Nýskapan í almenna sektorinum

Í politiska kjakinum seinastu tíðina er komið fram, at tað er vorðið meira trupult at reka partar av almenna sektorinum. Orsøkirnar eru fleiri, og neyvan bara fíggjarligar.

Eitt, sum ofta verður nevnt, tá hesir trupulleikar hava verið umrøddir, er, at tað er neyðugt at fara undir at fremja bygnaðarbroytingar. Í samrøðum við politikarar verður hetta sum oftast nevnt í einum eykasetningi, og har endar so prátið, í hvussu er í miðlunum. Tær fáu ferðirnar, spurt hevur verið, hvørjar bygnaðarbroytingar talan kann verða um, er vanliga svarið, at tað er ov tíðliga at siga nakað um tað. Ætlanin er heilt vist at fara undir hetta, og kanska situr eisini ein arbeiðsbólkur (ella politiskur fylgibólkur) og arbeiðir við málinum o.s.fr.

Almenningurin ella borgarin veit sum oftast onki um, hvat er í umbúna. Ja, ávís stórmál og avgerandi bygnaðarligar broytingar verða framdar í almenna bygnaðinum, eitt nú á pensjónsøkinum, uttan at almenningurin hevur nakra sum helst hóming av, hvat veruliga fer fram. Tað gongur alt fyri seg aftan stongdar dyr (í Føroyum ber sum kunnugt ikki til at kjakast opið um slík mál, tí so fara politikarar vanliga upp at galdra, og so er spælið spilt).

Í øðrum førum taka bygnaðarbroytingar og nýskapan so langa tíð, at tað er ivasamt, um tað eydnast at heysta nakran fyrimun av broytingunum. Her er kommunubygnaðurin helst besta dømið.

Tað ger ikki støðuna betur, at tey, sum skulu fremja broytingarnar, ofta mana fram fíggindamyndir, misnýta sítt vald ella seta føtur í spenni at verja síni seráhugamál, og fegnast so, tá ið broytingin verður av ongum. Eg skal ikki siga, at tey ikki viðhvørt kunnu hava grein í sínum máli.

Onkuntíð hevur tú tó varhugan av, at ábendingar um bygnaðarbroytingar bara hava til endamál at sissa tey, sum verða rakt av skerjingum. Í løtuni sløkkja vit eld, royna at fáa kassan at stemma, og so hava vit hetta við bygnaðarbroytingum sum nakað framíhjá, sum vit fremja ella ikki fremja, alt eftir um vit fáa tað í lag, ella eftir hvussu politiska rákið nú einaferð fer.

Týðandi menningarátøk í almenna sektorinum liggja tí fyri íla, ella drukna í leiðiliga politiska glantrileikinum.

Tá tíðirnar eru góðar verður tosað um bygnaðarbroytingar upp á kvamsvís, og tá kreppan kemur, mugu bygnaðarbroytingar antin fremjast í óðum verkum (t.v.s. skerjingar) ella bíða, til eldsløkkingin er av.

Støðug og skipað menning

Og kortini munnu tey flestu hava eina greiða hóming av, at bygnaðarbroytingar í almenna sektorinum eru bráðneyðugar, m.a. tí at almennar tænastur mangan eru ov dýrar, hava ov vánaliga góðsku, ikki eru nøktandi í mun til tørvin, ella verða ofta als ikki veittar teimum, sum hava brúk fyri teimum.

Áttu bygnaðarbroytingar her hjá okkum, t.d. menning av almenna sektorinum, ikki, eins og í øðrum londum, at verið ein skipað tilgongd, heldur enn nakað, sum vit taka fram sunnudagar?

