Bókagávur

Føroya Landsbókasavn ella Færøe Amts offentlige Bibliothek, sum tað eitur í fyrstu reglugerðini fyri bókasavnið, er stovnað 5. november 1828, tá ið Fríðrikur 6. kongur góðtekur og staðfestir reglugerðina. Áðrenn hetta hevði nógv virksemi verið at fáa til vega bøkur til bókasavnið og fáa fígging til bókasavnshús og rakstur. Teir, sum løgdu mest fyri at fáa bókasavn stovnað í Havn, vóru Carl Christian Rafn (1795-1864), professari og útgevari, sum saman við Rasmus Rask stovnaði Det kongelige Nordiske Oldskriftselskab í 1825, Jens Davidsen (1803-1878), amtsskrivari og seinni bókavørður á amtsbókasavninum, og Christian Ludvig Tillisch (1797—1844), amtmaður.

Ein tann fyrsta bókin, sum varð latin Færø Amts Bibliotek: Biörn Haldorson Islandsk Lexicon. 1814. Savnið fekk bókina sum gávu frá Oldskriftselskabet. Rafn sendi gávuna í 1827 vegna felagið.

Jens Davidsen var limur í Oldskriftselskabet, og hann og Rafn skrivaðu saman m.a. um bókasavnsmálið. Rafn skrivar Davidsen bræv dagfest 12. september 1826, og her nýtir hann høvið at gera vart við nýggja bókasavnið í Íslandi og sendir Davidsen frágreiðing um bókasavnið har. Hetta hevur vakt áhuga, tí í brævi til Rafn dagfest 18. oktober 1826 skrivar Davidsen, at hann og Mikkjal Müller, skipari, hava stovnað lestrarfelag, sum skal royna at fáa sett eitt bókasavn á stovn í Havn. Hann vísir til, at Rafn hevur gjørt sítt til – eitt nú við bókagávum – at alment bókasavn er stovnað í Íslandi í 1818, og at hann tí loyvir sær at senda umbøn til hansara at hjálpa til at skaffa bøkur til føroyska bókasavnið. Davidsen nevnir, at bøkur eru dýrkaðar so nógv, at ringt er nú at fáa hendur á teimum í Føroyum, og hann spyr, um ikki Rafn, sum kennir nógv vísindafólk og lærdómsvinir, kann fáa hesi at verða so beinasom, at tey lata bókasavninum bøkur. Og nakað av bókum er longu latið bókasavninum.
Rafn svarar umbønini longu 1. apríl 1827, og sendir saman við yvirliti 62 bøkur frá ymsum gevarum, eisini frá Rafn sjálvum. Rafn skrivar m.a., at skal ein stovnur sum bókasavnið hava trygt á at standa “bør den staae under Amtsøvrighedens Overbestyrelse.”
Müller og Davidsen eru ovfarnir av, at Rafn hevur gjørt so skjótt av og takka í brævi dagfest 30. apríl 1827 fyri ómakin og spyrja Rafn, hvussu hann heldur, teir eiga at skipa bókaútlánið, um tað skal vera móti gjaldi ella ókeypis.
Rafn svarar í brævi dagfest 3. juni 1827, at hann fegnast um, at amtmaðurin og prósturin hava lovað at virka fyri uppskotinum hjá sær um alment bókasavn. Rafn skrivar, at tað fyrsta at fara undir nú er at savna bøkur til savnið. Hann sigur eisini, at: “Bibliotheket maa være offentligt og Bøgerne udlaanes gratis, naar det tilsigtede Formaal, Oplysnings og nyttige Kundskabers Udbredelse, skal lettest opnaaes”, og leggur dent á, at “der maa vælges nyttige Skrifter, og ikke blot Morskabs Lecture” til bókasavnið. Rafn sendir dømi um reglugerð at skipa útlánið eftir og bjóðar sær eisini til at koma við uppskoti til, hvørji europeisk og amerikansk tíðarrit bókasavnið kann halda. Hann mælir til at skráseta innkomnu bøkurnar á skjal hvør sær, so til ber at raða tær í stavrað ella eftir evni.
Í Føroyum eru menn ótolnir og vilja hava bókasavnið stovnað longu í 1827, men Rafn heldur ikki, at tíðin enn er búgvin til hetta.

Men nú byrja bókagávur at koma til bókasavnið, sum ætlanin er at stovna.
13. sept. 1827 kemur onnur bókasendingin frá Rafn til landið, 8 gávubøkur eisini frá vinum hjá Rafn í útlondum. Seinni koma so 9 bind aftrat, sum embætismenn í Føroyum lata. Stóri vøksturin í bókastovninum kom í 1828. Bæði Rafn og Tillisch vóru nógv úti um seg at fáa fólk at lata bókagávur. Av teimum stóru gávunum hetta árið kunnu nevnast bókasending 369 bind, sum J. Deichmann, ið átti Gyldendals bókahandil, sendi, og sum kom til landið 24. apríl 1828. Tað var tó Sælands biskupur Friederich Münter (1761–1830), sum hevði tikið stig til at fáa hesa sending í lag, og var hetta eftir áheitan frá Tillisch amtmanni. Friederich Münter, sum hevði stóran áhuga fyri norrønum bókmentum, hevði vent sær til bókahandlarar og -útgevarar í Keypmannhavn at lata bøkur. Münter hevði eisini syrgt fyri at fáa sent 288 bind, sum vóru tvítøk úr Sælands stiftsbókasavni í Roskilde til amtbókasavnið í Føroyum. Bøkurnar komu við skipi á Havnina 25. juni 1828. Við sama skipi var eisini stór bókasending frá Rafn, 368 bind. Og í september sendi Rafn aftur 413 bind, sum hann hevði fingið frá ymsum fólkum í Danmark og aðrastaðnis. Aðrar bókagávur komu eisini hetta árið, og bókasavnið hevði eisini keypt nakrar bøkur, so at við ársenda 1828 átti bókasavnið 1.968 bind.
Gávur komu eisini tey komandi árini. Í 1829 átti bókasavnið 2.590 bind og í 1830 2.721 bind.
Tað er vert at nevna her, at nýstovnaða bókasavnið fekk egin hús oman fyri Quillingsgarð í 1830, og har helt bókasavnið til líka til 1931, tá ið tað flutti út í nýggju bókasavnshúsini á Debesartrøð.

Tillisch amtmaður, sum hevði virkað so eldhugaður fyri bókasavninum, fer úr Føroyum í 1830, og í hansara stað kemur bróðurin Frederik Ferdinand Tillisch (1801-1889), sum eisini er limur í bókasavnsstjórnini. Millum teir fýra, sum nú sita í stjórnini, er eisini Christian Pløyen (1803-1867), fúti. Á sjórnarfundi 9. mai 1831 verður Jens Davidsen valdur til bókavørð, og hann situr í hesum starvi líka til 1878, tá ið hann andaðist. Stjórnin ger eisini fyriskipan um bókavørðin og kassameistaran og reglur um lán úr bókasavninum. Tað stendur øllum í Føroyum í boði at brúka bókasavnið. Útlán av bókum er ókeypis, men bókasavnið kann nokta at læna út til tey, sum kunnu, men ikki vilja lata bókasavninum tilskot.

Bókasavnið fekk gávur eisini tey komandi árini, eitt nú frá íslendska bókmentafelagnum, sum lat savninum 50 bind í 1866. Og líka til henda dag verða bókagávur latnar Landsbókasavninum, sum er heitið, savnið fær, tá ið tað er yvirtikið sambært heimastýrislógini og við løgtingslóg um landsbókasavn v.m. frá 1952. Tá kemur eisini kunngerðin um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið. Umframt tað eina eintakið, sum Landsbókasavnið nú fær frá føroyskum prentsmiðjum, kann Landsbókasavnið biðja um 4 eintøk aftrat, um hesi eru hóskandi til bókabýti.

Færø Amts Bibliothek sigldi tó í tungum sjógvi árini eftir, at tað var stovnað, tá hugurin hjá eitt nú embætisfólkunum at stuðla bókasavninum linkaði. Í 1857 spyr Rafn táverandi amtmann Dahlerup um, hvussu bókasavnið hevur tað. Dahlerup svarar, at bókasavnið hevur onga stjórn, og at hann sjálvur og Davidsen royna eftir førimuni at reka bókasavnið. Útlánið var lítið øll hesi árini, mest skaldsøgur og lættari lesnaður, meðan stórur partur av bókastovninum stóð órørdur. Ov fáir pengar vóru til at binda bøkurnar inn, og meginparturin av inntøkunum hjá bókasavninum fara til at halda bókasavnhúsini. Hann nevnir eisini, at prestarnir dáma onki bókasavnið longur, tí teir halda, at tað vanliga fólkið eigur ikki at lesa annað enn gudiligar bøkur. Ein bókaskrá yvir savnið verður gjørd á sumri 1906, og hon verður seinni prentað. Um hetta mundið eigur bókasavið 6.036 bind.

Davidsen doyr sum nevnt í 1878, og ikki fyrr enn amtsbókasavnið varð skipað sum høvuðsbókasavn fyri Føroyar í 1921, og M. A. Jacobsen verður settur sum bókavørður, kemur so smátt gongd á aftur virksemið.
Bókasavnið fær eisini hesi árini bókagávur, bæði frá føroyingum og uttanífrá, m.a. eitt stórt savn av tvítøkum frá Kgl. Bókasavninum í Keypmannahavn í 1924.

Tá bókasavnið fylti 100 ár 5. november 1928, heitti bókasavnsstýrið á M. A. Jacobsen at skriva eitt minnisrit, sum kom út í 1929.
Í grein í Bogens Verden sama árið um bókasavnið er M. A. Jacobsen ikki í iva um týdningin, sum bæði H. C. Lyngbye og Rafn hava havt. Um útgávuna hjá Lyngbye av Sjúrðar kvæði 1822 nevnir M. A. Jacobsen, at: “Det er denne Udgave, som henleder Opmærksomheden paa Færøerne, og den Interesse, som derefter udvistes fra dansk Side for vore Fortidsminder, virkede atter ansporende paa de oplyste blandt Færingerne”. M. A. Jacobsen nevnir eisini arbeiðið hjá Rafn, eitt nú at útgávan hjá honum av Føroyingasøgu í 1832 eggjaði hesum føroyingunum at halda fram at savna inn føroysk fólkaminni.
Nú hundrað ár vóru liðin, síðan bókasavnið var stovnað, vitjaði Maria Mikkelsen (1877-1956), savnsvørður á Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, grøvina hjá Rafn á Assistenskirkegården í Keypmannahavn. Hon legði vegna bókasavnið krans á grøvina, og á bandinum stóð áskriftin: Í takksemi frá Føroya Amts Bókasavni 1828-1928. Í taluni á grøvini nevndi Maria týdningin, Rafn hevði havt fyri Føroyar og føroyskt mentanarlív.

Bókmentir
Sverri Fon: Bókasavnsarbeiði í Føroyum. Í: Útiseti 3, 1948, s. 100-111.
M. A. Jacobsen: Færø Amts Bibliotek 1828-1928. Í: Bogens Verden, 1929, nr. 6, s. 73-81.
M. A. Jacobsen: Føroya Amts Bókasavn 1828-1928. Minningarrit. Tórshavn, 1929.
Katalog over Færø Amts Bibliotek. Ved R. C. Effersø og J. Lauritsen. Tórshavn, Fram, 1909.
Ole Harbo: Færø Amts Bibliotek. C. C. Rafn: Bilandenes bibliotekspionér. Í: Bibliotekspressen 15, 2004, s. 434-435.
Ole Harbo: Islands Stiftsbibliotek. C. C. Rafn: Bilandenes bibliotekspionér. Í: Bibliotekspressen 14, 2004, s. 414-415.
Ole Harbo: Oldskriftselskabets almægtige sekretær. C. C. Rafn: Bilandenes bibliotekspionér. Í: Bibliotekspressen 14, 2004, s. 412-413.
Ole Harbo: Sydgrønlands bogsamling. C. C. Rafn: Bilandenes bibliotekspionér. Í: Bibliotekspressen 15, 2004, s. 435-436.

Gestsins eyga

Hon mátti koma. Bókin um Astrup. Og nú er hon her. Rithøvundurin Páll Holm Johannesen er blaðmaður og hevur undan hesari eisini skrivað bókina Tey sóu reytt. Víðgongdi vinstrivongurin í Føroyum 1962-1990 (2011) og ritstjórnað útgávuna Krossvegir. Essay-savn um átrúnað og politikk í 2007 saman við Heina í Skorini.

astrupGløgt er sum kunnugt gestsins eyga, og tá ið tvær siðmentanir bresta saman, øðrumegin tann heiðurliga danska, her umboðað av Jørn Astrup Hansen, sum verður sendur til Føroyar, tá landið enn einaferð ók á knøunum, og hinumegin tann óstýriliga føroyska, tá er úrslitið givið. Vit kenna tað frá Asterix og Obelix, teir báðir gallararnir, sum góvu rómverska stórveldinum ganir. Og hvør minnist ikki prestin Peder Børresen í skaldsøguni Det gode håb hjá William Heinesen, sum er um at koma í rasshaft av fávitskutum føroyingum og eini muturspiltari mest danskari klerka- og embætisstætt. Tað er av sonnum ein nívandi løta hjá prestinum, tá ið hann umsíðir má ásanna, at hann hevur mist alt álit á yvirvøldini.
Og hetta er áleið sama upplivingin, sum Astrup fær av Føroyum, tá ið hann 1. januar 1993 kemur higar at rudda upp í Sjóvinnubankanum, sum var farin á húsagang á sjálvum 60 ára degnum 6. oktober 1992. Tí føroyingum bjóðar tú ikki av á heimavølli, allarminst um tú ert útlendingur.
Bókin snýr seg ikki so nógv um royndirnar at bjarga bankanum og føroyskum vinnulívi, men heldur meira um, hvussu Astrup má læra føroyingar, at bankavirksemi er ikki ein almannastova, sum hjálpir neyðstøddum. Og tí var tað uppliving við lít, tá ið ein heil bygd einaferð stóð inni á skrivstovuni hjá bankastjóranum við borgarstjóranum á odda við kravi um, at nú mátti bankin geva flakavirkinum lán, tí fólk vildu sleppa til arbeiðis. At virkið eisini skuldi bera seg, kom ongum til hugs. Tá var tað Astrup kom við kravinum, at verkætlanir skuldu vera ’bæredygtige’, sum síðan er blivið til buzzorð í Føroyum, tí nú tosa øll um burðardygd, ofta uttan reiðiliga at gera sær greitt, hvat orðið merkir.

Henda bókin um Astrup er ein lýsing av nógvum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, sæð við hansara eygum. Lýsingin fer ikki altíð í dýptina, kanska tí at Astrup er tann typan sum heldur, at tað, hann førir fram, er so eyðsæð, at tað má ein og hvør idiotur kunna skilja.
Eitt, sum eg gjørdist varugur við, tá eg las bókina, var leikluturin hjá politisku skipanini, sum gjørdi lítið við at loysa átroðkandi vinnu- og samfelagstrupulleikar, men mest brúkti orku til at verja politisk fylgisneyt og persónlig ella lokalpolitisk áhugamál. Hetta máttloysið verður lýst við fleiri dømum í bókini. Hóast danskari og bankastjóri, so byrjar Astrup næstan beinanvegin at leggja seg út í kjakið um týðandi samfelagsmál, tað veri seg umsitingin ella manglandi umsitingin av fólksins ogn. Hann peikar á sjúkueyðkenni í høvuðsvinnuni. Hann øtast um fámannaveldið, sum eins og í Ruslandi hevur veruliga valdið í landinum, meðan politiska skipanin skinklar, sum hann tekur til. Og tá tann annars smædni Astrup leggur seg út í kjakið, so er tað eitt slag av neyðverju, tí hann upplivdi ferð eftir ferð, at bankin varð gjørdur til syndabukk fyri nakað, sum tann veika politiska skipanin átti at taka sær av, men ikki fekk tikið sær um reiggj. Hann varnast eisini, at høvuðsvinnan er korporativt skipað, reiðarar og fiskimenn eru bókstaviliga í sama báti, so har er eingin áhugakonflikt. Fíggindin er hini.
Astrup spyr, hví tey lærdu ikki gera vart við seg í almenna kjakinum, tí tað eiga tey at gera afturfyri, at samfelagið hevur givið teimum eina góða útbúgving og serligar førleikar. Men tey tiga, tey flestu, og kanska ikki uttan grund. Stuttligt er tað annars, at Astrup eisini er tann, sum fekk jarðlagt ósiðin, at bløðini skuldu vera á tremur við dulnevndum lesarabrøvum. Sig so tað.

Tú fært annars varhugan av, tá ið tú lesur bókina, at bankastjórin er eitt sindur av einum skápsmarxisti, tí honum dámar ikki stóraktionerar, sum keypa partabrøv við læntum peningi, men vil heldur hava, at ein breiður ognarskari eigur avgerandi vinnutólini so sum bankar o.tl. Tað skapar undirtøku og ábyrgdarkenslu. Og so er Astrup eisini romantikari og vil varðveita postverkið upp á tann gamla mátan. Men har er tíðin nokk ikki í hansara parti, og har vendist vist ikki aftur.

Tað er vert at leggja til merkis, at bankastjórin eisini er fullveldissinnaður, tí hann var sannførdur um, tá ið fullveldið var á skránni, at tað var rætt, at vit vildu standa á egnum beinum. Men hann heldur lítið um fullveldistilgongdina, tí tá vildu teir hava alt og fingu einki, og eftir standa vit við sama óloysta tjóðskaparspurningi, sum framvegis køvir alt veruligt politiskt kjak og politisk átøk her á landi. Men danskarar áttu sín lut í, at tað gekk so illa við hesum samráðingunum, og kann tað koma av, at danska stjórnin ”var snøgt sagt bæði móð og troytt av føroyingunum um aldarskiftið. Kendi seg eyðmýkta. Serliga bankamálið mundi vera henni ovboðið.”
Ríkisveitingin átti at minka í góðum tíðum, heldur Astrup, og kanska at verið økt, tá ið verri stóð til. Men at taka ímóti ríkisveiting og spara hana upp til at fíggja loysingina, tað heldur hann vera lítið virðiligt.
Í Búskaparráðnum hevur Astrup mælt til at avtaka sjómannafrádráttin og serligu fiskavirkisskipanina hjá ALS, og tí undrar tað ikki sørt, at hann dittar sær oman í Rotary at eta døgurða við tí betra slagnum. Stuttligt er eisini, at Astrup av tilvild verður boðin við á matstovu í Tivoli, tá ið keypararnir fara har at hátíðarhalda íslendskt fíggjaða keypið av sørvágstrolaranum Vesturvón. Tí Astrup dámar als ikki íslendsku innrásina, sum kom við íslendska bankanum Kaupthing. Tí hetta var vist ikki tað góða gamla varisliga bankavirksemið. Men øll vóru jú bergtikin, og hetta setti onnur í skammikrókin, men sum tikið til í danska sanginum: Det sku’ vær’ så godt, og så’ det faktisk skidt.

Jú, hetta er spennandi bók. Men hon er ikki spennandi allan vegin. Tað er í so nógv av knøppum vendingum í bókini, ið sum frá líður fær bankastjóran at ljóða ov nógv sum ein, sum altíð veit betur. Tað eru tí brot í bókini, sum ikki siga so nógv nýtt ella avgerandi. Bókin skuldi sambært innganginum vera lættlisin, og tað er hon, kanska burtursæð frá 11. kapitli, sum Astrup sjálvur skrivar um skattamálið hjá Eik. Tað virkar eitt sindur klínt uppí. Tað er alt ov langt, tí vit fata poengið nokkso skjótt. Tað virkar sum er rithøvundurin tikin av ræði.

Tað løgnasta er, at hóast vit høvdu bankakreppu fyrst í 1990’unum, so fingu vit guðsdoy bankaskrædl aftur í 2010. Og Astrup varskógvaði um hetta, so tað ikki gjørdist til eina ólukku fyri landið. Tann søgan, tá ið bankin varð bjargaður, er stuttlig, tí hon er líka surrealistisk, sum nógv av tí, Salvador Dali málar. Hvussu Føroyar fingu ein banka aftur fyri næstan einki, og at hesin skuldi enda sum ogn hjá TF Holding, sum Astrup hevur lítið gott at siga um, tað er og verður gátuført. Og tá so skattamálið kemur aftrat, tá er bikarið vist meir enn á tremur.

Eg helt annars ikki, at eg fekk so nógv nýtt at vita um persónin Astrup, men hann hevur eisini verið meir alment frammi enn tey flestu.

Kanska er henda bókin ikki allur sannleikin um Føroyar, og tað skuldi hon heldur ikki vera, men hetta er undirhaldandi og viðkomandi sannleiki, og var tað ikki eitt land, tað snúði seg um, so flenti tú í kíki, meðan tú las. So er bara eftir at spyrja, um nakað er broytt?

Skrál

Tað er í grundini løgið við hesum nógvu pástandunum, sum nú eru at hoyra, at Trump skal vera eitt serligt slag av politikara, tí at hann sigur ósatt. Hvør skal siga, at aðrir politikarar siga sannleikan.
Tað er sjálvandi nakað tvætl.

Allir politikarar bera fram hálvar sannleikar.
Vit verða alla tíðina undirdíkt í upplýsingum, sum skulu stuðla einum ella øðrum hjartamáli ella onkrum politikara ella onkrari politiskari kós.
Tað stendur t.d. okkara politikarum púra frítt at skriva lesarabrøv ella tíðindaskriv, har hesir t.d. kunnu afturvísa (kritiskar/faktuellar) pástandir hjá øðrum og siga, tað passar ikki, sum hesi føra fram. (Og okkum er tað heldur ikki bannað, ikki her í hvussu er).
Og vit slúka mangan hetta, ið ført verður fram, rátt, autoritetstrúgv sum vit eru, ella tí at tað passar í okkara kram, ella tí at vit ikki makta ella tíma at gera nakað við tað.
Politikarar generalisera ofta ein sannleika, sum er sannur í einum avmarkaðum høpi, og gera harvið ein faktuellan sannleika til ein hálvan sannleika. Dømini eru ótallig. Og er tað ikki júst tí vit eiga at hava eina kritiska (ofta undirfíggjaða) pressu, sum skal kunna avdúka lygnir og hálvar sannleikar, í hvussu er hjá teimum, sum ráða, og peika á gloymdar samanhangir o.s.fr. Og tað ger mun. Eisini tað arbeiði, sum óheftir vitanarstovnar og gransking kunnu ella áttu at kunna miðla og fáa fram.

dialog

Karel Nepras, Stóra samrøðan, 1966.

Sannleikar um fólk valdast støðuni, fólk eru í. Verður alt tikið við? Er hatta øll søgan? kunnu vit spyrja.

Tá onkur t.d. sigur, at fólkapensjónistar hava fingið meira at liva fyri, hava teir so allir fingið tað? Ella eru fólkapensjónistar bara liðir í einum roknistykki. Og eru tað so bara teir, sum hava fingið meira at liva fyri? Ein pensjónistur, sum fær eina kr. meira í februar enn í januar hevur faktuelt fingið meira at liva fyri. Og var tað málið, ja, so hava vit rakt málið. Punktum.
Men veruleikin er oftast meira fløktur enn so, og beistið fjalir seg sum kunnugt í smálutunum.
Og hvør tímir í holt við beistið?
Eitt ótal av politiskum átøkum verða framd grundað á ella undirbygd við ódokumenteraðari vitan og á pástandir, sum í besta føri eru eftirfarandi, men ofta bara eru hent (skeiv) uppáhald.
Vit eru so von við hetta, at vit geva okkum ikki far um tað.
Vit góðtaka fákunnu og liva væl við tí, nøkur í hvussu er, serliga tey, sum kunnu fylla lummarnar og flenna allan vegin yvir í bankan at seta inn.
Kalli Katt stakkalin má so bíða, til hann kemur í himmalin.

Okkara skil røkkur bara til eitt vist, vit liva og virka ikki við absoluttum sannleikum, men við nøktandi ella tí, sum er fyri hond, sum frøðingurin Herbert Simon hevur skrivað um.

Munurin á Trump og hinum er – fyri at venda aftur til Trump – at Trump sigur hálvar sannleikar ella lygnir, tí at hann er steinbýttur, og hvat brýggjar hann seg um sannleikan, hann, sum uppfatar alt sum eitt realityshow, samstundis sum hann við hesum kann undirbyggja sítt at síggja til vitleysa politiska projekt.
Hini hinvegin koma við hálvum sannleikum, hóast tey sum oftast vita betri, men gera tað eisini fyri at kunna undirbyggja síni politisku projekt ella fyri at fremja eina í teirra eygum góða sak, vinna valdsspælið, koma víðari. Ongin fer at máa støðið undan sær sjálvum. Og reformar skulu til, er tað ikki so?

Nei, øll eru nú ikki líka ring, men ongin er tó fullkomin, og tað er gott at hava í huga.
Tann vinnur, sum fær rætt. So mugu vit vóna, at hon eisini hevur rætt.
Valdsleysa samrøðan hjá Habermas er góð, men mest sum ideal og fyrimyndarlig áminning, tí málið má altíð vera dialogur, onkuntíð við nevanum á lofti, men ongantíð í gronina.
Sjálvt ikki Bergur Debes Joensen hevur rætt, um vit kanna skriftina ordiliga, vil eg pástanda. Og nú kjakast vit um, um prestur hevði rætt at siga tað, sum hann segði, ella um hann átti at sagt tað. Kanska skuldi hann tagt við hasum, men skal hann tiga, so skulu nógv tiga. Stóri átrúnaðarligi spurningurin er jú eisini, um synd er til.

Gott kortini, at vit ikki altíð fáa tað eftir vild.

Tú ert mær so fitt, so fitt

roks1Nú er útkomin snotilig bók við heitinum Føroyska rokksøgan, sum teir fýra Hans Egholm, Kartin L. Hansen, Uni L. Hansen og Niels Uni Dam hava skrivað. Talan er um eitt ordans verk, eina bók í stórum broti, ið er fleiri enn 400 síður. Og har er sanniliga eisini ein søga at siga.
Bókin er kjokkfull av frásagnum um ymsar hendingar, persónar, tónleikabólkar, feløg, tónleikarák, vitjanir, útgávur, konsertir, sangleikir og festivalar. Tað ber eisini væl til at tosa um søgu, tí føroyskur rokk- og popptónleikur hevur eina tíðarfesta byrjan í 1950’unum, og hann mennist og heldur áfram. Rokktónleikur er fyrst og fremst eitt ungdómsfyribrigdi, men summi vera verandi tónleikarar langt upp í árini og fáa at enda almenna viðurkenning fyri síni avrik.

Lat meg byrja við at siga, at eg haldi, at Rokksøgan er væl úr hondum greidd, og hon vísir sjálv, at evnið er viðkomandi, og at tað er umráðandi, at vit fáa henda partin av føroyskari søgu lýstan so væl sum tilber.
Rithøvundarnir grundgeva í innganginum fyri, hví vit skulu hava eina bók um føroyska rokksøgu og gera tá vart við, at rokktónleikur er av stórum mentanarligum og búskaparligum týdningi. Rokktónleikur er ikki longur eitt ítriv ella nakað tú hevur til stuttleika, og í Føroyum verður hesin tónleikurin tikin í stórum álvara av tónleikarum og lurtarafjøldini og er sum nevnt nú eisini viðurkend mentanargrein.

Bókin er skipað í seks partar, ein fyri hvørt tíggjuáraskeiðið frá 1950’unum og so framhaldandi, og tað passar eisini rættiliga væl við, hvussu hendingarnar í føroysku rokksøguni hava háttað sær.

Tvær avgerandi hendingar
Tað tykjast vera tvær avgerandi hendingar í 1950’unum, sum stimbra føroyskan rokktónleik. Onnur er, at Útvarp Føroya verður stovnað í 1957, og hin, at fyrsta føroyska poppplátan kemur út sama árið.
Tað var lív í tónleikinum í Havn, eitt nú tá ið Simme og tey spældu til dans í Tórshøll, og tá Simme, sum hevði fingið tónleikaíblástur í Keypmannahavn, á heysti 1955 stovnaði Blue Star Club, sum skuldi menna tónleikalívið í Føroyum. Ikki øll vóru so fegin um hetta nýggja, og at tey virknu á óalmenna listapallinum ofta verða viðfarin sum útskot var vanligt fyrr, og er tað kanska enn.
Longu á vári 1957 skipaði Simme fyri ungdómssendingum í Útvarpi Føroya, har tann prestlærdi Axel Tórgarð tá var stjóri. Um tað hevði nakað at gera við, at Hansemann, ið var bróðir útvarpsstjórans, fór undir plátuútgávu, skal eg lata vera ósagt. Men Hansemann dugdi á at skyna, hvat var á vási, og hann skipaði fyri, at fyrsta føroyska poppplátan, Sunnukvøld í Planstasjuni, varð tikin upp og givin út.
Í sendingini Minnist tú enn, 1. partur (sending í 13. pørtum, sum var send í sjónvarpinum á heysti 2010 og til 2013), sigur Christoffer Jensen í Klaksvík, sum minnist hendingina, at fólk hildu tað vera undarligt, at føroyingar skuldu kunna geva út eina poppplátu og enntá á føroyskum, tað bar líkasum ikki til.
Men tað gjørdi tað jú og hevur gjørt tað síðan.
Tað er annars áhugavert, at tað er millum skótarnar, at nýggja tónleikarákið í 1950’unum serliga ger vart við seg. Har lív er í frammanundan, kemur ofta meira lív í, og tað er eisini vert at hava í huga, at skótarnir ikki fyrst og fremst vóru ein átrúnaðarligur felagsskapur, men ein skipan at sosialisera ungdómin á sunnum grundarlagi, sum vit onkuntíð taka til. Ungdómurin skuldi og vildi vera virkin.
Á skótalegu í Skotlandi í 1956 hoyrdu føroysku skótarnir skiffletónleik, sum hugtók teir nógv. Tónleikur varð eisini framførdur, tá ið skótarnir komu saman til ymisk hald. Teir skipaðu fyri skótateiti, The Gang Show, í mars 1958 í Sjónleikarhúsinum, og partar av teitinum vórðu sendir í Útvarpinum. Her vórðu, umframt kendar útlendskar sangir, eisini framførdir føroyskir sangir, sum seinni gjørdust poppklassikarar, eitt nú tónleikavarðin Rasmus, sum fær drúgva umrøðu í hesi bókini.

roks2
Hesin sami ungdómur stovnaði í 1958 Tónleikarfelagið, sum hevði sum endamál at vekja ans fyri og fremja tónleik í Føroyum og verja rættindini hjá føroyskum tónleiki, tónleikarum og tekstrithøvundum. Merkisvert at tey ungu longu tá skuldu hugsa um hetta.
Hetta virksemið og serliga tað hjá skótunum verður í Rokksøguni kallað frumrokkur, ein serføroyskt byrjan, sum ikki enn kann javnmetast við tann útlendska rokktónleikin, sum tá hoyrdist í úrvarpi og á plátu. Tí hava høvundarnir eisini givið Rokksøguni undirheitið Frá frumrokki til altjóða tónleikapallin.
Tað er so heppið, at nógvar av tónleikasendingunum við spæli og sangi, sum eitt nú Tónleikarfelagið skipaði fyri í útvarpinum, eru varðveittar, og tí ber til at gera sær eina mynd av, hvat tað var fyri tónleikur hesi ungu spældu tá. (Savnað á útgávuni Tónleikarfelagið 50 ár. 3 fløgur. 2008)

Ikki bara undirhaldssøga
Tað eru nú plátuútgávurnar hesi og tey komandi árini, sum gera, at henda Rokksøgan ikki bara er undirhaldssøga, men verulig tónleikasøga. Umframt útgávurnar, sum Simme skipaði fyri, vóru eisini tær, sum Tey av Kamarinum, ein tónleikabólkur, sum skarðaði framúr, góvu út. Her eru tað serliga sangirnir og løgini hjá Nicolinu, sum eru sermerkt. Eg legði til merkis umrøðuna í bókini av sanginum Lívið, sum Nicolina skrivaði til eina vinkonu, sum misti sín elskaða drong við Stella Argus. Tað er ikki nevnt í Rokksøguni, men tað hevur undrað meg, at teksturin, sum skal ugga gentuna, als ongar tilsipingar hevur til tað átrúnaðarliga. Tað verður nevnt, at vinir ofta svíkja tey í svárari neyð, men at tað er tíðin og vónin um, at aftur skal koma eitt vár, sum lekir sárini. Kanska eitt dømi um, at popptónleikur er ella átti at verið eitt heilt egið mentanarfyribrigdi.
Tað undrunarverda er kortini, at tey ungu, sum spældu henda nýggja tónleikin, ikki hava verið í iva um, at føroyskur rokkur ella poppur skuldi syngjast á føroyskum. (Nógvar av hesum fyrstu plátuútgávunum eru savnaðar á Vit Minnast 1 og 2. Hansemann Tórgarð. 2 LP’ir. 1973 og 1975)

Tað skerst ikki burtur, at 1950’árini og tey fyrstu 1960’árini eru nakað heilt serligt í føroyskari rokksøgu, men tað endar ikki her. Tað koma fleiri tónleikavarðar og tað er gongd og menning í tónleikavirkseminum alla tíðina. Útlendingar, sum fylgja við, undrast og spyrja, hví tað er so nógvur tónleikur í Føroyum? Nakað einfalt svar er ikki, men egið mál, at vera fjarsettur, kvæðini og andaligi og verðsligi sangskatturin gera helst sítt, men Rokksøgan umrøður í hvussu er ein part av allari hesari tónleikanøgdini.

Í seinnu helvt av 1960’unum er bretski rokk- og popptónleikurin alráðandi, og tann, sum vildi gera seg galdandi, var noyddur at spæla tøkuløg og kendu poppløgini, sum fólk dansaðu til. Føroyska høvuðsnavnið Faroe Boys vóru væl dámdir og spældu væl. So væl at teir vórðu róptir føroysku ’bitlarnir’, tá ið teir spældu í Íslandi. Men nakað nýbrot kom ikki frá teimum, og heldur ikki við trýssárabólkinum Cream Crackers, sum spældi um hetta sama mundið og spældi tað, vit kallaðu progressivan rokk.
Men hvør veit, hvar føroyskur poppur hevði verið í dag, um teir í Faroe Boys á sinni høvdu fingið frí úr skúlanum at spæla í eini kendari undirhaldssending í svenska sjónvarpinum. Frí fingu teir ikki, og neyvan var tað hent í dag, og ein skúlastjóri hevði forðað gávuríkum unglingum at fáa eitt altjóða ’gjøgnumbrot’.
Í Rokksøguni kunnu vit eisini lesa um poppkonsertirnar, sum vóru í 1960’unum – onkuntíð við go-go-gentum og kappingum um, hvat orkestur var tað besta. Hetta sama verður jú endurtikið væl seinni við Prix Føroyar í eitt tíggjuáraskeið frá mitt í 1990’unum. Eitt afturvendandi evni í kjakinum hesi árini eru halgidagslógin, sum ikki loyvdi, at tað varð dansað aftaná midnátt leygarkvøld, og annars vánaligu dansiviðurskiftini.
Útvarpið sendi tónleik fyri hálvvaksin, og seinni gjørdist Kári Helmsdal útvarpshetja, tá hann byrjaði sína sending við: Gott kvøld allir popparar.

”Bjargingin kom úr Danmark”
So valdi poppídnaðurin at seta ferð á diskoalduna, og vit fingu dans við plátuvendara. Livetónleikurin varð, sum teir taka til í Rokksøguni, at kalla kroystur av pallinum. Rithøvundarnir vilja vera við, at føroyski rokktónleikurin lá í einum aldudali, tá farið varð inn í sjeytiárini. Ein partur av forkláringini er, at nógv av teimum ungu fóru av landinum at lesa. Rokktónleiki kundu tey ikki liva av.
Men har var hjálp í neyðini.
Tá ið tað bókini verður sagt, at ”Bjargingin kom úr Danmark”, so er tað Kristian Blak sipað verður til. Hann flutti til Føroyar í 1974, og hansara leiklutur í føroyskum tónleiki er ovurhonds stórur og er tað framvegis líka til henda dag. Jazzfelagið, sum hann var við at stovna, er enn eitt dømi um felag, sum av álvara setir ferð á, og slík feløg gera seg eisini galdandi seinni t.d. FUT og tónleikasamtakið Grót, sum var stovnað í 1998 og legði lunnar undir G-festivalin.
Vinstrasinnaða umhvørvið í Keypmannahavn og kabarettirnar gjørdust karmur um nakað av tí besta av føroyskum rokktónleiki, kanska mest í fólkatónleikastíli.
Hvør minnist ikki LP-plátuna Harkaliðið, sum kom í 1971 við innspælingini av vísuni Ólavur Riddararós sum popplag. Júst hetta var eisini ein fyriboðan um eitt rák, sum tekur seg upp seinni. Harkaliðið var við til at skorða undir samleikan í útisetaumhvørvinum, og tað sama gjørdu útgávurnar hjá Debes & Petersen, EP-pláturnar Bláa húsið og aðrir sangir 1973 og Mitt í eini meining í 1974 við Gullkálvavalsinum, sum hartaði føroyska dupultmoralin. Kári P. byrjaði hesi árini veruliga sína leið sum orða- og lagsmiður, sum tikið til í Rokksøguni. Endaliga prógvið um hetta var LP-plátan Vælferðarvísur frá 1978.
Aðrir tónleikavarðar á gáttini til 1980’ini vóru hin tiltikna Veðraplátan hjá Straight Ahead, sum eisini gjørdist svanasongurin hjá bólkinum. Hetta var væl spældur ektaður rokkur ”við einum ráka av disko”, ikki tøkuløg, men fyri ein stóran part egið væl frágingið tilfar. Ein onnur útgáva, LP-plátan Ábit hjá Kræklingum, boðaði frá, at nú áttu vit tónleikarar við førleikum, sum ikki stóðu aftanfyri tað útlendska. Lat so fara at onkur helt plátuna vera ’jazzuta’, sum um tað skuldi verið nakað at fýlast á. Kræklingar høvdu annars av álvara gjørt vart við seg í 1976 við lagnum Svarti Ravnur, sum ongin minni enn Martin Joensen hevði skrivað.

Ein føroyskur rokkpallur
Rættilig gongd kemur á føroyska plátuframleiðslu og -útgávur í 1980’unum. Tíðirnar tykjast ongantíð at hava verið betri. Nýggja Norðurlandahúsið, sum fær stóran týdning fyri tónleikin, letur upp 8. mai 1983. Nógv verður tikið upp í studionum hjá Milson, og vit fáa á fyrsta sinni síðan fimtiárini ein veruligan føroyskan rokkpall við týðandi bólkum, sum regluliga geva út plátur/bond/fløgur við egnum tilfari ætlað føroyingum.
Her skulu bara nevnast Frændir, sum gerast ímyndin av einum rættvísum, onkur vil kanska siga sjálvrættvísum, Føroyum, eitt sindur vinstrasinnaður popptónleikur, sum vil nakað. Frælsi, frið í heiminum, kærleika og vinalag, sum ein ummælari tók til. Eitt nú tá ið bólkurin persónger Føroyar og í einum sangi, kanska eitt nýtt slag av tjóðsangi, spyr opið: hvat heldur tú um føroyingar Føroyar. Og so eru Tinganest har við tí meira sakleysa, lætta og skemtiliga bygdapoppinum rópt vágasound. Hanus G. Johansen er eisini millum teirra, sum finnur tónlistarlig bein at standa á sum vísusangari, og nógv onnur, sum kanska ikki fáa so drúgva tónlistarliga lívsleið, geva eisini út hesa tíðina.

Hetta heldur fram øll 1990’ini. Tað er ikki óhugsandi, at tónleikurin hetta áratíggju er ein reaktión móti teimum smartu 1980’unum, sum endaðu við politiskum og búskaparligum sorgarleiki. Hetta er tíðin tá kommunisman fall, og nýggja sjónvarpsrásin MTV rúnabant tey ungu. Tutl-útgávan Rock í Føroyum (1995) vísir, hvat er í umbúna. Tungmálmur er nógv avhildin, og har koma eisini nýggj gávurík fólk framat, eitt nú sermerkti bólkurin Enekk, rappbólkurin MC-Hár, grungebólkurin Mold, og eisini Eivør stígur fram, nú vit eru við at fara inn í nýggja øld. Og tað koma nógvar útgávur hesi árini, sum eru rættir tónleikavarðar.
Tey gudiligu ungu, sum fingu íblástur frá kristiligum tungmálsbólkum sum Petra og Jerusalem – teir spældu hart og leikaðu í á pallinum – vildu nú sleppa úr tónlistarligu spennitroyggjuni. Tey halda ikki, at tað longur skal vera nakað mark millum andaligan og óandaligan tónleik.

Aftaná aldarskiftið kom rættiligt umskifti. Nýggj talent í hópatali trína nú fram á pall, ungdómur, sum er uppvaksin við internetinum, streamingtænastum og sosialu miðlunum. Tað sprettir og grør, og tað er ringt hjá okkum tilkomnu at fylgja við. Tað gongur næstan ikki vika, at ikki onkur nýggj útgáva kemur á marknaðin, og boðað verður til útgávukonsert. Vit eru mitt í alheimsgerðini, nú skal tað vera enskt, skal tað rokka, og sambært Rokksøguni, so tykjast føroyingar eisini at hava funnið sín samleika og støði eftir at hava verið eftirbátar og trilvað eftir seinkaðum rákum uttan úr heimi.
Seinkað rák er nú ein eftirlagaður sannleiki. Tí aftaná avlýstu fólkaatkvøðuna um fullveldi kom punktónleikurin 40 ár ov seint til Føroyar, tjóðveldispunk við bólkinum 200, sum fær drúgva umrøðu í Rokksøguni.roks3
Men heimurin stendur opin fyri øllum, sum hava okkurt at bera fram, og tað serliga føroyska er nú knappliga áhugavert úti í heimi. Teitur, sum vrakaði ein útgávusáttmála hjá einum av heimsins størstu plátufeløgum, vísti vegin. Nú er ikki neyðugt longur at vera undirbrotligur. Eivør kom við eklektiskum poppi í ætt við Kate Bush, Týr spældu og spæla kvæðarokk og Lena Andersen væl poleraðan og ikki einkisigandi popp. Tað skal vera autentiskt og koma frá hjartanum.
Tey ungu við tjaldi og tey við tónleikaviti savnast á G, hini við húsvogni savnast á Summasfestivalinum at hoyra teirra løg.
Techno- og elektropoppur er síðsta skríggj, og bólkar og einstaklingar sum Byrta, Greta Svabo Bech, Sakaris og Orka hava víst, at dugur er í. Søgur ganga um, at føroyingar skriva løg til heimsnøvnini á popppallinum og eyðkennisløg til sjónvarpsrøðir hjá stóru framleiðarunum. Tann góða søgan í miðlunum er nú um føroyingar, sum gera seg galdandi ella sum umboða Føroyar í útlondum. Og nú er tað ikki longur vánalig dansiviðurskifti, men dýru flogferðaseðlarnir hjá Atlantic, sum eru forðingin.

Nógv av hesum og nógv meira aftrat kanst tú lesa í Rokksøguni, sum heldur ikki hevur gloymt landaplágurnar.

Kunnu vera errin um útgávuna
Tað hevur eydnast teimum, sum hava skrivað og lagt hesa føroysku rokksøguna til rættis at geva okkum lesarum eitt upplýsandi og hent verk. Bókin byggir á prentaðar og varpaðar heimildir og á samrøður, og hon er skrivað eftir einum leisti, sum rithøvundarnir kalla journalistiskur, tvs. talan er ikki søguvísindaligt arbeiði, og tískil er heldur onki ástøði og ongin veruligur keldukritikkur.
Bókin er skrivað sum krønika, har sagt verður frá minni og meira týðandi hendingum, sum er skipaðar í tíðarrað. Men hon er góð fyri tað og slóðar í øllum førum fyri, at meiri kritiskar viðgerðir nú kunnu gerast av føroyskum populertónleiki.
Skal eg finnast at onkrum, so má tað vera, at tað onkuntíð er munur á, hvussu nógv verður gjørt burturúr, t.d. umrøður av bólkum. Her er tað helst tøka tilfarið, sum ger av, hvat er at siga, og onkuntíð er umrøðan heldur leyslig. Hinvegin eru eisini nógvar neyvar gjøgnumgongdir av ymsum hendingum og evnum.
Leitiskrá yvir bólkar og persónar er í bókini, men eg fann okkurt dømi í tekstinum, sum ikki var við í hesi skránni. Fínar myndir eru í bókini, men nógvar av myndunum eru í so lítlar.

Eg kann annars nevna her, at eg saknaði ein neyvari keldulista, serliga tá talan er um prentaðar heimildir, men kanska hava rithøvundarnir ikki viljað gjørt bókina ov ’akademiska’? Men allarmest sakni eg ein útgávulista, eina diskografi, so at til ber at síggja alt, sum er givið út av tónleiki, hvar og nær, løg, hvør hevur verið uppií o.s.fr. Hetta má koma, tí vit eiga í føroyskum rokktónleiki eina røð av tónleikavarðum, fyri at brúka eina vending í bókini, sum tað er vert at minnast og gera vart við.
Og í tí sambandi kann eg nevna, nú eg las hesa bókina og hevði hug at kanna okkurt nærri, at eg gjørdist ovfarin av, hvussu lítið er til av upplýsingum á netinum um føroysk viðurskifti og herundir eisini um tónleikin í Føroyum. Har má onkur taka sær um reiggj, stovnar og feløg, tí hjá lítlari tjóð sum okkum ber ikki til at dúva upp á, at einstaklingar av sínum eintingum taka sær av hesum.

Føroyska rokksøgan er ein megnar útgáva, sum rithøvundar og Bókadeildin kunnu vera errin av.

Nakrar tilvísingar:
Eilen Anthoniussen: Frá Simma til Sakaris (Heimatíðindi í Dimmalætting, 15. juli 2016. Um Rokksøguna) http://www.dimma.fo/premium-content/fra-simma-til-sakaris/
Føroyska blaðsavnið. Tey sum vilja lesa eldri tíðindi og ummæli kunnu fara inn á føroyska blaðsavnið at leita: tidarrit.fo
Joshua John Green: Music-making in the Faroes. The Experience of Music-making in the Faroes and Making Metal Faroese. Vestmanna, Sprotin, 2013. 332 síður við myndum. (Ummæli: Leivur Thomsen: Føroyskur metaltónleikur fyri vísindaligari gransking. Dimmalætting, nr. 161, 19. juli 2013. Punktum.fo s. 16-17.)
Tórður Johannesarson: Hermann. Ævisøga. Tórshavn, Glint, 2012. (Tónleikarfelagið s. 100-115)
Pauli V. Johannesen og Finnbogi Johannesen: Popp-tónleikur. Varðin, 1978, Bind 45, s. 139-141.
Janus Petersen: Felagssangur og nýggj angloinnrás. Brá, nr. 7, 1985, s. 77-79. (Ummælir Saman við tær hjá Frændum, We come for you hjá Hjarnum og Thanks to your love hjá Myrnu)
Tónleikur. Klaksvík, Studio Pegasus. Árbók. 2001 (109 síður við myndum) og 2002 (126 síður við myndum)

Nú skal tað vera

durita

Føroyar ella Visit Faroe Islands hevur av álvara gjørt vart við seg í hesum døgum við smittandi marknaðarføring, á enskum rópt Viral Marketing.

Eg haldi tað er stuttligt, tað, sum tann fryntliga og káta Durita Dahl Andreassen í reyðu topphúgvuni og stríputu ullintu troyggjuni, hevur funnið uppá. Men samstundis er tað eitt sindur pínligt ella flóvisligt – tað veldst sjálvandi um hvør tú ert – at fólk um allan heim nú fara at hugsa um seyð, tá ið tey heldur áttu at hugsa um okkum tvíbeintu.
Mær dámar onki, at Føroyar nú er staðið, har tú heilt vist kanst rokna við at hoyra mæ.

Men hetta er í øllum førum eitt væleydnað átak hjá Duritu. Eg sá stuttfilmin Sheepview360 in the Faroe Islands á YouTube beint nú, og tá høvdu umleið 200.000 sæð hann. Ætlanin við átakinum er at fáa fólk at leggja trýst á Google ella noyða tey til at koma higar at gera eitt Street View av Føroyum. Onki Street View onki stað. Higartil hava tey á Google ikki hildið tað verið ómakin vert at koma higar, men markið #wewantgooglestreetview er ikki at fara skeivur av. Hetta minnir eitt sindur um tað ferðina, tá ið ungdómurin kom saman á Vaglinum í Havn og kravdi at fáa eitt dansistað. Onnur dømi eru eisini. Kanska er okkurt í hesum, sum minnir um, tá ið The Doors í lagnum When the Music’s Over róptu We want the world and we want it… Now.

Nú fer tíðin at vísa, um Google aktar boðini, men hugskotið at lata seyð gera filmslist hevur í øllum førum vakt ans, og tað er tað sum telur í hesum tíðum, at vekja ans. Tað er við ansi sum við smittu. Tá hon fyrst hevur sett seg í høvdið hjá einum ella fleiri, er møguleiki fyri, at hon breiðir seg. Hvat ið smittar er ikki til at vita frammanundan, og tí eru tey, ella látast tey, at vera ovfarin á Visit Faroe Islands, at hetta átakið hevur fingið so stóra undirtøku. Átakið verður umrøtt dúgliga á netinum og í stóru miðlunum um allan heim; bara her um okkara leiðir í eitt nú Sky News, Frankfurter Allgemeine Zeitung, CNET og Berlingske.

Og so løgið tað ljóðar, so ætla nógvir útlendingar sær nú til Føroyar, og ferðaskrivstovur, sum fyrradagin ikki vistu, at Føroyar vóru til, skulu nú vera farnar at umhugsa at bjóða ferðir til Føroyar. Tá er tað, eg spyrji meg sjálvan, skal virkuliga so lítið til at fáa teg at velja næsta ferðamál?
Eru tað slík upplop, vit vilja hava at koma higar? Men eitt er jú at geva onkrum ans, annað er at taka undir av álvara, sum lýst í tí kenda AIDA-modellinum: Attention-Interest-Desire-Action.

Nú veit eg ikki, um hetta átakið er umhugsað út í æsir. Og hvat tað kostar. Tað hevði verið stuttligt at vita. Helst er marknaðarføringsvirðið í hesum átakinum lutfalsliga stórt, og hattin av fyri tí, tí verður onki gjørt, ja, so hendir onki. Sosialu miðlarnir lata nýggjar dyr upp, men at vera við krevur, at onkur tímir, torir og vil vera við í slíkum.
Og tað kann enntá gerast ein megasuccess, sum t.d. Justin Bieber, sum kom fram við smittandi marknaðarføring, er gott dømi um. Eg skal so ikki meta um, um hann dugir at syngja.

Eitt ivamál í hesum føri er, hvussu originalt hugskotið í grundini er. Tí av tilvild, tá eg skrivaði hesar viðmerkingarnar, kom eg fram á, at Google setti í verk eitt sonevnt Sheep View í 2015, tá altjóða seyðaár var. Kanska ikki akkurát sum hetta.
Meg minnist tó ikki, at vit hildu altjóða seyðaárið. Men lat tað nú fara, tí hjá okkum er hvørt ár seyðaár.

Uppilagstur bókavørður

Ein dagur sum hesin, tá ið tú leggur frá tær tað, sum hevur verið títt nærum eitt og alt í skjótt 50 ár, er sjálvandi sermerktur fyri meg og tey, sum standa mær næst. Í dag byrjar eitt nýtt lívsskeið; tú skalt sleppa nøkrum og byrja eina nýggja tilveru sum uppilagstur bókavørður. Eg sigi byrja. Er tað ikki heldur talan um ein enda? Tað fer so tíðin at vísa.

Havi upplivað katalog3allar broytingarnar
Eg fari her beint nú áðrenn loyst verður at loyva mær at gera støðuna upp.
Líka síðan eg fyrst í 1970’unum byrjaði at lesa til bókavørð, havi eg verið bitin av bókasøvnum og at handfara vitan og vitanarkeldur. Eg byrjaði at arbeiða sum bókavørður í 1978, og hóast eg havi verið burturfrá nakrar ferðir, havi eg arbeitt á Býarbókasavninum í Havn og á Landsbókasavninum í samfull 25 ár í bókasavnsyrkinum. Á Býarbókasavninum var eg eitt skifti barnabókavørður.

Eg eri so gamal í garði, at eg havi upplivað allar tær broytingar, sum ikki minst bókasavnsyrkinum hevur verið fyri. Tað byrjaðihjá mær í eini tíð, tá skrivimaskinan og telefonin vóru høvuðsamboð. Seinni fingu vit fax til samskifti og bíleggingar, og so hildu vit, at nú kundi tøknin ikki mennast stórt meira. Alt sum bókasøvnini áttu varð tá flokkað og skrásett á kortum, sum stóðu í smølum skuffum í bókstava- ella nummarrað.
Tann bókavørður, sum skuldi klára seg, mátti tráðlesa bókina Kilder til litteratursøgning hjá Erland Munch-Petersen, tí so visti tú, hvar man kundi finna bøkur, tíðarrit ella greinir, sum spurt varð eftir. Og Gud náði tann bókavørð, sum ikki kendi Håndbøgernes hvor står det hjá Axel Andersen. Tí har fekst vegleiðing í, hvussu og hvar tú kundi finna upplýsingar um bæði líkt og ólíkt.

katalog1

Seinni fingu vit atgongd til bókalistarnar hjá fleiri av teimum stóru bókasøvnunum uttanlands á sonevndum microfiche. Hetta vóru plastkort við teldugjørdum mikroteksti, sum skuldi lesast í stórum microfichelesarum, skrumbul, sum vóru til støddar sum eitt køliskáp. Men hetta bøtti munandi um møguleikarnar at læna bøkur frá bókasøvnum uttanlands, tað, sum vit rópa fjarlán ella ILL (Interlibrary loan), og sum hevur so stóran týdning hjá einum lítlum landi, sum liggur so fjarskotið.

Tá internetið kom inn á bókasøvnini
Tann mest spennandi tíðin, eg havi arbeitt sum bókavørður, vóru árini á Landsbókasavninum frá 1994 til 1999. Hesi árini fingu vit teldurnar og internetið, og tað broytti sum kunnugt alt.
Eg var um hetta mundið saman við Kartna Ravnsfjall, bókavørði á Býarbókasavninum, á ráðstevnu í Finlandi um, hvussu bókasøvnini fóru at brúka internetið í sínum kunningarvirksemi. Og har hoyrdi eg á fyrsta sinni um eitt, tey róptu HTML, HyperText Markup Language, sum verður brúkt at forrita heimasíður við, og tað sá eg beinanvegin, at skuldi tú ikki glatast, so var bara eitt at gera, og tað var at læra seg HTML beinanvegin og út í æsir. Eg var eisini við til at gera um ikki tað fyrstu, so eina tað fyrstu føroysku heimasíðuna onkuntíð í seinnu helvt av 1990’unum. So eitt sindur av pioneri hevur man verið. Og eg var ikki lítið errin, tá ið eg í 1996 fekk eina grein um internetið í Føroyum við í kenda online-tíðaritið Ariadne.
Og nú eg eri farin at reypa, kann eg nevna, at eg stílaði fyri, tá ið vit í 1995 fingu føroyskt ISBN, hetta bókatalið, sum verður brúkt av bókasøvnum og í bókasølu um allan heim. Eg vitjaði í hesum sambandi týska tjóðbókasavnið í Berlin, sum hevði umsitingina av ISBN um hendi, so tá var man mitt í verðini. Beint eftir aldarskiftið var eg við í norðurlendskum samstarvi at fáa atgongd til altjóða vísindaligar leitigrunnar og tíðarrit á netinum, tað, sum seinni varð til E-feingi.

Bókasavnsyrkið ikki er eitt kall
Eitt annað, sum hendi hesi árini, var tá ið vit ásannaðu, at bókasavnsyrkið ikki er eitt kall, men ein professjón. Kundin, ikki lánarin ella lesarin, men kundin hevði krav uppá at fáa tænastugóðsku. Eg las bókina Service management eftir svian Richard Normann, og tað var næstan sum at síggja ljósið, tá eg lærdi um hugtøk sum back office og front office, og at er óskil í back office, so verður ikki minni óskil í front office, har bókavørðurin og kundin hittast. Hesin fundurin millum bókavørðin og kundan er avgerandi løtan, sannleikans løta, tá bókavørðurin skal vísa, at hann ella hon eru verd sín hatt. Miseydnast avgerandi løtan, og kundin fær ta uppliving, at hann ella hon ikki hevur við professionell fólk at gera, og at tænastan, ið veitt verður, ikki stendur mát, tá er skjótt deyðin í durunum.
Eg var skelkaður av hesi vitan og valdi beinanvegin at fáa mær hægri útbúgving.
Í tvey ár sat eg aftur á skúlabeinki á bókasavnsskúla, og í 2004 fekk eg ein so fjákutan tittul sum cand.scient.bibl.
Men glaður var eg, tí nú var eg eisini professionellur.

Eitt, sum eg lærdi tá, var, at skalt tú skilja, hvussu ein stovnur ella arbeiðspláss virkar í løtuni, so er neyðugt at hyggja eftir søguni hjá stovninum ella arbeiðsplássinum.
Óvist hví, so hava bókasøvn ongantíð vunnið sær status sum veruligur mentanarberi í Føroyum. Bókasøvn hava ongantíð verið raðfest serliga høgt her hjá okkum. Lesa vit frásagnir um bókasavnsviðurskifti í Føroyum, so er talan um eina langa harmasøgu, har allir landsbókavørðirnir hava gramt seg um, at teir hava havt ov lítíð tilfeingi, at teir hava kunnað røkt sínar lógarásettu skyldur. Ella sum ein landsbókavørður tók til, at starvið sum landsbókavørður mundi helst vera einasta starv, har tú fekst løn fyri at bróta lógina.

Ein stórætlað bókasavnslóg, sum varð vrakað
Bókasavnslógin í 1988 var stórætlað, men skjótt kom fram, at landið helt seg ikki hava ráð at fremja so stóra ætlan, og tá kreppan kom fyrst í 1990’unum, varð henda ætlan tægað sundur, so hon næstan varð verri enn onki. Og eg tori at siga, at har standa vit enn.
Tá kreppan leikaði harðast á, minnist eg, at ein Finn Norman Christensen einaferð, í 1995 haldi eg tað var, kom at vitja á Landsbókasavninum. Eg gjørdi meg til at greiða honum frá, hvussu týðandi tænastur Landsbókasavnið og bókasøvnini høvdu at veita, men hann hevði skund, og tað lýsti av honum, at bókasøvn vóru ikki tað, sum hann helt fór at bjarga landinum. Tað var helst fyrstu ferð, at eg gjørdist varugur við, at bókasøvnini eru ikki tað, sum liggur fremst í huganum hjá embætisfólkum. Og tað haldi eg meg mangan hava sannað síðan.

So var friður nøkur ár, men ein dýrdarmorgun einaferð beint eftir aldarskiftið brast bumban. Fólk frá Mentamálaráðnum, (hetta við ráðum var vist nakað, sum Finn Norman Christensen kom við), komu á Landsbókasvnið at greiða starvsfólkunum frá, at nú fóru vit skjótt at verða løgd saman við hinum almennu søvnunum. Almennu útreiðslurnar skuldu tálmast, og onkur heiðin hundur við ringum effektiviseringsherðindum fekk tað hugskotið, at alt, sum eitur okkurt við savn, helst er eitt og tað sama. Og hví skulu vit hava fleiri av tí sama?
Eins og karismatisku rørslurnar róptu Kristus er svarið, so róptu embætisfólkini: samanleggingar eru svarið.
Í undangongulandinum Noregi høvdu tey skipað øll søvnini undir ein hatt, ABM, sum hesin hattur varð róptur: arkiv, bibliotek og museum. Og vit vildu sjálvandi tað sama. Í 2010 ásannaðu tey í Noregi, at bókasøvnini hildu tað vera í so trongt í hesum hattinum, og tey vóru tí hálað upp úr aftur og rikin fyri seg sjálvan.
Okkara ætlanir at leggja saman hildu tó fram og vóru kanska meiri radikalar enn í øðrum londum. Her hjá okkum skuldu søvnini skipast sum ein stovnur, og her skuldu koma sparingar og synergieffektir. Eg skal ikki gera meira burturúr hesum, tí hetta er ikki mítt borð longur, men eg fari fyri egna rokning og uttan at vilja ganga nøkrum ov nær at loyva mær at pástanda, at bókasavnsvirksemi er so serligt, at tað kann ikki rekast sum annað enn bókasavnsvirksemi, við ella uttan samanlegging. Mentan er sum ein ælabogi, og bókasøvnini eru ein av litunum.

Heili 37 arbeiðsøki og so LEAN
Tað var eitt sindur av tilvild, at eg í 2011 varð settur sum deildarleiðari á Landsbókasavninum, sum nú var ein deild í Søvnum Landsins. Eg hevði tá líkasum valt bókasavnsarbeiðið frá, og ætlaði mær aðrar yrkisligar vegir. Men eg søkti og fekk starvið.

Eg havi enn handritið til tann fyrsta starvsfólkafundin, eg hevði við tykkum eftir at hava tikið við. Har nevni eg ikki færri enn 37 arbeiðsøki, sum eg helt, leiðarin mátti halda skil á. Eg nevndi m.a. eisini raðfestingar, at lýsa høvuðsmál og orða eina visjón fyri deildina, akkurát sum tað stendur í teimum nógvu vegleiðandi bókunum um leiðslu. Tað tyktist so einfalt, men sum tað stendur í sanginum hjá Hans Andriasi: eitt er at stýra pennaskafti, lukkan annað er, í sjóroki og kavaódn at stýra millum sker. Eg vil kortini ikki siga, at tað hevur verið sjórok og kavaódn á Landsbókasavninum, men at stýra her hevur ikki verið bara sum at siga tað. Eg minnist eisini, at eg longu 18. februar 2011, tá eg hevði verið nakrar vikur í starvi, kunngjørdi fyri starvsfólkunum, at nú fóru vit skjótt at brúka nútímans leiðsluháttin LEAN á Landsbókasavninum. Eg helt meg tá síggja, at starvsfólkini vóru ivasom, og eg skilti hálvkvødna vísu og legði tí LEAN til viks, tíðin var ikki búgvin, og tað einasta LEAN, vit síðan hava havt á Landsbókasavninum, er játtanin.

Tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar, verður sagt. Og soleiðis man vera í øllum lutum, eisini her á Landsbókasavninum. Nú kann tað tykjast, sum eg bara síggi svart og ongan glotta hómi. So er ikki. Eg haldi, at vit øll, hvør í sinum lagi, hava gjørt tað, sum kundin kann vænta av okkum. Alt er ikki komið upp á pláss, minni enn so, men eg havi hug at nevna okkurt, sum hevur glett í hvussu er meg. Vit hava havt fleiri spennandi framsýningar og hald, talgildingin av føroysku bløðunum hevur hepnast stak væl, og eg kenni meg sannførdan um, at førleikamenningin av bókavørðunum, sum hevur verið, fer at geva avkast í longdini.

Mikrofilmarnir eru nú allir talgildir og á netinum: tidarrit.fo

Mikrofilmarnir eru nú allir talgildir og á netinum: tidarrit.fo

Gera alt tað føroyska livandi og fáa tað meira í umferð
Landsbókasavnið skal sjálvandi varðveita alt, sum verður givið út í Føroyum, antin tað so er á prenti ella á netinum. Tað er so eyðsæð. Men uppaftur størri týdning hevur miðlingin av serliga føroykum bókmentum, og tað er her, at Landsbókasavnið kann vera við til at skapa veruliga virðisøking. Landsbókasavnið er okkara tjóðbókasavn, og tjóðbókaskráin skal ikki bara vera skráseting, men hon skal gera tað møguligt at miðla alt tað føroyska, gera tað livandi og fáa tað meira í umferð, tað verið seg nýtt ella gamalt. Eftir mínum tykki átti Landsbókasavnið eisini langt síðan at havt fingið uppgávuna at vera føroyskt vísindabókasavn, og at tað ikki enn er hent, er helst tað, sum harmar meg allarmest, nú eg leggi frá mær.

So løgið tað ljóðar, so síggi eg ljóst upp á framtíðina. Tit, sum eru eftir í bókasavnsyrkinum, eiga at hava góðar vónir um eina spennandi komandi tíð.
Eg veit at fleiri bókavørðir hava lisið bókina Viden i spil, sum nøkur donsk bókasavnsfólk góvu út í 2012. Vitan er á breddanum, og at arbeiða við vitan og fáa hana fram á pall er tykkara fremsta uppgáva. Vitan flytur seg ikki sjálv, hóast tað kann tykjast so í hesum døgum, men fær bara virði, um hon verður viðgjørd og handfarin.

Eg fari at enda her við at takka tykkum øllum her á Landsbókasavninum fyri hesi hálvsættu árini, eg havi verið her, og ynskja tykkum alt tað besta í komandi tíðum.

Erhard Jacobsen
Fráfarandi leiðari á Landsbókasavninum

Røða hildin á fráfaringarsamkomu á Landsbókasavninum mánadagin, 4. juli 2016.

Miles 90

Tommy Potter, Charlie Parker, Miles Davis, Duke Jordan, Max Roach, August 1947

Tommy Potter, Charlie Parker, Miles Davis, Duke Jordan, Max Roach, August 1947

Miles Davis hevði fylt 90 ár í dag, var hann á lívi. Hann var sum kunnugt ein av teimum heilt stóru jazztónleikarunum, hóast honum ikki dámdi orðið jazz.
Hann spældi tónleik, og tað er við tónleiki, sum við mati: tú tekur tað, tær dámar, sum Miles skemtiliga tók til í eini sjónvarpssamrøðu.

Søgurnar um Miles Davis eru nógvar, og onkrar hevur hann funnið uppá sjálvur. Ein søga er um, at Duke Ellington skal hava sent boð eftir Miles, tí hann vildi hitta hann. Miles, sum tá hevur verið fyrst í 20’unum, fór at vitja Ellington ‘cleaner than a motherfucker’, sum hann tekur til í endurminningunum. [1] Tá Miles kom inn á skrivstovuna, sat Ellington í stuttum buksum við onkrari damu í fanginum, og Miles var skelkaður. So sakleysur mundi Miles neyvan vera seinni. Ellington bað Miles koma at spæla við sær, men Miles kundi ikki taka av tilboðnum, hóast hann kendi tað sum stóran heiður at verða spurdur.
Miles arbeiddi tá við upptøkunum til útgávuna The Birth of Cool [2], so hetta hevur verið í 1949 ella 1950, og henda útgávan hevði størri týdning fyri Miles enn at spæla við í orkestrinum hjá sjálvum Duke Ellington.

Beint frammanundan hevði Miles spælt saman við Charlie Parker, men hesin spældi so skjótt, at Miles hevði ilt við at fylgja við. Og so var heldur onki skil í Parker, sum dámdi væl rúsevni av tí sterkara slagnum.
Tónleikurin á The Birth of Cool er heilt øðrvísi enn tað, sum Miles og Parker plagdu at spæla; í hvussu er meira cool, kunnu vit siga.
Miles sigur um hesa útgávuna, at hon hevur røtur í svarta tónleikinum, og tónleikurin kom frá Duke Ellington, sigur Miles í endurminningunum.
Gil Evans, sum stjórnaði nakað av tónleikinum á The Birth of Cool, var stórur Ellington-fjeppari. Miles and Evans hittust í 1947, og teir høvdu felags tónlistarlig áhugamál. Miles sigur um Evans, at hann legði líka í húðalit. Hann var ein av teimum fyrstu hvítu, eg hitti, sum var soleiðis, sigur Miles. Men hann var úr Kanada, og tað kann hava okkurt at gera við, hvussu hann var, heldur Miles í endurminningunum. Miles og Evans gjørdu annars rættiliga hol í sjógv tónlistarliga í 1950’unum.

Miles hitti ongantíð Ellington aftur, meðan teir vóru tveireinir, og teir tosaðu ongantíð saman aftur. Miles hugsaði mangan, hvat hevði hent, um hann hevði tikið av og var farin at spæla við Duke Ellington, men tað fái eg ongantíð at vita, sigur Miles í endurminningunum.
Ellington sendi tó Miles eitt bræv, tá ið hann lá á deyðastrá, har hann segði farvæl. Ellington doyði 24. mai 1974. Minni enn mánað seinni, 19. ella 20. juni 1974, spældi Miles inn lagið He Loved Him Madly, til minnis um Ellington. Hetta eru góðir 32 minuttir við hypnotiskum, trilvandi tónleikamyndum, sum tað krevur gott tol at lurta eftir. Men tað lønar seg at vera tolin. He Loved Him Madly er á dupultfløguni Get up With it, sum kom út sama árið.

Miles Davis (føddur 26. mai 1926) livdi hart, og hann doyði 28. september 1991, 65 ára gamal. Tað liggur ein øgilig rúgva av tónleiki eftir hann.

[1] Miles Davis og Quincy Troupe: Miles. The Autobiography. 1989.
[2] The Birth of Cool kom annars ikki út fyrstu ferð í síni heild fyrr enn í 1957.

Dylan, gudleyst sendiboð ella trúfastur boðberi?

Dylan og Joan Baez ífyrst 1960'árunum

Dylan og Joan Baez fyrst í 1960’árunum

Bob Dylan, sum í dag er 75 ár, man hava upplivað mangt á lívsleiðini. Og vit hava upplivað ikki minni saman við honum.

Eg minnist sum blaðungur, eg hoyrdi hann syngja um at vera til reiðar, tí at nú vóru rættiligar rembingartíðir. Í sanginum The Times They Are a-Changin’ (1964) ávarðar Dylan tey konservativu, tey, sum vilja verja tað gamla, at tey skjótt gerast á kroppi, tí tað nýggja kemur sum ein flóðalda, og hann leggur aftrat, at “you better start swimmin’ or you’ll sink like a stone”. Tá var eg ovurfegin, tí eg helt ikki meg vera konservativan; eg var komin í rætta fylgið, so mær nýttist ikki at svimja. Fast takið hinum, hugsaði eg.
Og so opinberingin í A Hard Rain’s A-Gonna Fall (1963), har Dylan veit um ein “blue-eyed son” ella “darling young one” (man hetta vera mammusa drongur ella næmingurin, ið lærarin spyr?), sum m.a. sigur seg hava sæð ein nýføðing kringsettan av úlvum, og ein oyggjarveg settan við diamantum, men har ongin sæst ganga ella koyra. Og ungi alvin ætlar sær ikki at helma í, fyrr enn hann hevur sagt øllum frá týningini. Hetta vóru mótmælisárini, tá ið Dylan var fólkasangari. Hann sang eitt nú saman við Joan Baez, og fyrimyndirnar vóru teir gomlu deltabluesararnir og ongin minni enn Woody Guthrie, sum Dylan vitjaði fleiri ferðir, árini Woody lá á sjúkrahúsi.
Á hesi somu plátuni, The Freewheelin’ Bob Dylan (1963), sang hann eisini um krígsmenninar, Maters of War, sum allir søgdu, at Gud helt við teimum.

Fólkatónleikarar tá vóru flestallir í øðini um alt tað nýggja og grunna, popp og rock’n roll, og vildu varðveita tað góða og ektaða gamla. Og har var Dylan eitt nýtt gávuríkt andlit.
Men Dylan var eisini ein strembari, og vildi ikki verða settur í bás. Hann vildi, sum øll hini tá sleppa at spæla rokk, tí hvør tímir at lurta eftir einum, sum fonglast við ein kassagittara og bara knarrar. Tey vóru tí nógv, sum mundu dottið uppeftir og kendu seg snýtt, tá ið Dylan á Newport Folk Festivalinum 25. juli 1965 trein á pallin við einum rokkbólki og byrjaði at spæla Maggie’s Farm, har hann staðfestir, at hann tímir ikki at arbeiða longur á garðinum hjá Maggie:

Endin ljóðar:
Well, I try my best
To be just like I am
But everybody wants you
To be just like them
They say sing while you slave and I just get bored
I ain’t gonna work on Maggie’s farm no more.

Hetta vóru greið boð til tey siðbundnu, sum her nærum fingu elektrosjokk, meðan onnur í áhoyrarafjøldini fegnaðust. Tó ikki Pete Seeger, sum ikki toldi gangin og gjørdist ússaligur.
Tað fór enntá so vítt, at ein áhoyrari á konsert 17. mai 1966 í Manchester í Onglandi helt Dylan vera svíkjara, at hann hevði svikið fólkatónleikin og kallaði hann Judas. Hendingin er við á m.a. teimum báðum framúr ævisøguligu filmunum Dont Look Back (1967) hjá Pennebaker og No Direction Home (2005) hjá Scorsese.

Dylan við elguitara

Dylan við elgittara

So kom stóra plátulopið Highway 61 Revisited (1965) við løgum sum Like a Rolling Stone, Tombstone Blues og tí poetiska, dreymakenda fólkasanginum Desolation Row, sum fekk í hvussu er ævintýrkensluna fram í mær, men hvussu skal tað vera, tá The circus is in town. Í hesum og øðrum sangum kemur týðuliga fram, at Dylan er bókamaður og hevur lisið í hvussu er teir báðar, T.S. Eliot og Ezra Pound.
Síðan komu pláturnar hvør eftir aðra: Blonde on Blonde (1966) og John Wesley Harding (1967). Blonde on Blonde er millum tær fyrstu um ikki tann fyrsta dupultplátan í rokksøguni.
Tá var Dylan ikki longur so greiður í orðum, og tú mátti tulka og njóta.
Tað var kortini stórur fagnaður í rokkleguni, tá ið Hendrix valdi ein av sangunum á John Wesley Harding, tann djúpa og ófrættakenda All Along the Watchtower, og gjørdi hann til rokkklassikara.
Á John Wesley Harding var eisini sangurin The Wicked Messenger, sum sigst hava bíbilskar tilsipingar til Orðtøkini 13.17, har tað stendur: Gudleyst sendiboð fellur í vanlukku, men trúfastur boðberi er heilsubót. Hetta er eisini heitið á áhugaverdu bókini hjá Mike Marqusee: Wicked Messenger. Bob Dylan and the 1960s Chimes of Freedom (2005), har hann tulkar mentanarligu og politisku støðuna, tónleikurin hjá Dylan var partur av.

Dylan var um hetta mundið undir stórum trýsti, tí øll vóru eftir honum, nú hann var at rokna sum flogvit og andaligur leiðari. Kanska var tað fyri at sleppa undan strongd, at hann 29. juli í 1966 datt av mortorsúkkluni og meislaði seg so illa, at hann mátti binda frið. Nógv er óvist við hesi søguni um hetta motorsúkkluóhappið.

Tað verður ov drúgt at greiða frá øllum, sum er hent í lívinum hjá Bob Dylan. Tað er skrivað upp í heil bókasøvn um Dylan, og hann hevur sjálvur skrivað endurminningar: Chronicles. 1. bindið av 3 kom í 2004 (á donskum 2005), hini bæði eru tó ikki komin enn, og óvist er, um tey koma.

Sjálvandi vakti tað ans, at hann fór at syngja kontri á útgávuni Nashville Skyline (1969). Fínir sangir og ikki minst Girl From the North Country, sum Dylan sang saman við vinmanninum Johnny Cash.

Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi verið ordiligur Dylan-fjeppari. Eg troyttaðist eisini av Dylan, tí hann sjangraði dagin langan í nærum hvørjum einasta kamari á studentagørðunum í Danmark, har eg búði, tá eg skuldi eitast at lesa hægri lestur. Eg fór ikki at lurta eftir Dylan aftur fyrr enn fleiri ár seinni.

Tað er neyvan rætt at siga, at Dylan syngur yndisligar sangir, men ein sang havi eg í hvussu er altíð uppfatað sum yndisligan. Tað kom sum ein skelkur, tá ið Dylan kunngjørdi, at hann var umvendur, tí tað var nú ikki tað, tú hevði væntað. Sangurin, eg hugsi um, er I Believe In You á plátuni Slow Train Coming (1979), ein rættiliga vanligur gospel. Seinni vendi Dylan vist aftur, og kemur hetta fram, vil onkur vera við, á plátuni Infidels (1983), har hann velur tónleikin fram um tað religiøst andaliga. Eg havi ikki lurtað so nágreiniliga, at eg kann siga, um so er.

Pláturnar hjá Dylan komu fleiri tey komandi árini, uttan at eg gav teimum stórvegis gætur. Eitt undantak var kortini, og tað var Time Out of Mind (1997), ein einastandandi samanrenning av inntonktum tónleiki og tunglyntum orðum, serliga í lagnum Not Dark Yet. Her situr oldingurin og filosoferar og kemur við ikki eiti á niðurstøðum, sum eitt nú Behind every beautiful thing there’s been some kind of pain.

Og soleiðis er við tónleikinum hjá Dylan, nú hann fyllir 75, hugtakandi og viðkomandi, men ikki beinleiðis vakur.

Ein annar mai

Tað er løgið í dag at hugsa sær, men 1. mai 1988 helt eg røðu á Vaglinum í Havn. Hetta var um tað mundið, tá ið tað gekk so ómetaliga væl í Føroyum, at tú hevði ilt við at trúgva, at tað kundi vera rætt.
Og svarið fingu vit longu árið eftir, tá alt skramblaði saman.

Tá var tað, at fiskurin rýmdi av grunnunum, arbeiðsloysið gjørdist methøgt, og ongin arbeiðsloysistrygging var. Fólkið rýmdi tí í stórum tali av landinum, og 6. oktober 1992 fór Sjóvinnubankin sum kunnugt av knóranum.
mai_m2

Í allari neyðini varð roynt at finna onkrar neyðloysnir, t.d. at fara at fiska markrel, gera úrdráttir úr igulkerum ella tara.
IMF-fólk sóðust ganga úti í Tinganesi, tí tey vistu heilivágin góðan: at skerja. IMF-fólkini vóru tó merkiliga ljódlig, og teirra tilmæli var varisligt. Kanska vistu tey, at føringurin er sum gallarin í Asterix og Obelix, teir skalt tú ikki øsa, tí svarið kemur við brestin, og kanska gott at so er.
Almennu fakfeløgini vórðu tá noydd at góðtaka at fara munandi niður í løn, og eftirlønin varð ofrað. Okkara politikarar vóru í Danmark at fáa teir at bjarga bankunum, sum tað varð rópt, og taka yvir og umleggja ovurstóru skuldina í fremmandum gjaldoyra, sum annaðhvørt menniskja tá hevði, og sum skjótt kundi koyra okkum øll um koll. Rentuspekulatiónin var landsítrótt. Tað almenna átók sær so við og við privatu skuldina.
Søgur gingu um ørvitiskenda stuðulveiting til skipabygging og -keyp, teir sonevndu skipapakkarnir, og hetta óskilið varð seinni sagt at koma av, at umsitingin hjá landinum var ov veik og tískil ikki sína uppgávu vaksin. Ráðgevandi nevndin hjá danska forsætisráðharranum hevði staðfest í frágreiðing eftir frágreiðing, at føroyski búskapurin var á vandakós, men hetta varð alt kveistrað til viks, tí í Føroyum var onki ovboðið, og tað skiltu donsku býttlingarnir ikki. Eitt sindur skammiligt var tað kortini, at danir skuldu noyða okkum at broyta vinnulóggávuna, sum so dyggiliga hevði stuðlað ábyrgdarloysinum.
Tað var hart, men tað vendi tíbetur skjótt, og vit fingu varandi hákonjunktur. Alt fyrigivið, og politikarar sóu sær nú kjansin at játta sær sjálvum hægri løn og gyltar eftirlønir.

Nú er tað ein óskikkur at sitera seg sjálvan, men í røðuni 1. mai 1988 nevndi eg m.a. hetta, at ríkidømi og fátækradømi reikaðu í felag. Eg nevndi, at í Føroyum mundu tað vera fá, sum beinleiðis vóru fátæk. Tað tyktist heldur, sum fólk svumu í pengum, og skuldu vit tala um fátækradømi, so mundi tað helst vera andaligt fátækradømi og andaligt leti.
Men støðan var og er ein onnur, venda vit okkum út í heim.
Vit vita, at vit liva í einum heimi, hvørs høvuðseyðkenni er veldugur materiellur og politiskur ójavni. Vit hava verið noydd til at læra okkum at liva við hesum veruleika.
Í røðuni vísti eg til franska heimsspekingin og utopiska sosialistin Charles Fourier, sum hevði gjørt vart við, at kapitalisman hevði tvey andlit, ríkidømi og armóð, hetta sum Karl Marx og eisini onnur meira borgarlig høvdu gjørt vart við. Karl Marx var ein teirra, sum fannst harðliga at borgaraskapinum, at tey tosaðu um frælsi, javnrættindi og brøðralag, men framdu tað bara partvís.
At eg nevndi Charles Fourier, sum als ikki er serliga kendur í Føroyum, mundi koma av tilvild, at eg júst tá hevði lisið okkurt av tí, sum hann hevði skrivað.
Í røðuni vísti eg á, at vit liva væl, men at vit hava eksporterað tað harða stættarstríðið til aðrar heimspartar. Í mun til tey í triðja heiminum livdu vit sum greivar og áttu kanska ikki at hildið 1. mai, men heldur farið heim at skamma okkum.
Uttan tilvitað at vita um ørskapin í samfelagnum í 1980’unum nevndi eg í røðuni, at fakfeløgini høvdu verið moderat í sínum lønarkrøvum, so moderat, at aðrir partar av samfelagsmaskinuni helst høvdu staðið seg betur, um teir tóku við læru av okkum.

Eg kom eisini inn á royndirnar at fáa gjørt høvuðsavtalur fyri arbeiðsmarknaðin, nakað, sum eg, í hvussu er tá og fyri ein part framvegis, var harðliga ímóti. Eg helt tað vera undarligt, at arbeiðsgevarin ikki kundi samráðast, fyrr enn fakfeløgini fyrst vóru niðurbundin, tí so má hann rokna við klandri.
Eg minnist eisini, at eg móti endanum á røðuni nevndi heimin við tveimum andlitum: annað andlitið roynir at brosa, meðan hitt andlitið er avskeplað av neyð.

Men hetta var mitt í teimum kátu føroysku 1980’unum, og tað var kanska orsøkin til, at bara eini 70 fólk møttu til 1. mai-haldið henda dagin í 1988.

Seinni fekk nýliberalisman, sum eitt nú IMF-fólkini, sum vitjaðu á sinni, umboðaðu, sum kunnugt rættiliga fótin fyri seg í okkara parti av heiminum. Hetta hevur m.a. gjørt, at tað als ikki er gjørligt longur at brúka neyð sum argument í fakfelagsstríði. Har mugu marknaðarkreftirnar sleppa at ráða. Tað er eitt sindur ræðandi, men tað tykist mær, at eisini fakfeløgini og vinstraflokkarnir við hava ættleitt ófrávíkiliga nýliberalistiska retorikkin, og tí noyðast tey at ganga undir sparingar og karmar, sum líkjast viti og skili, men eru tað reina mjørkatos. Panamaskjølini tosa eisini sítt greiða mál.

Nú er so bara at vóna, at fakfeløgini fáa tendrað tokulyktirnar, áðrenn tað verður til dyggan samanstoyt, sum eitt nú tann, vit upplivdu fyrst í 1990’árunum.

mai_m1

Mentanarstrok

Tað trýtur ikki andalig føði í hesum døgum. Bara í gjár var eg til fleiri mentanartiltøk. Landsbókasavnið hevði sett upp eina lítla upplýsandi framsýning um rithøvundin Eilif Mortansson, nú 100 ár eru liðin, síðan hann var føddur. Eg skrivaði nakrar reglur til tað høvið: Eilif Mortansson.

kult5

Zacharias Heinesen: Føroysk bygd, 1961.

Seinnapartin vóru vit, sum eru limir í Listafelagnum og helst onnur eisini, so boðin til fernisering, tí í døgunum 12. februar til 10. apríl verður framsýningin “Føroyskur mosaikkur” hjá Zacharias Heinesen víst á Listasavninum í Havn. Fernisering er kanska ikki rætta orðið, tí hetta er afturlítandi framsýning, hóast nakrir heilt nýggir málningar kortini eru ímillum.
Nils Ohrt, stjóri, bjóðaði vælkomin, Ólavur Jakobsen spældi guitartónleik, og Elisa Heinesen, dóttir Zacharias, setti framsýningina.
Og so var tað ábit.

Í hesum døgum, nú ongin longur torir at stuttleika sær uttan at rinda fyri tað sjálvur, er tað forkunnugt at kunna eta tvey breyðstykki við (føroyskari) rullu- og kjøtpylsu og fáa sær upp í steypið afturvið uttan at kenna sálarkvøl. Ein hart tiltrongdur glotti í tí nýggja nýliberalistiska, puritanska, andleysa heiminum, sum er so høgt í metum í hesum døgum; serliga millum teirra, sum annars ikki smæðast at leggja trivaligasta lutin í sín part áðrenn býtt verður. Máti skal vera við.

Tað er ongin ivi um, at Zacharias Heinesen er eitt av okkara stóru listafólkum, og tann pástandin stuðlar henda framsýningin eisini. Hansara myndir av bygdini eru fullgjørdar og næstan gjøgnumskygdar, tí listamaðurin hevur málað tær so ofta.
Í hansara myndum er bygdin tað sama sum túnið, húsini, fjørðurin, fjøllini og luftin. Hjá okkum føroyingum er bygdin frummynd.
Í myndaskránni skrivar Nils Ohrt, stjóri á Listasavninum, um bygdina í føroyskari list:
“Bygden ved havet er den røde tråd, der løber gennem færøsk landskabsmaleri, og generelt handler motivet både om æstetik og eksistens. Den formelle modsætning mellem geometrisk og organisk form rummer således også en betydningsmæssig modstilling af det lille menneske overfor den mægtige natur. Hertil kommer mere personlige overtoner, vi finder hos de færøske malere, idet bygden fremstår som tryghed hos Mikines, sum distance hos Ruth Smith og som skrøbelighed hos Ingálvur av Reyni.”

kult5aaaaa

Zacharias Heinesen: Funningur, 1983.

Og so leggur hann aftrat: “Den slags overtoner eksisterer slet ikke hos Zacharias Heinesen.” (s. 87)
Tíbetur vildi eg sagt. Listamaðurin sveimar passaliga væl omanfyri alt tað vanliga bygdasliga og bygdaklandrið, og vit kunnu tí njóta tað partleysa dekorativa, sum myndirnar eru, og so bara gita okkum til, hvat annars hendir í teimum bygdum, sum myndirnar hava sín uppruna í.

Vit fáa onga áminning um, at vit eru bygdafrell, tí slík eru væl og virðiliga lúkað burtur úr myndunum.

Eg helt hesa framsýningina vera góða, og fari uttan iva at geva mær betri stundir at hyggja, tá eg fari at vitja framsýningina einaferð seinni aftur. Eg saknaði kortini nakað av dokumentatión, sum kundi lýsa arbeiðsháttin hjá listamanninum, t.d. dømi úr skitsubókum o.a. Har var vist ein filmur at síggja eisini, so kanska dokumentatiónin finst har.

kult4e

Meg lysti at sjá

So varð hitað upp til konsertina hjá Bubba Morthens í Norðurlandshúsinum. Hann er her í sambandi við tiltakið Land í eygsjón: Áfram Ísland.

Bubbi Mortens er ein fínur eygagóður sangari, sum føroyingar hava tikið til sín.
Konsertin hjá honum var í tveimum; ein fyrri partur, har Bubbi sang og spældi sjálvur, hugtakandi og íheimligt, og ein annar partur, har Bubbi spældi saman við einum gentubólki, sum spældi væl, men ov hart eftir mínum tykki. Man er ikki nakar villur unglingi longur, og oyruni tola ikki at hoyra tað, sum tey toldu fyrr.
Men sangirnir vóru væl úr hondum greiddir og væl spældir, hóast eg havi ilt við at skilja íslendskt og tí ikki fái søguna við. Tað snúði seg um kvinnulagnur, nú 100 ár vóru í fjør, síðan íslendskar kvinnur sluppu at velja til altingið.

kult91g

Bubbi leiðir okkum til næsta sang

Men tað, sum Bubbi annars hevði at siga um Ísland, var ikki tespiligt. Høgrarák, neyðtøkur, ójavni millum kynini, hvat løn viðvíkur, og hatursbrotsverk, haldi eg hann kallaði tað. Haðani frá er langt til heitar pottar, hugnaligar matstovur, gosfjøll og Björk, og hetta er ikki eitt Ísland, sum er partur av míni ímynd.

Men polariseringin vindur eftir øllum at døma bara uppá seg.

So hóast tað var av allar vakrasta veðri, so kendist heimferðin eitt sindur ófýsilig. Glæstrimyndin hevði fingið ein eitt sindur dystopiskan dám, men hvør sigur at listin ikki skal rína á?

Ljósskulpturur hjá Heklu Dögg Jónsdóttir

Ljósskulpturur hjá Heklu Dögg Jónsdóttir