Føroyskt er megafeitt

Árni Dahl hevði eina sera áhugaverda málgrein í miðlunum mánadagin (16. nov.), og eg má siga, at eg taki undir við so at siga hvørjum einasta orði, hann skrivar.

Sjálvandi skulu vit verja føroyska málið, og hvør annar enn vit? Arbeiðið at verja og røkta málið, ja at bjarga málinum undan týning, er heiðursverk, ongin ivi um tað. Men eg má kortini siga, at í málrøkt er tað av stórum týdningi at duga sær hógv.
Tað er neyvan nakar, ið vil aftur til tað danska, soleiðis sum Árni ber framundir. Tey munnu vera fá, sum í vanligari talu heldur vilja siga foreining enn felag. Hinvegin haldi eg ikki tað ger nakað, um fólk sleppa at vera forkølað, eisini tá ið tey hava krím ella beinkrím. Og eg haldi tað vera tápuligt og ørkymlandi at skula skriva Evropa, tá ið tað er bæði lættari og rættari at siga og skriva Europa. Eisini fellur tað mær lættari at siga Jylland heldur enn Jútland, Kjøpinhavn heldur enn Keypmannahavn, hóast eg skrivi hitt seinna, Bornholm heldur enn Burgundarhólmur (tað seinna hvørki í skrivt ella talu) o.s.fr. Hetta er slíkt, sum bara skapar øsing og ger fólk í villareiði (bløðini skriva nú Europa, Evropa, europeiskur, evropeiskur, europiskur og evropiskur hvørt um annað). Hetta slagið av málrøkt ger onga nyttu, bara skaða. Og tað tænir heldur ikki menningini og varðveitingini av føroyska málinum.

Hví skal tað vera halgibrot at skriva telefax heldur enn telefaks. Tað snýr seg um at áseta ein galdandi norm (t.d. í eini rættskrivingarorðabók), og meira er ikki at siga um tað. Og álvaratos, hvønn týdning hevur tað í dag, um drongurin eitur Zakaris ella Sakaris? Ella um vit taka C-vitaminir ella fara á WC?

Eg skilji væl sorgarsøguna um donsku prestarnar, sum bronglaðu okkara navnasiðir. Men hetta var tá, og rætti mátin í dag er ikki at bera seg at á sama hátt sum donsku prestarnir, bara øvugta vegin. Nú snýr tað seg meira um at gera sum okkara løgmaður og líta frameftir og royna at fáa sum best burturúr.

Tað má staðfestast ongantíð ov skjótt, at málrøkt snýr seg ikki bara um stavir og orð, men um setningar, samrøðu og tekstir.
Málið snýr seg, sum Árni so rætt sigur, heldur ikki bara um samskifti ella kommunikatión. Mál er eisini mentan.

Eina pragmatiska málstevnu

Vit eiga at leggja okkum eftir at fremja eina pragmatiska málstevnu (tað merkir ikki at fara aftur til danskt, men heldur eitt sterkari føroyskt).

Málið er eitt stórmál, men ikki eitt stríðsmál. Tað er gott at vera stríðsfúsur, men viðhvørt er eisini skilagott at stinga fingurin í jørðina. Fyri mær sær tað út, sum um tey, ið vilja verja mál, standa algoyst frammi í gron á hvør sínari skútu og reiggja brandi, meðan ongin er at verja borðini. Latið ikki málið farast í einum bardaga um orð (og stavir), tí tað stendur ikki ov væl til hjá málinum (serliga ikki í miðlunum, har alt tykist bera til, bara tú ert smartur og funsutur).

Árni hevur ivaleyst rætt, tá ið hann sigur, at tað neyvan er eitt haldgott argument, at vit skulu slaka í krøvunum til okkara málburð og broyta staviraðið, fyri at kunna føra okkum fram í altjóðasamfelagnum. Tað kann so ongantíð verða okkara stevnumið, at tað skal kunna sigast á donskum (Joen í staðin fyri Jógvan, Dahl í staðin fyri í Dali o.tl.,) ella á enskum, nei, tað snýr seg um at tað skal kunna sigast bæði gott og væl á føroyskum. Og tá ger tað sum sagt ikki stórvegis mun, um maðurin eitur William ella Villiam ella annað hesum líkt. Eitt er málfrøði, annað er at málbera seg.

Tað er brúk fyri teimum, sum verja borg. Men skil skal vera í. Ongin (burtursæð frá pávanum í Rom) er lýtaleysur ella fullkomin. Mær er sagt, at Kristian Matras helt, at viðhvørt var farið ov langt í málrøktini. Ikki tí at tað kanska ikki var rætt, sum varð gjørt, men tí at tað var óneyðugt, og viðhvørt var rætt rættað til tað skeiva. Kristian hevði eisini ans fyri stíli og stílfrábrigdum í málinum.

Tað snýr seg um at málið er bæði lætt, livandi og rætt. Hetta tryggja vit ikki við at gera málið til eitt stríðsmál, men við geva málinum ans, rætta, vegleiða og geva út hópin av góðum tekstum, og virða málið, ikki sum ein halgi- ella fornlut, men sum eina gávu ella eitt aktiv, sum tað eitur í handilsmáli.

Tað skal verða smart (cool, megafeitt o.s.fr.) at tosa og skriva føroyskt væl.

1 comment so far

  1. Samson on

    Gott og áhugavert. Havi sjáldan verid so samdur vid nøkrum, tá tad kemur til málrøkt. Eg eri slett ikki serliga stinnur á økinum, men havi áhuga fyri tí.

    Sum tú haldi eg eisini at ov nógv tíd og orka fer til smálutir og óneydugar uppfinningar, uppskot v.m., heldur enn at samlast um at fáa eitt gott, einkult og lætt mál, bædi í skrift og talu.

    Eg hugsi serliga um hvussu foreldur tosa vid síni børn (tey eru ofta komin nógv longur enn vit halda). Tad er heilt fantastiskt at hoyra hvussu væl tey benda uttan at hava lært ein millimetur av turrari mállæru. Sjálvandi er mállæra í skúlanum umrádandi, men eg eri vísur í at tad er í heiminum og frítídini annars, at tey størstu fetini verda tikin, líkaso nógv sum í skúlanum.

    Diskuteradi einaferd vid ein vinamnn um Málid í skrift og talu. Hann helt at tad sjálvandi átti at veri eins. Eg eri sannførdur um, at royna vit ikki í skrivada málinum at gera okkum eitt sindur av ómaki og kanska spæla vid ordunum, so verdur tad talada málid bara verri og verri. Hetta sæst m.a. í beinleidis og óbeinleidis sendingum. Ein frægd at hoyra Merkisstein spæla sær vid ordunum í sínum óbeinlidis sendingum.

    Frálæran í fólkaskúlanum skal sjálvandi ikki gloymast. Her eiga vit øll at gera ein innsats. Hugsanin millum fólk er at frálæran er so tung og torfør. Eg havi havt fleiri sera gódar lærarar í føroyskum, sum hava fingid flestu næmingarnar vid. Tad finnast heilt sikkurt mátar at gera føroyska málid meira spennandi í fólkaskúlanum.

    Ná, bara nakrir tankar, nú eg las blogguna hjá tær, sum eg fann ígjøgnum grein á Vágaportalinum.

    Samson (uppvaksin saman vid Peturi Pólson)


Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: