Archive for the ‘Tónleikur’ Category
Okkara tónleikur
Halin av bilum úr Havn vestur í Vágar var langur hetta kvøldið, tá sørvingar og vágafólk, sum høvdu verið á konsert í Norðurlandahúsinum, vóru á veg vestur aftur. Onkur vildi vera við, at har mundu ikki hava verið nógvir sørvingar eftir í bygdini hetta kvøldið, og visti tú ikki betur, so kundi tú halda, at teir høvdu tikið myrkalegningsgardinurnar frá krígnum fram aftur, tí bygdin lá øll myrk. Men so mundi ikki vera. Stóra hendingin hetta kvøldið var, at Tinganest, ein av heimsins mest bygdasligu tónleikabólkum, høvdu boðað frá konsert í høvuðsstaðnum í sjálvari mentanarháborgini Norðurlandahúsinum, og so var ikki meir enn natúrligt, at øll her vesturi fóru til Havnar.
Á túrinum vestur aftur merkti tú, at ferðin á bilunum var ikki so nógv, teir koyrdu varliga, tí sørvingar og vágafólk eru ikki so von at koyra hetta strekkið, tí teimum dámar ikki at fara av oynni. Tey fara ongan veg, sum eisini er heitið á nýggjari fløgu hjá Holgari, sum er ein av teimum, sum nú spælir við Tinganest.
Og hvussu var konsertin so? Ja, sum sørvingur torir tú ikki at halda annað enn, at konsertin var góð. So er tað sagt. Og jú, hon var góð, framúr góð. Ikki tí at tónleikararnir skaraðu framúr, teir gjørdu sítt besta, og tað var eisini nóg mikið. Kanska høvdu teir tað lætt, tí Tinganest hevur eitt back catalog, eina so fulla songskjáttu, sum bara rættilig tónlistafólk kunnu vísa fram, so tað var bara at velja tað besta burturúr.
Tinganest hava jú gjørt eina røð av góðum sangum, sum verða sungnir til mangt høvi, og sørvingar, ja flest øll vágafólk eisini, fáa klump í hálsin, tá ið tey hoyra ella syngja Válandi heim, eitt av nostalgisku meistaraverkunum, sum Magnus á Stongum hevur skrivað. Sangurin er eitt dømi um tónleikin hjá Tinganest, tá ið hann er mest afturlítandi og konservativur. Longsulin eftir tí farna, reina og óspilta er ein táttur í tónleikinum hjá Tinganest, men ikki tann einasti tátturin.
Hesin longsulin kemur fram í fullari styrki í hesum báðum teimum fyrstu linjunum í niðurlagnum í nevnda sangi:
Gævi eg aftur á Sandinum stóð
tá sjógangur niðan í áirnar vóð
Og júst sandurin (vit kallaðu tað ongantíð strondin, kanska onkuntíð fjøran), sum øll í mínum aldri minnast sum eitt einastandandi tilhalds- og upplivingarstað, henda stóra – sum oftast – reina, einlitta og slætta fløtan, sum skránaði eitt sindur niðan ímóti bakkanum og plenuni, stendur sum ímyndin av tí, sum ikki broytist, tí passiva og tolna, sum altíð liggur har, og sum hevði verið har frá tíðarinnar morgni. Ikki ólikt fólkunum í bygdini, sum tá bara vóru har. Sørvágur, tá ið hann enn var eitt Shangri-La, ja, er tað kanska enn.
Tað var eitt hanagleiv frá sandinum niðan hagar, sum dansistovan lá. Har var tað sørvingar komu saman at hugna sær á dansigólvinum, smakka sær á lunkað akvavitt og gleða seg til síðsta dansin og sjálvandi til tað, sum kanska kom aftaná, um nakað kom.
Dansistovan var eisini pallurin hjá tí, sum seinni skuldi gerast orkestrið Tinganest.
Tað stendur rimmarfast, at Tinganest hevur røtur aftur í bretsku tónleikakollveltingina í 50’ og 60’árunum.
Eg var sjálvur ein teirra, sum royndi at klimpra upp á guitar og droymdi stjørnudreymar.
Teir, sum mynda orkestrið ella fyribrigdið Tinganest, eru fyrst og fremst teir tríggir Eivin, úti í Geilini, Jóan Jakku, úti á Bakka og Magnus, úti á Lið. Teir lurtaðu líka eldhugaðir, sum allur annar ungdómur tá á døgum, eftir Beatles, Rolling Stones, Kinks, Hollies, Byrds, Steppenwolf og Shadows. Tað var nú serliga guitarsnillingurin Eivin, sum dámdi Shadows. Úti í Geilini hjá Jens og Sittu áttu tey tíðliga grammofon, seinni plátuspælara, so har var nógvur tónleikur at hoyra. Jens veit eg, tá tað góða lagið var á honum, dámdi væl tónleik. Og tey áttu plátur, singleplátur, eisini Shadows sjálvandi. Og transistorradio áttu øll og smáar, skurrandi ferðagrammofonir vóru eisini í nógvum húsum. Og guitara mátti tú eiga, skuldi tú tora at koma út millum fólk.
Eins og Dartford hevði sínar Mick Jagger og Keith Richard og Liverpool sínar Beatles, so búðu um somu tíð í Sørvági á hesum lítla blettinum har úti í bygdini tríggir garpar, sum - skuldi tað vísa seg – vildu gera álvara av at gerast veruligir tónleikarar. Ikki bara hesir, sum hermdu eftir tí útlendska, nei, teir vildu skapa egnan tónleik og á føroyskum! Og tað hepnaðist so væl, at Tinganest hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum kundu hava eina konsert, sum greitt prógvaði tað, sum vit longu vistu, at hesin bólkurin er ein hin kanska mest áhugaverdi og sermerkti í føroyskari tónlist. Ein føroyskur 60’ara-bólkur, nú kanska meira bólkurin hjá teimum, sum eru farin um tey 60, ein 60-ára-bólkur.
Ikki tí at Tinganest hevur nakað av hesum uppreistrarkenda frá 60’árunum. Nei, als ikki. Teirra hálovan av bygdini og tí bygdasliga er so langt frá teimum atfinningum, sum tey ungu fyrst í 60′unum og tey ungu í dag føra fram, sum tað nú einaferð letur seg gera. Í sanginum We Gotta Get out of This Place, sum bólkurin The Animals gjørdi til eitt hit í 1965 syngur Eric Burdon:
We gotta get out of this place!
If it’s the last thing we ever do …
We gotta get out of this place,
’cause girl, there’s a better life … for me and you
Ikki heilt sami heimlongsulin, sum tann, sum Tinganest syngja um.
Tinganest hevur sítt eyðkenda ljóð ella sound, Vágasound kalla summi tað. Løgini teir spæla eru rútmiskt fangandi, og upp ímillum hava teir gjørt poppsangir, sum onki standa aftanfyri tað besta í sjangruni. Mær nýtist bara at nevna sangirnar Minnist tú, Upp á tá, Vágagellan, Stíg stórum, Hangandi hár, Í óvissu, Bakka fram, Eg vil bara hava, Annan sang, Babba og Snípan, so munnu tey flestu vita, hvat vit tosa um.
Tað er kanska ikki so lætt at seta orð á ljóðið, tað sound, sum eyðkennir bólkin, tí tað er so sermerkt. Sangirnar eiga Jóan Jakku og Magnus, men Eivin gevur við sínum heilt serliga snjalla, nervøsa guitarspæli, sum nevnt ávirkað av eitt nú Hank Marvin, tónleikinum ein sermerktan og autentiskan dám. So segði hann: tað kann ikki greiðast frá tí, tað má hoyrast. Og tað merktist eisini, nú Eivind ikki var við á pallinum í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið. Ikki tí at tað ikki var gott, men tað heilt ektaða Tinganest-ljóðið var tað ikki. Men tað høvdu vit áhoyrarar jú við okkum, so tað bilti ikki.
Tinganest hevur tað felags við Beatles, at ljóðið hjá bólkinum, fyri nú at brúka tað orðið, er eitt bland av persónligheitum, sum hvør sær letur sítt íkast. Tað er hetta blandið, sum ger Tinganest til eitt brand.
Nú skal hetta ikki verða nøkur ritgerð, tí eg vóni inniliga, at tónlistafrøðingar fara at studera Tinganest. Men eg fari tó, eitt sindur trilvandi kanska, at royna at seta orð á nakað av tí, sum eg haldi tónleikurin umboðar. Eg nevndi tað afturlítandi og konservativa, sum er eitt eyðkenni fyri bólkin. Tað er aftur í 60’ini, men eisini aftur í bygdalívið í Sørvági um hetta sama mundið. Uttan at vilja fornerma nakran, haldi eg, at Jóan Jakku er tann, sum er poppmusikarin burturav. Hann er hitmakarin, sum við fangandi løgum, sum oftast við einum góðum riffi og fyndugum orðum, fær skapt fullgjørdar sangir, sum nú eru klassikarar. Tað er hann, sum fær vágasnelluna til at gerast til vágagelluna, hann, sum dyrkar bygdafrellsromantikkin út í æsir og sum skrivar um serlingin, sum ongi dansispøl dugir og tí ikki sleppur upp í síðsta dansin. Tað er eisini hann, sum tekur seg í nakkan o.s.fr. Og tað er Jóan Jakku, sum saman við Sámal Ravnsfjall kann skriva hesi kærleiksorðini, sum vit allir kunnu taka til okkum:
Eg vil taka hvønn dag, sum hann kemur og fer.
Tí tú letur meg vita, hvat hvør dagur ber.
Og eg elski og hevji teg líka so hátt.
Eftir 1001 nátt.
Jóan Jakku er eisini tann, sum hevur verið tónlistaliga virkin á fleiri mótum. Hann eigur helst lívið í Tinganest í dag, og hann hevur t.d. spælt saman við og gjørt tónleik við eitt nú Sámal og Holgar. Hann er góður bassspælari.
Magnus er meistarin, tá talan er um at skriva balladur, sum eitt nú áður nevnda Válandi Heim ella Babba, sum mangan er at hoyra. Hvør kennur ikki vendingina: Babbar mugu ikki forstýrast. Nú kanska tað meiri hóskiligt skuldi itið: abbar mugu ikki forstýrast. Tónleikurin hjá Magnus er góður til húsbrúk. Hann er kanska ikki tann stóri lagsmiðurin og hevur onkuntíð eitt sindur av hesum, at ljóða sum um fleiri niðurløg verða brúkt í sama sanginum, men onki ørindi. Kanska serliga í hansara sangum merkir tú ávirkan frá Pól F, Janus og Hans Andrias Djurhuus. Men sangirnir eru sympatiskir og fella væl í oyrað.
Tónleikurin hjá Tinganest er ektaður og erligur poppur. Og tað er føroyskur poppur, líka føroyskur sum Kim Larsen, John Mogensen og Shubidua eru danskir. Tinganest er, tá samanum kemur, teir, sum best megna at lyfta arvin eftir Teimum av Kamarinum.
Tað er søgan um dreingir, sum ikki fullu til í nútímans samfelagnum, sum spilla er komin í. Teimum dámar ikki ídningina, urbanisering, tað modernaða uppgjørda, tað rótleysa, politiskt stórlæti og alheimsgerð.
Nei, teir syngja um tað sum er næst við, tað sum viðkemur vanligum fólki. Í teirra tónleiki verða nasar ikki settar í ský. Onkur kanska heldur, at hetta er grunnur tónleikur. Hví skal tað nú vera ein trupulleiki?
Amerikanski popplistamaðurin Andy Warhol dyrkaði tað grunna, ja, undirstrikaði, at hann var eitt øgiliga grunt menniskja. Hann er nú heimskendur, og hann helt tað vera eitt tekin um satt fólkaræði, at bæði forsetar og landastrok drukku júst sama slag av cola. Tá samanum kemur, so er mentan í stóran mun ikki annað enn klicheir. Summar eru bara fiksari enn aðrar.
Eg havi nú eitt vist tilknýti til Tinganest. Eg gekk í síni tíð og mól, har teir vóru, men skilti ikki tað, sum teir fult og fast trúðu á: at tað bar til! Í staðin havi eg so verið noyddur at hava til frægd at lurta eftir Tinganest. Eg minnst við gleði aftur í 80’ini, áðrenn stóru kreppuna tá alt enn gekk upp á stás, at vit høvdu Tinganest fast í bandspælaranum í bilinum, Og børnini elskaðu Tinganest, vildu ikki hoyra um annað. Og eg havi síðan til manga veitslu eisini tikið harmonikuna fram og spælt undir, tá ið Upp á tá ella Vágagellan skuldu mjarrast. Men eg lá tíverri sjóvarfallið av mær, og kundi í dag, um eg hevði fatað kallið, verið ein av Tinganest. Men lat tað nú fara.
Hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum var eitt av teimum, sum gerst eitt minni fyri lívið. Eg veit ikki, um Norðurlandahúsið er rætti karmurin um Tinganest-tónleik, men tá eg so hugsi um, at Tinganest er ein føroyskur mentanargripur, so er tað júst í Norðurlandahúsinum, teir skulu njótast.
Har var onki skaput við hesi konsertini. Tónleikurin var tað kenda, og løgini vóru væl vald og sett saman í eina heild. At Tinganest eisini spældu løg hjá Holgar var kanska snýt, men tað riggaði væl í heildini, og eg vil siga, at sangurin Skuggatám hjá Holgari fekk meg at kvaklast við kensluliga. Holgar er jú eisini ein av teimum, sum roynir at lyfta arvin eftir Tinganest.
Framførslan á pallinum var eitt sindur stirvin og minti mest um framførslurnar hjá hesum eystur-europeisku dansiorkestrunum, sum tú upplivir tað í filmunum hjá kekkiska leikstjóranum Milos Forman frá 60’unum.
Eisini haldi eg, at tónleikurin á konsertini var í so rokkutur, men tað átti nú ikki at nerva ein gamlan Stones-fan sum meg.
Talan var jú ikki um at spæla fyri einum ungum entusiastiskum publikum. Nei, hetta vóru eldri fólk, sum ikki toldu meiri larm enn tann, sum tey kenna frá sjónvarpinum. Tað eydnaðist tó at fáa tey at klappa afturvið nakrar ferðir og syngja við einum av niðurløgunum, og tað var so tað.
Tinganest spældu okkara tónleik, og vit hugnaðu okkum og ruggaðu til hesi kendu løgini.
Men hetta var fyrst og fremst teirra kvøld.
Og satt at siga, so riggaði tað bara heilt væl hjá teimum. Sørvingar, ja, allir føroyingar kunnu róliga siga við ein munn: knasandi gott Tinganest!
Roykur í stýriklivanum
Umframt at vera góð er nýggja fløgan hjá Teitur Let the Dog Drive Home eisini sermerkt. Hon er dømi um popptónleik, tá ið hann er list. Teitur er hetta tey kalla singer/songwriter, tvs. ein popp-trubadurur, sum fyri tað mesta syngur egin
løg og tekstir. Og á hesi nýggju fløguni prógvar Teitur, at hann bæði syngur væl, ger góð løg og væl orðaðar og viðkomandi tekstir. Tað ger ikki fløguna verri, at hon tónlistarliga er væl løgd tilrættis ella arrangerað, sum summi kalla tað, av Teiti sjálvum saman við Trónda Bogason. Tað skal eisini nevnast, uttan at tað í sjálvum sær nýtist at siga nakað avgerandi um fløguna, at Teitur sjálvur hevur framleitt ella produserað fløguna. Tað sigur okkum bara, at hann hevur havt ein fingur við í øllum spælinum og hevur kunnað gjørt eina fløgu, sum er hansara burturav.
Nú er tað ikki tí, at eg eri fjeppari, at eg fór at lurta eftir Let the Dog Drive Home. Nei, hendan fløgan kom mær í hendi mest sum av tilvild, og av forvitni helt eg, at eg skuldi fara at lurta, og mín sann um eg ikki beinanvegin varð hugtikin.
Longu í fyrsta lagnum Feel Good kennist tað á klaverspælinum, at hetta er tónleikur, sum vil vera sveimandi og viðbrekin, og soleiðis kanska kann bólkast undir felagsheitið spacemusic.
Feel Good er ein einfaldur kærleikssangur, sum innihaldsliga, hóast tónleikurin víkir frá, hevur nógv til felags við I feel fine hjá the Beatles og I feel good hjá James Brown. Tónlistarligi dámurin á fløguni ber longu her boð um fyrimyndir sum Brian Wilson, Beatles, Coldplay, R.E.M., men kanska fyrst og fremst Simon & Garfunkel og Paul Simon. Við einum góðum vilja kunnu vit eisini taka Frændur við á listan yvir fyrimyndir.
Í sanginum God, I Have so Many Things to Tell You viðurkennir sangarin, at hann hevur brúk fyri at biðja, men hann leggur dent á, at hann skal ikki frelsast, tí hann er longu trúgvandi. Sangurin er í Motown-stíli við greiðari tilsipan til sangin My Girl hjá The Temptation.
Sangurin Waverly Place er ein sorgblíður sangur um gomul minni og longsul. Waverly Place er ein smøl gøta í Greenwich Village í New York. The Village var í farnari tíð heimstaður hjá sveimarum og beatrørsluni. Eg dugi ikki at siga, um staðið hevur nakað at siga í hesum sanginum. Hann snýr seg um tað, sum vit øll vita so væl, at tíðin fer við øllum. Vit gerast klókari, men kanska ikki so glað og stuttlig, sum vit hava verið áður, og evig eies kun det tapte skrivar Ibsen jú í sjónleikinum Brand. Spurningurin um hví lata vit tíðina og sambondini bara fara soleiðis, hongur eisini í luftini. Kanska er Facebook ein nýggjur háttur at halda sambandið, men tað tekur sangurin so ikki støðu til.
Í vakra sanginum Freight Train, ein rættiligur tveytaktari, hoyra vit um drongin, sum fylgir eini masterplan og sum bara fer har, ið steinsett er. Og hóast eydnan er við honum í øllum, so er kortini so nógv, sum manglar, nú hann er komin á mál. Nær ‘slerdi hann seg leysan’? Hann hevur ongantíð koyrt í vørutoki (Freight Train er sum kunnugt ein týðandi myndbering í amerikanskari folklore um at fara út og burtur, antin tað so er av huga ella av neyð), og heldur ikki hevur sangarin roynt tað at ganga fullur í Spania. Mær rann eisini í huga leiklutin Alfred Molina spældi í filminum Chocolat, sum Lasse Hallström leikstjórnaði. Jú, alt hevur sín prís.
Eg veit ikki hvønn sipað verður til í sanginum Betty Hedges, sum gongur í eini skjótari eitt sindur skeivari valstakt. Kanska er bara talan um eina fagnaðarvísu til onkra unnustu, men harfyri kemst ikki uttan um, at hesin sangurin eftir mínum tykki man vera tann veikasti á fløguni.
Sorgblídnið, sum liggur í øllum, sum sungið verður um á hesi fløguni, er eisini týðandi partur í sanginum You Never Leave LA. Okkurt festir seg í huganum og verður sitandi, tí at tað hevur okkurt sermerkt við sær, sál rópa summi tað. Soleiðis eisini við LA. Sangurin ljóðar avbera væl, men fær teg at hugsa, um hesin yrkjarin ella sangarin framhaldandi ætlar sær at dvølja í sínum døpurhuga. Tú fært næstan hug til at biðja hann taka seg saman.
Klokkurnar kima annars ófrættakent í sanginum Stormy Weather, sum er ein fyriboðan um hard rain, sum fer at koma. Stílurin er Poul Simon, men dámurin av onkrum, sum er fjart og farið ella okkurt lúnskt, sum fjalir seg í tokuni, minnir meg um huglagið, sum er á framúr fløguni The Soul Cages hjá Sting. Lena Horne sang jú í síni tíð eisini um Stormy Weather í songfilminum við sama heiti. Dreingjaliga røddin hjá Teiti í hesum sanginum fær teg næstan at trúgva, at helst er okkurt veruliga óunniligt í umbúna.
Lagið er lættari og minnir um franska vísu í sanginum Fly on the Wall. Ráðini eru at halda seg kúrran og ikki stinga nøsina í alt tað nógva sum hendir.
Ja, tað kann eisini alt fara so av lagi, tá roykur er í stýriklivanum og ringt kann vera at meta um, hvussu høgt tað er niður, at tað er best at lata hundin koyra, sum sangarin mælir til í tí skjótføra heitislagnum Let the Dog Drive Home.
Í sanginum Very Careless People minnir tónleikurin um tónleik, ið kemur frá einum lirukassa ella tað, sum verður spælt, meðan karusellin koyrir. Her er tað tann svikni, øvundsjúki, ið syngur, hann, sum í beiskleika uggar seg við slatri.
Teir báðir seinastu sangirnir á fløguni eru vanligir popputir kærleikssangir, balladur. Í When I Had it All snýr tað seg um, hvat veruliga munar í lívinum, og niðurstøðan er, at All I needed was you, when I had it all, og tað kann vera so sera satt sum tað er sagt, bara vit ikki gloyma at geva okkum far um tað. Og í seinasta sanginum á fløguni, hinum frálíka All I Remember From Last Night is You, verður hesin einfaldi sannleikin endurtikin.
Tað er jú ein sannroynd, at stóran sannleika kanst tú finna sjálvt í einum fávitskutum poppsangi, tí her snýr tað seg um kenslur, meira enn turra sannroynd. Tí hvat er lívið, tá samanum kemur?
Við hesi nýggju fløguni hevur Teitur valt at leggja dent á slíkar kensluligar sannroyndir, sum vit vanliga ikki tosa so nógv um alment, veikar hómingar, sum ofta hvørva í hurlivasanum. Hetta hevur hann gjørt so hegnisliga, at sangirnir á hesi fløguni eru bæði hugtakandi og geva hvíld. Og eg vóni ikki at eg fari skeivur, tá ið eg sigi, at hendan fløgan er cool.
Hon er í hvussu er verd at hoyra meir enn ta einu ferðina.
Friður og spógvalát
Nú ein dagin herfyri, eg var ein shopping-túr í býnum í Liverpool, var eg so heppin inni í einum av teimum – eftir føroyskum mátistokki – stóru fløguhandlunum – hesin var í stóru nýggju keypsmiðstøðini ONE – at koma fram á eina fløguútgávu við øllum klaverkonsertunum hjá Mozart, spældar og stjórnaðar av hinum navnframa klaverúrmælinginum Daniel Barenboim saman við English Chamber Orchestra. Upptøkurnar eru gjørdar árini 1967-1974.
Hetta ver ein bílig-útgáva, eitt sonevnt ‘budget box set’ frá plátufelagnum EMI, og eg gav 20£ fyri heila skittið.
