um sonatuform, tema við endurtøku og variatión, romansu, rondo o.s.fr. Tú hoyrir tað sum oftast ótilvitað, tá ið tú lurtar. Vanliga eru konsertirnar í trimum satsum: ein ofta skjótur/lættur fyrsti, ein meiri seinur sorgblíður/yndisligur/grundandi annar, og ein skjótur ofta avgjørdur/loystur triði.

Tað hevur sjálvandi týdning, um tónleikurin er skrivaður í dur ella moll, og í hvørjum tónaslag, men eisini tað fangar tann uppmerksami lurtarin, um tað ger nakran mun fyri upplivingina. Tá samanum kemur er tað avgerandi, at tónleikurin hevur flog, er fjøltáttaður, viðkomandi og ikki keðiligur.

Barenboim. Eisini eitt undurbarn

Var Mozart undurbarn, so var Daniel Barenboim tað ikki minni. Hann er føddur í Argentina í 1942, og longu 10 ára gamal byrjaði hann at spæla klaver alment. Sum smádrongur hitti hann og spældi fyri kenda týska dirigentinum og komponistinum Wilhelm Furtwängler, sum beinanvegin sá, at her høvdu vit við ein úrmæling at gera. Furtwängler hevur eisini verið fyrimynd hjá Barenboim.

Síðan hann byrjaði fyrst í 1950’árunum, hevur Barenboim innspælt at siga alt tað týdningarmesta innan klavertónleik, t.d. verk eftir Mozart, Beethoven, Brahms, Schuman, Chopin, Tchaikovsky, Bartók o.fl.

Hann hevur eisini verið sera virkin og bæði spælt sjálvur og stjórnað tónleikaframførslum. Hann hevur stjórnað fleiri av kendastu orkestrunum síðan 1967, og síðan 1973 hevur hann fast stjórnað operaframførslum. Barenboim hevur eisini verið tónlistarliður leiðari hjá symfoniorkestrinum í Chicago frá 1991 til 2006 og statsoperuni Staatsoper Unter den Linden í Berlin síðan 1992.

Og Barenboim er framvegis virkin á mongum økjum.

Í vár skal hann sjálvur spæla fleiri konsertir, og hann stjórnar framførslum á Staatsoper og Philharmonie í Berlin, umframt at hann stjórnar operur eftir Verdi og Wagner á Teatro alla Scala í Milano.

Barenboim fekk týsku mentanarvirðislønina í 2009 og sama árið danska Léonie Sonnings Musikpris.

Barenboim, sum býr í Berlin, men eisini hevur búð í Ísrael, er av jødiskari ætt. Tað hevur tí vakt ans, at hann hevur tikið avgjørda støðu í stríðnum í Miðeystri og vart støðuna hjá palestinensum og funnist at ísraelsku búsetingunum í Palestina. Tað hevur hann fingið manga ákoyringina fyri. Hann ger í hvussu er ikki mun á fólki, tá ið setur tónleikarar í orkestrini, hann stjórnar. Har er tað bara dugnaskapur, ið telur.

Í 1999 stovnaði Barenboim saman við vinmanninum Edward Said, ið er arabi, kendur granskari og talsmaður fyri sak palestinanna, tað sonevnda West-Eastern Divan, ið er eitt ungdómsorkestur við ungum úr øllum londum í Miðeystri. Hesi hittast so saman til verkstovur og konsertir eina ferð um árið. Hetta vísir eisini hansara álit á, at listarligt samstarv kann føra til fatan og semju. Men tað eru eisini tey ið halda, at tónleikur og politikkur ikki hóska saman, men tað leggur Barenboim so onki í. Hann finst eisini at teimum, sum halda, at hann skuldi hildið seg til tónleik og latið politikarar um politikkin.

