Archive for januar, 2010|Monthly archive page

Nýggjársrøða í Sørvági nýggjársnátt 2010

Gott nýggjár!

Stutt fyri nýggjár sendi Sørvágs Kommuna kunningarskriv í hvørt hús í kommununi. Vágaportalurin endurgav alt kunningarskrivið og kunngjørdi, at Sørvágs kommuna blómar.

Eg og helst fleiri við mær fegnast um, at kommunan kunnar borgararnar væl, tí hetta er í hvussu er ein av treytunum fyri, at fólkaræðið virkar.

Tá eg las hetta kunningarskrivið kom mær fyri, at tað stendur hampuliga væl til í hesi kommununi, har Sørvágur jú er størsta bygdin, og at Ólavur í Beiti, sum vit vita hevur journalistiskt tev, helst hevði valt røttu yvirskriftina.

Tí tú hevur varhugan av, uttan at eg annars kenni viðurskiftini heilt neyvt, at kommunan hugsar um tey flestu viðurskiftini, sum hava týdning fyri bygdina ella kommununa, hon ger raðfestingar (sum vit sjálvandi kunnu hava ymiskar meiningar um) og roynir at skipa so fyri, at liviligt verður í bygdini, og at fólk dáma at búgva og fáa hug at seta búgv her í bygdini.

Nú hevur kommunan sjálv orðað kunningarskrivið, so tað hevði verið løgið, um nakað atfinningarsamt var at finna í skrivinum. Men sum sagt, tað sær út til at støðan í kommununi er góð.

Vit hoyra, at Sørvágs kommuna, sum ein av fáum kommunum í hesum tíðum, enntá hevur inntøkuvøkstur, sum – um hann enn er lítil – so kortini er ein vøkstur.  Fjølbroytt vinnuvirksemi er í bygdini og kommununi. Flogvøllurin, skip, ið klára seg hampuliga væl (eg veit ikki, hvussu tað er við útróðrinum), kryvjivirki og landingarmiðstøð kasta øll av sær og geva arbeiðspláss og hava harumframt við sær avleitt virksemi.

Spurningurin er sjálvandi, um ikki møguleikar eisini eru ella áttu at verið fyri øðrum vinnuvirksemi í bygdini, t.d. góðsking av fiskavørum, og kanska fyri onkrum heilt nýggjum virksemi, nýggjum sløgum av ferðavinnuvirksemi o.s.fr.. Men tað verða so tey, sum duga at seta slíkt íverk, sum mugu taka sær av hesum, um so skal verða.

Tað er ein treyt fyri fólkavøkstri í bygdini, hóast tað ikki er einasta treytin, at arbeiðspláss eru lokalt eisini. Arbeiðspláss, handilsmøguleikar, góðar almennar tænastur, útbúgving, ítrótt og mentan gera, at fólk setir búgv í økinum. Eg haldi, at kommunan (nú skal hetta ikki verða nøkur verjurøða fyri sitandi kommunustýri) er væl við her, hóast okkurt sjálvandi kundi verið enn betri og eigur at verða enn betri enn nú.

Kommunan hevur eisini ans fyri økta arbeiðsloysinum og sigur seg hava sett ferð á íløguvirksemið í hesum sambandi. Hetta hevur tó við sær, at kommunuskuldin økist í komandi tíðum.

Eitt eitt sindur skemtiligt brot í kunningarskrivinum er, at nú skal kommunan til at skráseta allar kloakkir. Tá helt eg, at teir fóru dekan og langt – sleppa vit nú ikki at skíta í frið longur. Men kanska er hetta við skrásetingum bara eitt tekin um, at í dag skal nærum alt ja, hvør smálutur regulerast.

Føddur og uppvaksin í Sørvági

Eg eri so heppin at vera føddur og uppvaksin í Sørvági, hóast eg havi búð aðrastanis enn í Sørvági eitt langt áramál. Eg eri nýliga fluttur aftur til bygdina, og tað dámar mær bara væl. Sørvingar eru jú sum heild hampafólk.

At vaksa upp og ganga í skúla í Sørvági í 1950’ og 60’árunum var ein sonn lukka. Andaliga føðin var góð, og hana leveraðu m.o. DD, Leif og Skaalum, Pola og Jokata. Serliga minnist eg, tá ið Pola til ymisk høvi plagdi at lesa søguna hjá H.C. Andersen um Stóra Klávus og Lítla Klávus. Eg minnist, hvussu eg frøddist, tá ið Lítli Klávus snýtti Stóra Klávus. Tað er so líkatil, at vit halda við tí minni menta, sum vinnur á tí stóra, tað er uggi í hesum, eins og í søguni um Dávid og Goliat.

Góðan sið og atburð minnist meg at vit lærdu í sunnudagsskúlanum (vit gingu bæði hjá baptistunum og indrimisjónini), og í fríløtum lósu vit Familie Journal, og í hvussu er dreingirnir lósu eisini Kommandoserien og Battler Britton (har bretar vóru hetjur og týskarar óargadýr fyri ikki at siga tápulig bartroð ella svín, sum ikki høvdu annað uppborið enn at verða slættaðir niður við maskinbyrsu). Hetta var áðrenn tey ymsu fólkasløgini vóru farin at krevja at verða viðfarin við virðing.

Eg kann eisini nevna, at vit spældu nógv í Sørvági, tá ið eg var barn, ja, vóru úti at kalla alla tað tíðina, vit ikki vóru í skúla. Vit dugdu nógv spøl, og ofta vóru tað tær eldru genturnar (tá vóru tær ikki enn pedagogar), sum skipaðu fyri spølunum.

Komin nakað meira til árs drukku vit sport ella hawaii og ótu karamell og jaquis hjá Eli ella hjá Skelling. Vit gingu javnan í biograf og onkuntíð í dans. Annars válaðu vit út og heim eftir Niðaravegi, og trættust um, um tað nú vóru beatles ella rolling stones, sum vóru besta rockorkestrið.

Eina tíð leigaðu vit bil við plátuspælara ella kraftblokki og koyrdu yvir um vatn eftir miðvágs- og sandavágsgentum, m.a. tí at vit hildu tær vera so nógv penari enn sørvágsgenturnar. Miðvingar hildu okkum vera steinørar, tí teir hildu, at tær penastu genturnar fanst tú í Sørvági. Tað mundi nú vera so sum so, hvussu nógv kom burtur úr hesum biltúrunum.

Sum tit kunnu gita, so fekst eg ikki so nógv við ítrótt. Men vit sparkaðu nógv bólt í túninum har við hjá okkum, tá eg var smádrongur – og har vóru bæði dreingir og tilkomnir menn við í bóltspælinum. Eg minnist einaferð eg stóð í málinum, tá bólturin kemur við rúkandi ferð móti málinum, og eg kasti meg. Stórt var skuffilsi, tá ið bólturin streyk framvið og eg lá eftir við aðrari tufluni hjá Malgrim í fanginum, tí tuflan kom singlandi gjøgnum luftina saman við bóltinum. Hetta var málmansmistak við lít.

Sørvingar grenja ikki

Eitt, sum eg haldi sørvingar eiga at halda fast við, er, at teir grenja ikki. Í mínum hugaheimi hava sørvingar altíð verið framfýsnir, og teir vita hvat teir vilja hava. Umframt ítrótta-, menta- og tónleikafólk, so hava vit her í bygdini havt mætar politikarar at umboða okkum, eitt nú Haldor Hansen, Suna, Jørgin og Frank. Eg haldi, tað var Haldor Hansen, sum á sinni kom við uppskotinum at gera heingibrúgv um Vestmannasund. Tað var hildið at vera fantastarí, og mong flentu eftir hesi ætlan. Men samband hava vit so fingið undir jørð, og Vágatunnilin lat sum kunnugt upp í desember 2002

At fáa fast samband við meginøkið hevur havt stóran týdning fyri menningina í Vágoynni. Hyggja vit eftir fólkatalinum í Sørvági hesi seinastu 25 árini so vaks fólkatalið einans sløk 5% tey 5 árini frá 1985-1989. Tey næstu gott og væl 10 árini, kreppuárini, minkaði fólkatalið í Sørvági góð 12%. Í 2000 kom vend í, og er fólkatalið fram til í dag vaksið við úti við 16%. Eg skal ikki pástanda, at tað bara er Vágatunnilin, ið er orsøkin til hendan vøkstur, men hon man eiga stóran lut í honum. Eitt nú hava bygdir sum Fuglafjørður og Vestmanna ikki havt nær námindi sama vøkstur, sum Sørvágur.

Sjálvandi eigur flogvøllurin eisini sín lut í hesum fólkavøkstri.

Tað er vert at geva gætur, at fólkavøksturin hesi seinnu árini lutfalsliga er minni í teimum virknu aldursbólkunum, teimum, ið eru millum 20 og 60 ára gomul. Bara ein góður triðingur av vøkstrinum var í hesum aldursbólkinum. Vit eru vorðin fleiri í bygdini, men vit eru eisini lutfalsliga væl fleiri eldri í bygdini.

Nýggj hugskot og nýhugsan

Sørvágur liggur sum ytsta perlan í ein vestan í perlubandinum, sum røkkur til Havnar. Hetta kann gerast ein vandi fyri bygdina og kann gera sítt til, at bygdamenningin í framtíðini her ikki verður tann, sum vit kanska kundu hugsað okkum.

Henda sannroynd kann gerast ein avbjóðing fyri lokalu myndugleikarnar og fyri fólkið, sum býr her.

Tað kann koma tann tíð, tá ið útstykking, barnagarðpláss og enntá ein musikkskúli ikki er nóg mikið til at tryggja fólkavøksturin í bygdini. Hetta hava aðrar bygdir og býir í landinum longu sannað. Tá tað hendir verður brúk fyri nýhugsan og nýggjum hugskotum um, hvussu vit halda fast við menningina.

Ein vandi er, at unga fólkið ikki støðast, ella at bygdin endar sum sovistaður hjá teimum, sum arbeiða aðrastaðnis. Tað er lív í bygdini, sum er, men tað merkir eisini bygdalívið, at fólk fara ikki so nógv út longur, sum tey gjørdu fyrr.

Vit vita eisini, at náttúruna skulu vit lata fáa frið, so heldur enn at fara út, so velja vit í staðin at síggja náttúruna í sjónvarpinum.

Nú er nýggjársnátt helst ikki besta tíðspunktið at loysa framtíðar trupulleikar. Men skal eg kortini geva eitt boð, so rokni eg við, at loysunarorðini í framtíðini fyri Sørvágs bygd sum nevnt eru nýhugsan og ikki  minst samstarv. Væl veit eg, at vit eru ymisk her í bygdini, men tað hevur alstóran týdning at finna okkurt, sum kann fevna tvørturum ymiskleikan og knýta okkum meira saman, tað verið seg fólk, bygdir og kommunur. Kanska áttu vit at umhugsa, eins og vit hava ítróttafeløg, at havt eitt mentafelag í bygdini ella oynni, sum samskipaði, stuðlaði og skipaði fyri mentanartiltøkum. Her hugsi eg ikki bara um ta fínu mentanina. Hví ikki hava eitt meginbókasavn í oynni, og hví ikki royna okkurt á ferðavinnuøkinum, har vit t.d. samansjóða kommunalar stovnar ella tænastur (vallir, fimleika- og musikkhøli), útbúgving og upplivingar og bjóða útlendingum við til hetta. Hetta er bara nøkur dømi.

Vit eiga at leggja dent á at viðlíkahalda og menna sosiala kapitalin, sum tað verður rópt so fínt. Ikki bara steingja okkum inni, og síggja vandar, fíggindar og kappingarneytar allastaðnis, men vera miðvís og opin bæði í sinn og skinn.

Flogvøll til dyrnar og rundkoyring

Eg veit ikki, um tað verður nakar fyrimunur fyri bygdina, at vit nú fáa flogvøll til dyrnar.

Men eg veit longu nú, at eitt høvuðsmál hjá Sørvági í framtíðini verður at fáa eina rundkoyring í bygdini. Tí tað líkist ongum, at bara miðvingar skulu hava rundkoyring.

So sørvingar, takið tykkum saman, tað er meir enn ovmikið at fara í holt við í komandi tíðum.

Og góða eydnu við tí.