Bygnaðarbroytingar er ikki nakað, sum verður lagt til rættis á onkrum loynifundi. Nei, vanligt er aðrastaðnis at fáa øll tey, sum varða av almenna sektorinum, t.d. leiðslu, starvsfólk, arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg, vitanarstovnar og brúkarar at ganga saman um at gera ein leist og lýsa, hvat krevst til tess at fremja nýskipanir í almenna sektorinum. Meiningin er so, at politikarar taka støðu til uppskotini og syrgja fyri, at tey verða framd, um politisk undirtøka fæst fyri teimum. (Sí eitt nú ritið Strategi for styrket innovation i den offentlige sektor, sum danska Rådet for Teknologi og Innovation hevur ritstjórnað. Útgevari er Forsknings- og Innovationsstyrelsen, 2008).

Eyðkent fyri átøk sum hesi er, at tey leggja dent á at 1) fáa skapt nýskapanarbólkar (innovationsalliancer), sum savna inn vitan og m.a. peika á trupulleikar í vanliga rakstrinum, sum treingja til ábøtur, ella øki, sum mugu rekast á heilt annan hátt, 2) stuðla nýskapanarleiðslu og 3) ikki minst duga at skyna á liðunum í nýskapanartilgongdini.

Tað er eyðsæð, at hesi átøk eru tekin um ein tørv á nýskapan, men eisini um álit á, at tað við skipaðari tilgongd ber til at skapa okkurt avgerandi nýtt.

Nýskapan er onki nýtt

Nýhugsan, nýskapan ella innovatión er nú onki nýtt. Tað hevði verið púrasta óhugsandi, at vit vóru komin á tað mennigarstig, vit eru á í dag, var ikki talan um nýskapan. Vit hava havt alt frá landbúnaðar- og ídnaðarkollvelting til politiskar nýskipanir, hópframleiðslu, útbúgving fyri øll, tøknilig frambrot, tryggingar, fólkapensjón, bókasøvn, minstuløn, internet og Wikipedia. Hetta eru frambrot, sum broyta samfelagið, broyta mátan vit liva, arbeiða og samskifta. Í mongum førum eru hesi frambrot til frama bæði fyri einstaklingin, t.v.s. gera hansara tilveru betri og tryggari, samstundis sum tey fáa betri javnvág í ta størru skipanina; stovnin, bygdina ella samfelagið alt.

Hinvegin kann nýskapan eisini gerast ein vanlagna. Dømi um slíka nýskapan eru eitt nú nýskipanir í fíggjarheiminum, sum hava víst seg at vera bløðrur, ella meira framkomnir hættir at drepa fólk.

Tað slagið av nýskapan, sum vit vanliga geva okkum mest far um, eru tøknilig frambrot. Tað er framvegis brúk fyri tøkniligari ella verk- og handilsligari nýmenning, har fremsta málið er at fáa vinning burturúr. Men í okkara framkomna samfelag er sanniliga eisini brúk fyri sosialari nýmenning, har tað ikki er vinningur, men heldur økt vælferð ella munabetri nýtsla av tilfeingi, sum drívir verkið.

Nú farið verður frá ídnaðarsamfelag til tænastu-, vitanar- og netverkssamfelag, verður neyðugt at endurskoða sosial sambond og sosialar skipanir, eisini í arbeiðs- og vinnuhøpi, so at hesi svara til tíðarinnar krøv. Alt broytist, og tað nyttar ikki longur at brúka loysnir, sum riggaðu í ídnaðarsamfelagnum. Tað vita fleiri almenn verk, sum nú berjast fyri lívinum, alt um.

Sosial nýskapan

Nú er nýskapan ella sosial nýskapan ikki nakað, sum er uppfunnið til høvið, nú tað sansar at allastaðnis. Nýskapan hevur sum nevnt altíð verið, og tað er tí ikki av tilvild, at búskaparfrøðingurin Joseph Schumpeter er vorðin kendur fyri at hava orðað hugtakið skapandi oyðilegging (‘creative destruction’), sum han setti fram í kendu bókini Capitalism, Socialism and Democracy (1942). Schumpeter var so avgjørdur, at hann vildi vera við, at skapandi oyðilegging var ein høvuðskelda til at fáa búskaparligan vøkstur.

Í ritinum Social Innovation. What it is, why it matters and how it can be accelerated (Said Business School, Oxford, 2007) skriva Geoff Mulgan o.fl., at við sosiala nýskapan meinast nýggj hugskot, sum virka ella kunnu brúkast, og sum loysa sosialar trupulleikar ella nøkta sosialan tørv. Vit vita eisini, at sosial nýskapan tekur seg upp í sambandi við tøkniliga, politiska og samfelagsliga menning. Eitt nú hava fólk lært seg at koyra bil, og skipa ferðsluna, so hon gongur væl, hóast ferðsla, tá ið hon vindur upp á seg, í aðrar mátar skapar trupulleikar og ampa, sum seta krøv um nýggja sosiala nýskapan. Sosial nýskapan er tí ikki bara nakað, sum er knýtt at tí almenna sektorinum, men líka so nógv eitt afturvendandi gerandisligt fyribrigdi.

Tað eru fleiri viðurskifti, sum gera, at sosial nýskapan nú er komin meira í miðdepilin. Talan er serliga um viðurskifti, sum stinga seg upp í nýmodernaða samfelagnum: longri livitíð, lívsstílssjúkur, størri og meiri fjølbroyttur eftirspurningur eftir almennum tænastum (serliga innan heilsu, útbúgving og røkt), trupulleikar í skúlunum, stillastandur og afturgongd í lokaløkjum o.s.fr.

Royndirnar vísa, at fleiri av verandi (almennu) skipanum ikki megna at nøkta henda økta og nýggja tørvin. Almennu stovnarnir eru ov tungir og dýrir at reka,  teir eru ikki nóg liðiligir (óflexiblir), og loysa ofta farnar trupulleikar. Stovnarnir broytast heldur ikki frá degi til dags, tí teir eru siðbundnir og hava sum oftast hollar og týðandi stuðlar. Úrslitið er tí, at fólk ofta ikki fáa nøktandi tænastu ella líða óneyðugt, ella at sosialir trupulleikar sleppa at standa við.

Nú er tað ikki vist, at sosial nýskapan er svar upp á alt. Men slík nýskapan er grundað á ta sannroynd, at nógv fólk eru kreativ, duga at finna loysnir og eru broytingarsinnað, og tí er hetta eitt aktiv, sum tað er vert at brúka. Eitt týðandi krav, skulu úrslit fáast úr hesum aktivi, er at eitt hóskandi undirstøðukervið er tøkt. Og nógv bendir á, at júst í Føroyum skuldu umstøðurnar at gagnnýta sosiala nýskapan verið millum tær frægu.

Mulgan o.fl. (Geoff Mulgan var í síni tíð ráðgevi hjá Tony Blair) tosa í hesum sambandi um samanspælið millum býflugurnar, sum koma víða og eru raskar og skjótar í vendingini (’finna uppá’) og trøini, t.d. almennir stovnar og feløg, sum eru meira støðuføst og hava skipanir og orku at seta nýggj hugskot í verk (entreprenørar). Vit kenna hetta mynstrið serliga aftur í vinnuni, har smáfyritøkur koma við hugskotum og nýggjum lutum, sum stórfyritøkur gagnnýta í teirra framleiðslu.

Nýskapan er bæði ein tilgongd og avrik. Úrslit úr nýskapan kunnu vera nýggjar ella betri tænastur, nýggir arbeiðshættir, broytt regluverk, betri umsiting, enntá ein nýggj skattaskipan o.s.fr.

Tað verður sagt, at nýskapan sprettir úr ónøgd við støðuna sum er. Kortini kann tað, hóast ónøgd, ganga long tíð, uttan at nakað verður gjørt við støðuna, serliga í almenna sektorinum.

Skeivleikar verða fjaldir burtur (og koma so fram onkuntíð sum gøla), einstaklingar megna ikki at gera nakað við støðuna, og ongin skipan er, sum miðvíst virkar fyri broytingum.

Hvat forðar broytingum?

Tað er kortini ikki bara býttleiki og illvilji, sum forða broytingum til tað betra. Nevnast kann m.a. at mótstøða móti broytingum kann koma av, at nýskipanir í einum virkandi stovni fara at ávirka dagliga raksturin, so at tað kanska kemur minni burturúr, meðan broytingin fer fram. Og ongin vissa er heldur fyri, at nýskipanir virka, tá samanum kemur.

Annað er, at tað eru áhugamál knýtt at verandi skipanum. Fólk hava útbúgvið seg til ein ávísan arbeiðshátt, vandi er fyri at broytingar fara at koppa valdskipanini, og at onnur sleppa framat. Og hvat við øllum øðrum íløgum, sum eru gjørdar? Skulu tær ikki vinnast innaftur fyrst? (Havið her í huga hugtakið falnir kostnaðir/sunken costs).

Nýskipanir bróta við vanahugsanir, sum gera lívið lættari, og hvussu við samanhaldinum, netverkinum, sosiala kapitalinum, sum kanska fer fyri skeytið, um okkurt nýtt verður sett í verk. Tað er væl kent, sum Thomas Kuhn hevur víst á við hugtakinum um paradigmu, at sjálvt í einum væl skipaðum umhvørvi sleppur betri ástøði (ella t.d. nýggj hugskot) ikki framat uttan nakað. Tað er ikki so at sleppa av við gamalt ástøði og vitanarskipanir, og tað verður vanliga ikki farið av palli, fyrr enn annar líka góður ella betri pallur er í eygsjón.

Tað ber tó til at sleppa undan hesum forðingum.

Skipanir megna í longdini ikki at standa ímóti atfinningum, kanska onkur politikari ger bart, ella eisini broyta uttanífrá komandi viðurskifti umstøðurnar avgerandi. Slíkum brestum kann tó í stóran mun sleppast undan, við at farið verður undir miðvísar tilgongdir, sum miðja eftir at skapa umstøður fyri broytingum.

Hvør stendur fyri broytingum?

Mulgan o.fl. nevna fýra virknar partar ella aktørar í broytingartilgongdum: einstaklingar, rørslur ella flokkar, vanligar stovnar ella serliga skipaðir nýskapanarstovnar.

Eyðkent fyri einstaklingar, sum skunda undir broytingar, er, at hesi fyrr enn onnur varnast ein tørv, sum ikki verður nøktaður, samstundis sum tey hava eina hóming av ella uppskot til, hvussu tørvurin kann nøktast (viðhvørt hvørki nøktaður av marknaði ella tí almenna, t.d. skipanin við Náttaravnunum). Hetta eru ofta fólk, sum ikki bara práta, men fara til verka. Tey fara um staðfest mørk í teirra hugsan, og tora at berjast fyri sínum sjónarmiðum. Teirra átøk verða framd viðhvørt av umsorgan fyri øðrum, ella viðhvørt fyri at loysa egnar trupulleikar.

Rørslur ella flokkar standa ofta fyri størri samfelagsligum broytingum. Kvinnurørslan, ið er ein fjøldarrørsla, roynir at broyta hugsunarhátt, siðbundnar fatanir og valdsskipanir, men má virka í tolni. Tey, ið virka fyri rættindum teirra brekaðu, kunnu gera stóran mun, hóast tey noyðast at stríðast og standa við sín rætt. Politikarar ella flokkar kappast um at hava okkurt mál, sum er teirra, bæði størri mál og smámál.

Stovnar, eru teir broytingarsinnaðir, hava møguleikan at skunda undir broytingar, tí teir hava ofta neyðuga servitan og tilfeingið.

Nýskapanarstovnar skulu helst savna allar hesar nevndu eiginleikar, men skulu sum nevnt eisini hava vitan um stigini í eini nýskapanartilgongd.