Eg minnist, at eg á sinni síðst í 1970’árunum lænti hesar klaverkonsertirnar á plátu frá einum seinni stórum føroyskum skaldi, og eg spældi tær allar á tamb (eg minnist ikki, um tað var henda sama innspælingin). Eg lurtaði ikki tá so nógv eftir klassiskum tónleiki, men hesar klaverkonsertirnar gjørdu sítt til, at eg fekk eyguni upp fyri hesum tónleikaslagnum eisini. Hetta var annars um somu tíð, sum eg fall fyri Weather Report-útgávuni Heavy Weather (1977), nakað sum gjørdist byrjanin til eina langa ferð inn í fusiónstónleikin. Bæði Mozart og Weather Report teljast framvegis millum tað, sum mær dámar sera væl at lurta eftir.
Um hetta mundið kallaði eg meg sosialist fyri ikki at brúka ljótara heitið kommunist. Men har fór skjótt at koma vend í. 1970’árini vórðu eyðkend av, at blómukollvelting varð avloyst av fanatismu og terrorismu bæði frá høgru og vinstru, og at kollveltingar í heila tikið ikki vóru so høgt í metum longur. Khmer Rouge tíðarskeiðið í Kambodja (1975–1979) mundi taka mótið frá sjálvt hinum mest eldhugaða kollveltingarsinnaða. Og søgurnar um, hvat veruliga fór fram undir mentanarkollveltingini í Kina, broyttu so smátt vónina til vónbrot hjá teimum flestu, sum høvdu Kina sum sítt politiska álit.
Eg gjørdi tó mítt besta at varðveita tað sindrið av sosialismu, sum var eftir í mær, og royndi at bøta holini aftur við tónleiki hjá Jomfru Ane Band og Hoola Bandoola Band, sum hildu fast við góðar gamlar einfaldar og óvikandi sannleikar og áskoðanir.
Men mitt í allari neyðini kom so Mozart.
Mozart. Eitt undurbarn
Tær á leið 26 klaverkonsertirnar hjá Mozart eru nakað heilt serligt, tí tær sýna eina merkisverda tónlistarliga menning hjá einum tónaskaldi, sum jú var eitt undurbarn. Mozart var bara 11 ára gamal, tá ið hann skrivaði tær fyrstu fýra konsertirnar, sum nú ikki verða hildnar at vera hansara, men mugu fatast sum savn av tónleiki, sum aðrir hava skrivað. So har var Mozart forút fyri sína tíð og brúkti mashup, ið er ein viðurkendur arbeiðsháttur í nýggjari tíð í m.a. tónleikaframleiðslu.
Hinar klaverkonsertirnar eru tær flestu skrivaðar í Wien árini 1782-1786, tann seinasta í 1791, árið Mozart doyr. Bara árini 1784-86 skrivaði Mozart heilar 11 klaverkonsertir, sum allar eru meistaraverk. Mozart kann eisini sigast at hava skapt hetta konsertslagið, sum síðan hevur hildið sær líka til henda dag. Og tað er í sjálvum sær ikki so lítið.
Tað er annars áhugavert, at fleiri av hesum klaverkonsertunum beinleiðis eru skrivaðar til bæði leik og lærd. Tú kemur at hugsa um ævintýrini hjá H. C. Andersen.
Í einum brævi til pápan skrivar Mozart, at tað hevur verið stuttligt at skriva hesar konsertirnar [nr. 11-13], tí hetta er ein góður tónleikaformur, ikki ov tungur, men heldur ikki ov lættur, fellur væl í oyrað, uttan at gerast innantómur sjálvandi. Her og har kann sjálvt tann listfróði (connoisseururin) finna okkurt, sum honum hóvar – framført kortini uppá ein slíkan máta, at eisini tey vanlig fólk, sum bara lurta eftir tónleiki, verða hugtikin, uttan at tey vita hví.
Eg minnist, tá ið eg lurtaði eftir hesum konsertunum í 1970’árunum, at mær dámdi serliga væl konsertina, ið var nr. 12 í a-dur, og hana dámar mær líka væl enn. Konsertirnar nr. 11 til nr. 13 frá 1782-83 vóru skrivaðar við meira yndisligum og hugtakandi – onkur vil kanska siga popputum – dámi, so at øll kundu vera við, bæði høgur og lágur, soleiðis sum nevnt er í brævinum omanfyri. Nr. 12 hevur eina lætta byrjan og ein hugtakandi bygnað, og hongur eftir mínum tykki væl saman sum ein heild. Serliga tann seini og sorgblíði andante-satsurin var góður heilivágur til eitt sinni í andaligari neyð, ella hví ikki til tann stressaða.
Tónleikurin hjá Mozart er jú nógv feel good-tónleikur og væl egnaður til meditatión. Mær er sagt, at kýr, sum lurta eftir Mozart, mjólka betur enn kýr, sum hoyra annan tónleik. Kundi hent seg, at spældu tú jazz fyri teimum, so vóru tær sleptar með alla, so ver varin.