Hóast eg kann taka undir við politisku átøkunum – onkur vil kanska siga provokatiónunum – hjá Barenboim, so er tað tó sjálvur tónleikurin og spælið, sum er tað avgerandi. Gamaní er tónleikur eitt mál, sum øll skilja, men at geva tónleiki ein serligan politiskt frígerandi mátt, man vera at fara ov langt. Tónleikur hevur ikki somu samfelagsligu megi, sum tað politiska og átrúnaðarliga, og tað man mær kunnugt bara vera í sambandi við ungdómsuppreisturin, sosialu og mentanarligu kollveltingina í 1960’árunum, at tónleikur hevur havt ein avgjørt týðandi, men langt frá avgerandi leiklut.

Í 1967 giftist Barenboim í Jerusalem við kenda bretska cellospælaranum Jacqueline du Pré. Hon fekk staðfest sclerosu í 1973 og gavst tá at spæla. Tey vóru gift til hon doyði í 1987. Teirra hjúnalag og vinalagið við Itzhak Perlman, Zubin Mehta og Pinchas Zukerman er lýst í filminum Remembering Jacqueline du Pré (1994) eftir filmsleikstjóran Christopher Nupen. Barenboim er giftur uppaftur.

Rættilig gøla stóðst herfyri av, at Barenboim á konsertferð í Jerusalem í juli 2001 við Staatskapelle endaði eina av konsertunum við at spæla brot úr operuni Tristan und Isolde eftir Wagner. Áhoyrar sluppu at velja at vera sitandi ella fara, um teimum ikki dámdi hetta, og eini 20-30 fólk fóru. Hini vórðu sitandi og fagnaðu framførsluni. Gølan kom ikki fyrr enn dagin eftir, tá ið onkur, ið helt seg hava skyldu at verja borg, fór í miðlarnar og fekk øst almenningin upp. Barenboim vardi sína gerð og vísti til, at tíðin var farin frá, at Ísrael við at vísa til farnar hendingar kundi nokta fyri, at ávísur tónleikur varð spældur har í landinum, og at summir tónleikarar vóru bannlýstir. Hetta sømir seg ikki einum landi, sum kallar seg eitt fólkaræði.

Nú hevði alt hetta ikki so nógv við klaverkonsertirnar hjá Mozart at gera, so lat okkum gevast her.

Eg skal heldur ikki gera nakra roynd at meta um spælið hjá Barenboim ella spælistíl hansara. Hann er sum nevnt stórur tónleikari, og tey, sum hava skil fyri hesum siga, at hann hevur sjáldsama góða tónleikafatan, bæði tá talan er um verkfatan og um harmonisk eyðkenni og frábrigdi. Hann verður mettur at verða millum størstu klaverleikarar í 20. og 21. øld.

Nú hava eisini onnur enn Barenboim innspælt klaverkonsertirnar hja Mozart. So tey, ið hava hug, kunnu sjávanldi samanbera ymsar innspælingar. Eg havi sjálvur roynt tað, og tað kann vera bæði hugvekjandi og menna fatanina av tónlistarligum fjølbroytni.

Jú,tú rennur teg í so mangt, eisini slíkt sum gongur 30 ár aftur í tíðina. Fyri meg er tónleikur bestur, tá ið hann verður settur í rættan ella onkran viðkomandi ella áhugaverdan samanhang. Honum nýtist ikki bara at vera spógvalát.

1 comment so far

  1. Turið on

    Eg skuldi upp í roynd seinastu viku. Vildi verða sikkur uppá, at eg kláraði tað, so meðan eg át havragreyt við nervum, hevði eg Mozart drønfrá. Helt meg hava lisið onkustaðni, at Mozart ger teg klókari í 15 min meir. Veit ikki um eg blandi við neytini….so nú fáa vit at síggja.
    Annars bukaði hetta fleiri hjartastreingir. M.a: Elvira Madigan og stuttligu myndina við jólaljósum í matstovuni. Haha!
    Væl spælt, “mamba”! 😉


Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: