Archive for desember, 2009|Monthly archive page

Havi spýggjubakkan kláran

Ongin skal sleppa snikkaleysur at venda okkum bakið. Nakað soleiðis fert tú at hugsa, nú tað frættist, at tey ungu, sum fara at lesa uttanfyri norðurlond ikki skulu fáa somu sømdir, sum tey, ið lesa í hinum norðurlondunum. (Søgur ganga um, at ein bólkur nú verður settur í Mentamálaráðnum at kanna møguleikarnar at umskipa útbúgvingarstuðulin uttanfyri Norðurlond til lán, sum verður avskrivað, um tey lesandi arbeiða í Føroyum í 10 ár eftir loknan lestur)
Nú skal flóttafólkastreymurin úr Føroyum so beinast aftur í ein landsynning, og vit skulu flest øll aftur lesa í Danmark.

Vit minnast enn, tá ið tað var upp á móta at eggja teimum ungu at lesa aðrastaðnis enn í Danmark. Ja, tað var næstan sum um útbúgving, sum ikki var nomin í Íslandi ella øðrum landi enn Danmark, ikki gekk fyri at vera røtt útbúgving. Tað var tá altjóða- og alheimsgerð stóðu sum einastu rættir á matskránni. Ja, tú føldi teg sum andloysing, um tú ikki klappaði dúgliga, tá ið tú sást okkara politikarar tyrpast, so skjótt teir sóu ein pall, at profilera seg sum rættar up-to-date-kosmopolittar.
Ja, tað var næstan sum at stjala gás, hevði tú danskt lestrarprógv, og tú skammaðist ikki sørt at søkja starv, um tú bara hevði eitt danskt prógv at leggja við umsóknini.

Nú er so vent í holuni. Útbúgving er ikki longur lopfjøl út í heim, nú Granskingardepilin hevur víst á í eini kanning, at nærri tú ert heimlandinum, tá ið tú fert undir útbúgving, ella helst at tú lesur heima, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tú støðast og verður verandi í heimlandinum. Ja, tað er ein grov misskiljing, at tað skal vera nakar íblástur at lesa í fremmandum umhvørvi. Og kanska er tað hetta, sum ger, at retorikkurin nú er sleptur til frama fyri kontantum handilsligum hugsunarhátti.
Føroyar fara nú at tjóðra sínar ungu alvar: Antin kemur tú ella pengarnir aftur, stutt og greitt. Hetta liggur eftir øllum at døma undir yvirskiftini í bløðunum í dag: Helena vil gera lestrarstudning til lán.

Mær kemur tað meir og meir fyri sum í Fuglakvæðnum:

Eg vildi eftir nógvum gapa,
upp á tjólegg fór,
øvigur aftur á langlegg fell,
sum kálvur dettur í flór
.

Tað nýggja er, at nú er tað ikki heimlongsul, ella mentanartilboð, ansingarpláss, møguleikin at sleppa á fjall, at dansa í Tórshøll, hittast í Atlantis ella at eta sushi í føroyskari matstovu, sum fær teg heimaftur. Nei, nú er eitt økonomiskt incitament komið afturat, tá ið avgerðin um at venda heimaftur skal takast. Teir drumbar, sum ikki hava fatað, at vit meina tað í álvara, at vit vilja hava teir heimaftur, skulu ikki sleppa at sova kjansin av sær. Nei, kemur tú ikki heimaftur eftir loknan lestur, fara uppkrøvini at koma dettandi í postkassan.
 
Eg síggi fyri mær komandi dramatiskar hendingar. Man ikki onkur yvirskiftin í Sosialinum komandi árini fara at ljóða: Ungur føroyingur noyddist vónbrotin heim. Og vit lesa um ungan væl útbúnan føroying, sum fann sær vakra brasilska unnustu, men sum ikki hevði ráð at arbeiða í Brasilia, tí hann hevði fingið stuðulslán frá Helenu (unnustan vildi ikki hoyra um Føroyar!). Farvæl-scenan í Casablanka missir allan stórleikan, samanborið við tær farvæl-scenur, ið fara at útspæla seg, tá ið ungir væl lærdir føroyingar noyðast heimaftur at gera verndarskyldu.
Og nú fer eisini at bera til at gera filmar um Interpol, sum jagstrar føroying, sum skyldar landinum lestrarstuðul, men fjalir seg onkustaðnis í útlondum.

Í Eysturtýskalandi, sum einaferð var, manglaðu teir valuta. Tá sluppu fólk við høgari útbúgving ikki av landinum, um móttakaralandið ikki vildi gjalda endurgjald fyri útbúgvingina. Verður støðan nú tann sama her hjá okkum?

Sjálvandi ger Helena rætt, at tátta í, um tað er so, at játtanin til stuðul ikki røkkur. So heldur enn at leggja kongin, so seta vit treytir við. Ætlar tú tær at royna tann luksus at lesa í øðrum londum enn serliga Danmark, so skalt tú sanniliga geva nakað aftur til heimlandið.

Men hvussu so við SU, sum eisini verður veitt teimum føroyingum, sum lesa uttanfyri norðurlond. Fer Helena at biðja teir eisini leggja ungum føroyingum somu treytir við, sum vit í Føroyum?
Tá fer hetta kanska at standa á stuðulsjáttanini frá SU: Vi gør opmærksom på, at støtten bevilges som lån, som skal tilbagebetales til den færøske landskasse, i så fald De ikke eftir afsluttet uddannelse omgående rejser hjem til Færøerne og forblir der i mindst 10 år.

Jú, eitt er retorikkur, annað er veruleiki. Tað keðiliga er bara, at veruleikin viðhvørt hevur lyndi til at gera vart við seg.

Eg sigi fyri meg. Næstu ferð okkara politikarar fara at tosa stórt, fari eg at mæla teimum til at býta út spýggjubakkar til okkum neyðars áhoyrarar. Tí nú hava vit eisini fingið vaml.