Onkur vil vera við, at tær seinnu klaverkonsertirnar hjá Mozart, tær frá og við konsert nr. 18 í b-dur, eru tær tónlistarliga sæð meira áhugaverdu. Men tær eru nú heldur ikki allar so lættar at fara til, sum tær fyrru, men ikki tungar kortini, hóast tær í flestu førum eisini eru eitt sindur longri, enn tær, ið vórðu skrivaðar árini undan. Aðrir tónleikakønir vilja vera við, at tann meira háborna es-dur konsertin nr. 14 er tað besta, sum nakrantíð er skrivað fyri klaver og orkestur. Soleiðis meta tey kønu, og vit halda bara sum tey.
Og nú vit tosa um hugtakandi tónleik, hvør minnist so ikki tann sera vakra andante-satsin í konsertini nr. 21 í c-dur, eisini nevndur Elvira Madigan temaið úr filminum hjá svenska filmsleikstjóranum Bo Widerberg frá 1967 um sorgarleikin, tá ið hin undurvakra 21 ára gamla Elvira og 35 ára gamli loytnanturin Sixten Sparre, ið var bæði giftur og pápi, spældu sín forbodna kærleiksleik heilt til tann beiska enda. Í hvussu so er øll, sum einaferð hava hoyrt henda satsin.
Synd at hesin vakri tónleikurin viðhvørt verður spældur í elevatorum, handlum ella matstovum (lat tað so vera í eini fínari matstovu aftur við eini romantiskari máltíð sjálvandi og á borðinum jólaljós, sum glitra aftur í eygunum á einum forelskaðum pari).
Nú er klassiskur tónleikur ikki tað, vit lurta mest eftir í okkara strævnu tíð, men hjá honum ella henni, sum ivast í, hvussu farast skal í holt við henda tónleik, sum er um at hokna av berari fínheit, er Mozart heilt vist rætta fráfaringarhøllin. Eins og við øllum, so skal oyrað venja seg til tað nýggja. Tónleikurin hjá Mozart er, sum allur góður tónleikur, fjøltáttaður og avbjóðing, men eisini friður, eins og sagt verður um tann friðin, har onki er fyri oyrað annað enn spógvalát.
Og lat teg ikki ræða av, at tey meira framkomnu tosa um sonatuform, tema við endurtøku og variatión, romansu, rondo o.s.fr. Tú hoyrir tað sum oftast ótilvitað, tá ið tú lurtar. Vanliga eru konsertirnar í trimum satsum: ein ofta skjótur/lættur fyrsti, ein meiri seinur sorgblíður/yndisligur/grundandi annar, og ein skjótur ofta avgjørdur/loystur triði.
Tað hevur sjálvandi týdning, um tónleikurin er skrivaður í dur ella moll, og í hvørjum tónaslag, men eisini tað fangar tann uppmerksami lurtarin, um tað ger nakran mun fyri upplivingina. Tá samanum kemur er tað avgerandi, at tónleikurin hevur flog, er fjøltáttaður, viðkomandi og ikki keðiligur.
Barenboim. Eisini eitt undurbarn
Var Mozart undurbarn, so var Daniel Barenboim tað ikki minni. Hann er føddur í Argentina í 1942, og longu 10 ára gamal byrjaði hann at spæla klaver alment. Sum smádrongur hitti hann og spældi fyri kenda týska dirigentinum og komponistinum Wilhelm Furtwängler, sum beinanvegin sá, at her høvdu vit við ein úrmæling at gera. Furtwängler hevur eisini verið fyrimynd hjá Barenboim.
Síðan hann byrjaði fyrst í 1950’árunum, hevur Barenboim innspælt at siga alt tað týdningarmesta innan klavertónleik, t.d. verk eftir Mozart, Beethoven, Brahms, Schuman, Chopin, Tchaikovsky, Bartók o.fl.
Hann hevur eisini verið sera virkin og bæði spælt sjálvur og stjórnað tónleikaframførslum. Hann hevur stjórnað fleiri av kendastu orkestrunum síðan 1967, og síðan 1973 hevur hann fast stjórnað operaframførslum. Barenboim hevur eisini verið tónlistarliður leiðari hjá symfoniorkestrinum í Chicago frá 1991 til 2006 og statsoperuni Staatsoper Unter den Linden í Berlin síðan 1992.
Og Barenboim er framvegis virkin á mongum økjum.
Í vár skal hann sjálvur spæla fleiri konsertir, og hann stjórnar framførslum á Staatsoper og Philharmonie í Berlin, umframt at hann stjórnar operur eftir Verdi og Wagner á Teatro alla Scala í Milano.
Barenboim fekk týsku mentanarvirðislønina í 2009 og sama árið danska Léonie Sonnings Musikpris.
Barenboim, sum býr í Berlin, men eisini hevur búð í Ísrael, er av jødiskari ætt. Tað hevur tí vakt ans, at hann hevur tikið avgjørda støðu í stríðnum í Miðeystri og vart støðuna hjá palestinensum og funnist at ísraelsku búsetingunum í Palestina. Tað hevur hann fingið manga ákoyringina fyri. Hann ger í hvussu er ikki mun á fólki, tá ið setur tónleikarar í orkestrini, hann stjórnar. Har er tað bara dugnaskapur, ið telur.
Í 1999 stovnaði Barenboim saman við vinmanninum Edward Said, ið er arabi, kendur granskari og talsmaður fyri sak palestinanna, tað sonevnda West-Eastern Divan, ið er eitt ungdómsorkestur við ungum úr øllum londum í Miðeystri. Hesi hittast so saman til verkstovur og konsertir eina ferð um árið. Hetta vísir eisini hansara álit á, at listarligt samstarv kann føra til fatan og semju. Men tað eru eisini tey ið halda, at tónleikur og politikkur ikki hóska saman, men tað leggur Barenboim so onki í. Hann finst eisini at teimum, sum halda, at hann skuldi hildið seg til tónleik og latið politikarar um politikkin.
Hóast eg kann taka undir við politisku átøkunum – onkur vil kanska siga provokatiónunum – hjá Barenboim, so er tað tó sjálvur tónleikurin og spælið, sum er tað avgerandi. Gamaní er tónleikur eitt mál, sum øll skilja, men at geva tónleiki ein serligan politiskt frígerandi mátt, man vera at fara ov langt. Tónleikur hevur ikki somu samfelagsligu megi, sum tað politiska og átrúnaðarliga, og tað man mær kunnugt bara vera í sambandi við ungdómsuppreisturin, sosialu og mentanarligu kollveltingina í 1960’árunum, at tónleikur hevur havt ein avgjørt týðandi, men langt frá avgerandi leiklut.
Í 1967 giftist Barenboim í Jerusalem við kenda bretska cellospælaranum Jacqueline du Pré. Hon fekk staðfest sclerosu í 1973 og gavst tá at spæla. Tey vóru gift til hon doyði í 1987. Teirra hjúnalag og vinalagið við Itzhak Perlman, Zubin Mehta og Pinchas Zukerman er lýst í filminum Remembering Jacqueline du Pré (1994) eftir filmsleikstjóran Christopher Nupen. Barenboim er giftur uppaftur.
Rættilig gøla stóðst herfyri av, at Barenboim á konsertferð í Jerusalem í juli 2001 við Staatskapelle endaði eina av konsertunum við at spæla brot úr operuni Tristan und Isolde eftir Wagner. Áhoyrar sluppu at velja at vera sitandi ella fara, um teimum ikki dámdi hetta, og eini 20-30 fólk fóru. Hini vórðu sitandi og fagnaðu framførsluni. Gølan kom ikki fyrr enn dagin eftir, tá ið onkur, ið helt seg hava skyldu at verja borg, fór í miðlarnar og fekk øst almenningin upp. Barenboim vardi sína gerð og vísti til, at tíðin var farin frá, at Ísrael við at vísa til farnar hendingar kundi nokta fyri, at ávísur tónleikur varð spældur har í landinum, og at summir tónleikarar vóru bannlýstir. Hetta sømir seg ikki einum landi, sum kallar seg eitt fólkaræði.
Nú hevði alt hetta ikki so nógv við klaverkonsertirnar hjá Mozart at gera, so lat okkum gevast her.
Eg skal heldur ikki gera nakra roynd at meta um spælið hjá Barenboim ella spælistíl hansara. Hann er sum nevnt stórur tónleikari, og tey, sum hava skil fyri hesum siga, at hann hevur sjáldsama góða tónleikafatan, bæði tá talan er um verkfatan og um harmonisk eyðkenni og frábrigdi. Hann verður mettur at verða millum størstu klaverleikarar í 20. og 21. øld.
Nú hava eisini onnur enn Barenboim innspælt klaverkonsertirnar hja Mozart. So tey, ið hava hug, kunnu sjávanldi samanbera ymsar innspælingar. Eg havi sjálvur roynt tað, og tað kann vera bæði hugvekjandi og menna fatanina av tónlistarligum fjølbroytni.
Jú,tú rennur teg í so mangt, eisini slíkt sum gongur 30 ár aftur í tíðina. Fyri meg er tónleikur bestur, tá ið hann verður settur í rættan ella onkran viðkomandi ella áhugaverdan samanhang. Honum nýtist ikki bara at vera spógvalát.
Skriva viðmerking



