Archive for the ‘List’ Category
At festa hval á blað
Um eg leggi eitt pappír á vegin og bíði til ein bilur hevur koyrt eftir tí, og eg so hangi prentið upp á veggin, so er tað list. Tað keðiliga er bara, at onkur longu hevur fingið hetta hugskotið og roynt tað, so aftur hesaferð var eg ov seinur á sjóvarfallinum.
Seinnapartin í dag, leygardagin, 28. apríl, datt eg inn á gólvið í Steinprenti. Har var framsýning við myndum eftir donsku listakvinnuna Pernille Kløvedal Helweg. Eg hevði hoyrt um ætlan hennara at brúka ein hval til at gera grafiskar myndir, og eg hugsaði, hvussu í allari víðastu verð fært tú gjørt avrit av einum hvali? Nú vita vit jú, at jørðin er fløt, tá ið vit tekna kort av henni, og kortini er hon rund. Men ein hvalur er nú einaferð eitt sindur meira óskøffiligur enn jørðin, men sera skøffiligur er hann, tá ið hann svimur í sjónum. Lættur er hann ikki at lyfta, so at fara at brúka hval til prent, tað luktar av óðamannaverki. Men daman er treisk, og hon fekk enntá skilafólk at hjálpa sær, og nú er so úrslitið her.
Framsýningin í Steinprenti, og tann sum er í Norðurlandahúsinum, hevur fingið heitið HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR. Og talan er avgjørt um eina listarliga verkætlan, sum hevur eydnast og sum fær undirtøku frá fólki.
Eg fekk í hvussu er nógv burtur úr hesum myndunum, serliga tí at tær eru so dekorativar, men samstundis mana fram eitt tyssi av tonkum og hugmyndum. Nú er tað onki óvanligt í at brúka lívrunnið evni í list. Listafólk royna alt til at gerast forvitnislig. Tað hevur verið málað við bæði blóði, pissi og trekki. Eg minnist enn áhugaverdu framsýningina av uppskornum mannalíkum, Body Worlds, sum var í Experimentarium í Keypmannahavn. Tað var við eitt sindur av nøtran tú gekst runt har millum øll hesi deyðu fólkini, sum vóru gjørd til upplýsandi listaverk, kanska eitt dømi um tað tey rópa edutainment.
Í hesum myndunum hjá Pernille Kløvedal Helweg er tó onki ágangandi. Talan er meira um eina transmissión av onkrum likamligum niður á eina flatu, tekn og tekin í einum. Ja, eg hevði næstan hug at fara yvir til myndinar at vita, um tað gekk snykroykur av teimum. Ein spurningur eg gekk við var, um man kan fara so við onkrum, sum einaferð hevur verið livandi, og brúka tað til at gera myndir við? Og jú, tað kann man.
Her er tað gjørt við listarligum hegni. Kanska ein leitan aftur til nakað reint og upphavligt. Ikki hetta rokaliga, sum hjá Paul Watson og Sea Shepherd. Listakonan og tey, sum hava arbeitt saman við henni, hava lagt nógv arbeiði í verkini, og tað er eisini nakað minniligt yvir teimum. Og dýrini, tey leggja neyvan nakað í tað.
Jú, ein fín framsýning, og nú má eg eisini ganga mær inn á gólvið í Norðurlandahúsinum at síggja restina av framsýningini.
Ein bók Hvaltegn & Dyrespor (2011) er givin út í sambandi við framsýningina. Har stendur nógv áhugavert at lesa um hetta serliga slagið av grafikki, og til ber eisini at ogna sær fløgu við filmum, sum eru gjørdir av verkætlanini.
Á listaferð
Nú, eins og tað var fyrr, er vanligt at gera listaferðir til býirnar, har tey stóru listasøvnini eru. Tað er har, heimslistin verður goymd og sýnd fram. Men leygardagin fyri hvítusunnu í ár gekk listaferðin, sum Listafelag Føroya hesaferð skipaði fyri, ikki út í heim, men til Eiðis og Klaksvíkar.
Limir í felagnum vórðu bodnir at síggja nýggju listaverkstaðirnar, atelierini, hjá Sigrun Gunnarsdóttir og Edward Fuglø.
Tað vildi so til, at Sigrun dagin eftir lat upp listaframsýning í nýggja atelierinum, so vit, ið komu á vitjan, fingu høvi til at síggja nøkur av listaverkunum, sum fóru at verða sýnd fram. Hetta vóru tey flestu nýggjari verk, men myndevnið var tað sama, sum hevur eyðkent listina hjá Sigrun í hvussu er síðan umleið nakað undan 2000.
Talan er um einfaldar myndir, sum ikki avmynda, men eru frásagnir. Sigrun loyvir sær at brúka ymsar listarligar snildir at fáa sín – ikki altíð líka greiða ella einfalda – boðskap fram. Tað, sum hevur týdning, antin gott ella ónt, verður forstørrað, meðan tað lítla og viðkvæma verður gjørt lítið, so at tað stóra skal tykjast enn størri enn tað í veruleikanum er. Vit kunnu kalla hetta naiva list, har tað gerandisliga ella hugaheimurin verður viðgjørdur beinleiðis, viðhvørt í hugsaðum sjónarhorni barna, uttan intellektuella umráðing, og í einum einfaldum, sigandi myndamáli.
Sigrun spælir við symbolir, savnar mentanarligar markørar í eini mynd, og so kann hyggjarin sjálvur fortelja søguna við tí tilfari, sum er savnað í myndunum.
Tú kanst siga, at myndirnar hjá Sigrun eru átrúnaðarlig list, sum kann tykjast eitt sindur gamaldags, men ongantíð tað slagið av list, sum kemur í námind av flottum, men onkisigandi, eintýddum átrúnaðarligum glansbíløtum.
Myndirnar eru heldur eitt viðkomandi korrektiv til tað alt meir sekulariseraðu popp- og glamourmentanina, sum tykist hava hægsta valør í undirhaldi og átrúnaði í hesum døgum.
Hvat leggja vit so dent á í dag? Kanska í meira lagi á tað, sum brúkarasamfelagið leggur omaná okkum, og tann óneyðugi skundur, sum hetta hevur við sær, skulu vit fáa ráð at brúka. Fyri ikki um at tala øll tey mongu tiltøkini, sum skipað verður fyri, bæði almenn og privat, og sum skulu stýra okkara kollektiva lívshátti. Onnur rák eru professionalisering og individualisering, eyðmerkt øðrumegin av teirri hissini rationellu (les irrationellu) støðutakanini og hinumegin dyrkanini av succes og tí nýggja, sum verður burturoldað, áðrenn tað fær tíð at festast, sum Marx og Engels tóku til í Manifestinum. Við hesum er ikki sagt, at alt nýtt er av tí ónda.
Ommurnar í myndunum hjá Sigrun hava valt tann góða lutin. Tær halda seg kúrrar og bíða eftir tí, ið koma skal, men vit ivast, um tann óásýniligi lykilin fer at halda til at lata upp (reyðu) hurðina til tað ókenda, sum tó fyri ommuni er so púra kent. Hetta eru hurðar, sum ganga aftur í fleiri av myndunum, og sum eru millum tað, sum er hesumegin, og tað, sum er hinumegin, tað sum er innanfyri ella uttanfyri, hvar vit so halda tað vera.
Myndirnar hjá Sigrun eru áhugaverdar við øllum sínum meira og minni eyðsýniligu tilsipingum. Har er sum nevnt lykilin, sum steingir og letur upp, krossurin, sum kann merkja frelsa ella grøv, tann evarslítli tolni og tigandi fuglurin, sum kanska skal ímynda sálina ella er okkara fylgja, har er bíblian, sum skal umboða vissuna, har eru egg, einglar, smáar blómur og lítla reivabarnið, sum eygleiðir sín verndareingil. Har eru tigandi gerandisligar hetjur, og har er innibyrgda vónin. Tað er nakað av fjallaprædiku í myndunum hjá Sigrun. Fólkið er salt jarðarinnar. Men saltið kann eisini missa kraft sína, og onkuntíð tíbetur.
Tann, sum gevur sær stundir at hyggja eftir myndunum hjá Sigrun, varnast eisini skjótt, at hon brúkar nógv tunna netið við sekskantaðum meskum í myndunum. Tað kann vera trupult at lesa meiningina inn í hetta myndevnið, men talan kann sjálvandi vera um eitt trygdarnet ella eitt vanligt stik. Netið kann eisini lesast sum mynd av internetinum. Vit leita øll eftir frælsi á netinum, men samstundis vilja vit øll vera íbundin…
Eva Furseth nevnir hetta í bókini um Sigrun Gunnarsdóttir (Listasavn Føroya 2007). Hon nevndir eisini, at Sigrun sipar til Søguna um eina mammu eftir H. C. Andersen, tá ið hon í málninginum Kummiut (2006), frá eini syndarligari hending í Grønlandi, málar tvey leys eygu undir kajakkini, sum førir deyða barnið í deyðaríkið. Mamman í ævintýrinum vildi sum kunnugt lata alt, eisini eyguni, kundi hon bara fáa deyða barnið aftur. Við sínum blandaða myndamáli kann hendan myndin eins og aðrar tulkast ymist.
Furseth sigur víðari: “Eyðkennið fyri listarliga arbeiðið Sigrunar eru veruligu søgurnar undir hvørjum myndevni, ið viðhvørt er so persónligt, at hyggjarin ikki kann fata tað við bara at hyggja at myndunum.” (s. 95)
Sigrun er uttan iva ávirkað av øðrum hjá H.C. Andersen. Man hon ikki eisini hava lisið ævintýrið Paradisets Have, har Paradisets Fee tekur kongasonin, sum hevur alt, men leitar eftir paradísinum, við sær inni í slottið, har vindeyguni eru myndir úr paradísi, ella sum tað t.d. stendur: “Og han saae gjennem en anden Rude, og der var Jakobs Drøm, hvor Stigen gik lige ind i Himlen, og Englene med store Vinger svævede op og ned. Ja, Alt hvad der var skeet i denne Verden levede og rørte sig i Glasruderne; saa kunstige Malerier kunde kun Tiden indbrænde.”
Tey veiku leita sær ugga í neyðini, helst hjá onkrum sum størri er. Soleiðis er eisini í myndunum hjá Sigrun. Tey hava brúk fyri onkrum slagi av vernd. Summi halda, og kanska serliga tey, sum siga, at tað skal vera ‘rúm fyri øllum’, at nøkur eiga ikki at sleppa við í yvirlitið í § 266b yvir tey, sum ikki mugu “trues, forhånes eller nedværdiges” grundað á rasu v.m.
Ja, hvør hevur brúk fyri vernd í dag? Kanska tey í Palestina? Tey í Afrika? Landskassin? Føroyska stavraðið?
Tað stendur annars í bløðunum, at ST hevur lýst 2010 av verða lívfrøðiligt margfeldisár og í tí sambandi er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, av landsstýrinum kosin verji fyri drunnhvítanum, og Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, verji fyri súluni.
Eg veit ikki um børnini, nú tey øll hava fingið fartelefon, hava brúk fyri vernd longur. Tey kunnu jú bara ringja, um tey hava brúk fyri hjálp ella vilja hava onkran at koyra seg. Eisini hetta hevur Sigrun fingið við í tær seinastu myndirnar hjá sær, men løgið nokk er óttin har framvegis. Tí hvør veit, um tað verður tað góða ella ónda, sum fer at vinna?
Myndir frá útferðini liggja annars á míni Facebook-síðu.
Skriva viðmerking


