Archive for november, 2009|Monthly archive page

Føroyskt er megafeitt

Árni Dahl hevði eina sera áhugaverda málgrein í miðlunum mánadagin (16. nov.), og eg má siga, at eg taki undir við so at siga hvørjum einasta orði, hann skrivar.

Sjálvandi skulu vit verja føroyska málið, og hvør annar enn vit? Arbeiðið at verja og røkta málið, ja at bjarga málinum undan týning, er heiðursverk, ongin ivi um tað. Men eg má kortini siga, at í málrøkt er tað av stórum týdningi at duga sær hógv.
Tað er neyvan nakar, ið vil aftur til tað danska, soleiðis sum Árni ber framundir. Tey munnu vera fá, sum í vanligari talu heldur vilja siga foreining enn felag. Hinvegin haldi eg ikki tað ger nakað, um fólk sleppa at vera forkølað, eisini tá ið tey hava krím ella beinkrím. Og eg haldi tað vera tápuligt og ørkymlandi at skula skriva Evropa, tá ið tað er bæði lættari og rættari at siga og skriva Europa. Eisini fellur tað mær lættari at siga Jylland heldur enn Jútland, Kjøpinhavn heldur enn Keypmannahavn, hóast eg skrivi hitt seinna, Bornholm heldur enn Burgundarhólmur (tað seinna hvørki í skrivt ella talu) o.s.fr. Hetta er slíkt, sum bara skapar øsing og ger fólk í villareiði (bløðini skriva nú Europa, Evropa, europeiskur, evropeiskur, europiskur og evropiskur hvørt um annað). Hetta slagið av málrøkt ger onga nyttu, bara skaða. Og tað tænir heldur ikki menningini og varðveitingini av føroyska málinum.

Hví skal tað vera halgibrot at skriva telefax heldur enn telefaks. Tað snýr seg um at áseta ein galdandi norm (t.d. í eini rættskrivingarorðabók), og meira er ikki at siga um tað. Og álvaratos, hvønn týdning hevur tað í dag, um drongurin eitur Zakaris ella Sakaris? Ella um vit taka C-vitaminir ella fara á WC?

Eg skilji væl sorgarsøguna um donsku prestarnar, sum bronglaðu okkara navnasiðir. Men hetta var tá, og rætti mátin í dag er ikki at bera seg at á sama hátt sum donsku prestarnir, bara øvugta vegin. Nú snýr tað seg meira um at gera sum okkara løgmaður og líta frameftir og royna at fáa sum best burturúr.

Tað má staðfestast ongantíð ov skjótt, at málrøkt snýr seg ikki bara um stavir og orð, men um setningar, samrøðu og tekstir.
Málið snýr seg, sum Árni so rætt sigur, heldur ikki bara um samskifti ella kommunikatión. Mál er eisini mentan.

Eina pragmatiska málstevnu

Vit eiga at leggja okkum eftir at fremja eina pragmatiska málstevnu (tað merkir ikki at fara aftur til danskt, men heldur eitt sterkari føroyskt).

Málið er eitt stórmál, men ikki eitt stríðsmál. Tað er gott at vera stríðsfúsur, men viðhvørt er eisini skilagott at stinga fingurin í jørðina. Fyri mær sær tað út, sum um tey, ið vilja verja mál, standa algoyst frammi í gron á hvør sínari skútu og reiggja brandi, meðan ongin er at verja borðini. Latið ikki málið farast í einum bardaga um orð (og stavir), tí tað stendur ikki ov væl til hjá málinum (serliga ikki í miðlunum, har alt tykist bera til, bara tú ert smartur og funsutur).

Árni hevur ivaleyst rætt, tá ið hann sigur, at tað neyvan er eitt haldgott argument, at vit skulu slaka í krøvunum til okkara málburð og broyta staviraðið, fyri at kunna føra okkum fram í altjóðasamfelagnum. Tað kann so ongantíð verða okkara stevnumið, at tað skal kunna sigast á donskum (Joen í staðin fyri Jógvan, Dahl í staðin fyri í Dali o.tl.,) ella á enskum, nei, tað snýr seg um at tað skal kunna sigast bæði gott og væl á føroyskum. Og tá ger tað sum sagt ikki stórvegis mun, um maðurin eitur William ella Villiam ella annað hesum líkt. Eitt er málfrøði, annað er at málbera seg.

Tað er brúk fyri teimum, sum verja borg. Men skil skal vera í. Ongin (burtursæð frá pávanum í Rom) er lýtaleysur ella fullkomin. Mær er sagt, at Kristian Matras helt, at viðhvørt var farið ov langt í málrøktini. Ikki tí at tað kanska ikki var rætt, sum varð gjørt, men tí at tað var óneyðugt, og viðhvørt var rætt rættað til tað skeiva. Kristian hevði eisini ans fyri stíli og stílfrábrigdum í málinum.

Tað snýr seg um at málið er bæði lætt, livandi og rætt. Hetta tryggja vit ikki við at gera málið til eitt stríðsmál, men við geva málinum ans, rætta, vegleiða og geva út hópin av góðum tekstum, og virða málið, ikki sum ein halgi- ella fornlut, men sum eina gávu ella eitt aktiv, sum tað eitur í handilsmáli.

Tað skal verða smart (cool, megafeitt o.s.fr.) at tosa og skriva føroyskt væl.

Hin fordervaði veruleikin á palli

Í hesum døgum hevur Tjóðpallurin latið dyrnar upp til leikin Aftan á Undrið, sum Jóanes Nielsen hevur skrivað. Leikstjóri er íslendingurin Guðjón Pedersen.

Nú havi eg ikki enn sæð hendan leikin, men sum liður í eini upphiting til sýningina setti eg mær fyri at venda aftur til ein annan leik, sum Jóanes Nielsen skrivaði fyri nøkrum árum síðan. Hetta er leikurin Eitur nakað land week-end?, sum sjónleikabólkurin Gríma setti upp á vári 2001. Eyðun Johannesen leikstjórnaði. Árið eftir vann hesin leikurin Norðurlensku Dramatikaravirðislønina. Handritið til Eitur nakað land week-end? vann annars leikritakappingina, ið Leikpallur Føroya hevði skrivað út  – árið fyri, leikurin varð framførdur, haldi eg tað var.

At Eitur nakað land week-end? vann virðislønir er ikki at undrast á, tí hetta er sjónleikur, sum stendur mát við tað besta. Hóast karmurin um leikin eru Føroyar, so er leikurin kortini alheimsligur. Hann snýr seg í stuttum um normalitet og identitet, um tað at verða menniskja, ikki djór, ikki dani, men føroyingur, nýtímans føroyingur í Føroyum.
Eins og í eini realitysýning (danska Robinson Ekspeditionen var at síggja í flest øllum føroyskum heimum um hetta mundið) letur Jóanes Nielsen gluggan upp til ein heim, einar Føroyar, har alt er farið í fisk.
Vit merkja týðuliga, hóast talan er um kollektivan leik, at Tóta er ein av høvuðspersónunum í leikinum, og tað er hon, sum manipulerar og eldhugað stjórnar avrættingini og æðralatingini av bóndanum. Hetta sum skal vera jólaleikurin á psykiatrisku deildini, har leikurin fer fram (Smb. One Flew Over the Cuckoo’s Nest hjá Milos Forman (1975)). Og tað er Tóta (tolir ikki høgtíðir, men er ikki kanska líka fallerað, sum hini á deildini), sum fellur í fátt, tá leikurin og symbolska faðirdrápið verður av ongum. Øll, tey á psykiatrisku deildini, føroyingar, ja allar Føroyar hava brúk fyri einum faðirdrápi, men tá alt fer av sporinum og leikurin verður av ongum, má hon bara ásanna, at hennara jól fara í fisk, eins og ein annar leikari staðfestir, at eisini sjónleikarbólkurin Sirkus Psyko er farin í fisk. Tóta fyriskipar eini test, og hon fær sjón fyri søgn. Har er ongin gongd leið.

Og vit, sum minnast aftur á hendingarnar, kunnu kanska leggja aftrat, at eisini ein onnur test, loysingin, sum annars var á skránni um hetta sama mundið og sum hevði fingið røring í, fór fyri bakka.
Eitur nakað land week-end? kann kanska síggjast sum ein eftirmeting av hesi gongd, har nærum alt var til fánýtis.

Spurningurin er, um tað ber til at vera heilur uttan at enda sum eitt beist? Hvat er so alternativið? Kanska Jesus, tí revsarin Paulus kann tað sambært Jóanesi neyvan vera. Í leikinum verður alternativið lýst sum eitt bland av tí pussiga og grova (fúla), tí djúpa og tí grunna, av álvara og gaman. Gongdin í hesum meistarliga leikinum tykist siga, at tað í síðsta enda eru vit sjálvi, einstaklingarnir, ið mugu velja og taka støðu, ja, velja okkara normalitet. Tað merkir ikki, at samstarv ikki er ein gongd leið, men í Føroyum er, sum støðan er, onki samstarv, onki mál, ongin visión, tí Saman at halda varð ei okkum givið, sum Hans Andreas Djurhuus yrkti. Og tað ger valið einfalt!

Onkur kann kanska undrast á, at Jóanes Nielsen, sum annars er vinstrasinnaður, kemur við einum so jánkasligum politiskum boðskapi í hesum leikinum. Men man hann ikki langt síðan hava slept dogmatismuni, og er farin at hugsa sjálvur, nakað, sum ikki er heilt vandaleyst. Ummælarin Høgni Djurhuus helt eisini, at politiski boðskapurin var dekan ov torskildur í hesum leikinum (Sosialurin, 30. mars 2001).

Kanska er tað úr avlopinum ella burturkastinum ella fordervinum, at vit stava, og av hesum mugu vit læra at tola tann beiska veruleikan, hóast tað kann vera ringt hjá mongum. Antin tey nú eru normalir ella ónormalir psykopatar, sum skaldið tekur til.
Í eini blaðgrein herfyri segði Jóanes Nielsen, at vit kunnu ikki útihýsa fordervinum í okkara gerandisdegi og lívi. Og tí hevur hann mist hugin at ganga í býin, síðani roykiforboðið var sett í gildi.

Hóast sjónleikur er uppliving, so minnist eg, at hesin leikurin, tá ið eg sá hann í 2001, gav afturljóð í mínum sinni. Tú fekst nakað at hugsa um, og har var nakað sum festi seg. Tú (og leikararnir) fekst ein part av sannleikanum slongdan beint í fjesið. Og so var hetta beinrakin tala, stutt og kontant. Ongin trygd varð tó veitt um bót ella bata. Men spælið var bara heilt gott, haldi eg meg minnast.

Við øllum hesum í huga eri eg spentur at síggja nýggja leikin hjá Jóanesi Nielsen.