Um meg

erh_m1Eri leiðari á Føroya Landsbókasavni. Har havi eg arbeitt í nógv ár tilsamans. Bøkur eru eitt av mínum megináhugamálum. Sama er við tónleiki og list.

Mær dámar eisini væl at ganga túrar og taka myndir við mínum nú nakað gamaldags talgilda fototóli. Havi stóran áhuga fyri mentanarspurningum, samskifti og sosialum miðlum. Eg lesi nógvar ævisøgur. Tað er nakað sum er komið við gamalsaldrinum. Arbeiddi til fyri stuttum í Landsbankanum.

Umframt omanfyri nevndu ítriv leggi eg stóran dent á at eta gott (og sunt), vera positivur og drekka (eitt sindur av) whisky.

Follow

Get every new post delivered to your Inbox.