Nýskapanartilgongdin

Nýskipanir kunnu vera meira ella minni víðfevndar. Tær kunnu henda knappliga ella koma so líðandi. Tilgongdin kann vera tilvildarlig ella skipað.

Hugsað vit okkum nýskipanir, sum hava týdning fyri ein samfelagssektor ella fyri alt samfelagið, so tosa vit um nýskapan í mongum liðum og pørtum. Nevnast kunnu í hesum sambandi luttakarar í nýskapanartilgongdini, m.a. brúkarar, áhugapartar, politikarar, embætisverk og nýskapanarbólkar og nýskapanarleiðsla. Afturat koma so tørvurin á serstakum játtanum til menningarátøk, broytingar í virkisskipanini, menningarstýring og fígging av íverksetan.

Tá talan er um brúkarar, kann sosial nýskapan m.a. hava sum endamál at strykja støðuna hjá annars veikum bólkum.

Nógv bendir á, at bestu úrslitini úr nýskapan fáast við samstarvi millum stovnar/sektorar (tvørtur um stovns-/sektorskipan) og vinnu, og so tað, tey rópa non-profit feløg ella stovnar.

Bara tað, at alt hetta skal spæla saman, sigur okkum, at nýskipanir í almenna sektorinum neyvan henda alt í einum.

Niðanfyri eru sett upp ein hugsað mynd, sum er ein samanumtøka av stigunum í eini nýskapanartilgongd.

Sí líknandi dømi í: Dorthe Junge og Peter Lustrup: Social Innovation – en guide til rejse i ukendt land. Kbh., Books on Demand, 2009.
Robin Murray, Geoff Mulgan & Julie Gaulier-Grice: How to Innovate. The tools for Social Innovation. The Young Foundation, 2008.

 Samanumtikið

 Hugtakið sosial nýskapan er eitt sera víðfevnt evni og eitt øki í menning.

Í stuttum snýr skipað sosial nýskapan seg um at gera samfelagið betri ført fyri at loysa trupulleikar á skilagóðan hátt. Og nakað uppaftur meira áhugavert er, at skipað nýskapan kann verða bæði arbeiðs- og virðisskapandi.

 Tað er royndur lutur, at nýskapan ofta ikki hóskar til galdandi stovns-, áhuga- ella valdsskipan. Men tað kann tíbetur broytast. Fyrsta stigið er sum nevnt at viðurkenna trupulleikar og vísa vilja at loysa teir.

 Kendi frøðingurin á Harvard Business School Rosabeth Moss Kanter hevur – helst til stuttleika – gjørt ein lista við góðum ráðum, sum leiðarar kunnu brúka til at forða nýskapan.

Hon mælir m.a. til, at leiðarar eru sera varnir og afturhaldnir, tá ið vanlig starvsfólk koma við nýggjum hugskotum. Ver ikki seinur at koma við atfinningum, vís á vandar og á alt tað, sum forðar fyri, at hugskotið kann setast í verk. Ver serliga ansin, tá ið fólk ella t.d. fakfeløg, menningarstovur o.tl. biðja um upplýsingar. Ger teimum greitt, at hesir verða ikki latnir, uttan so at tað fyrst er góðtikið á hægsta stað. Tosa nógv um sparingar og uppsagnir, sum serliga kunnu raka tey, sum hugsa og royna at finna uppá heldur enn at gera sítt dagsverk. Tak tær sjálvur av broytingarætlanum, arbeið í tí dulda og lat øll ganga í óvissu. Øll týðandi kunning skal koma sum ein bumba. Tað tryggjar, at starvsfólk eru vakin og virkin.

So er tað borið víðari.

1 comment so far

  1. marna on

    Frálík grein.
    Gav nógvan íblástur – so nógvan, at nú havi eg skrivað eitt nýtt blogginlegg.


Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: