Nýggjársrøða í Sørvági nýggjársnátt 2010
Gott nýggjár!
Stutt fyri nýggjár sendi Sørvágs Kommuna kunningarskriv í hvørt hús í kommununi. Vágaportalurin endurgav alt kunningarskrivið og kunngjørdi, at Sørvágs kommuna blómar.
Eg og helst fleiri við mær fegnast um, at kommunan kunnar borgararnar væl, tí hetta er í hvussu er ein av treytunum fyri, at fólkaræðið virkar.
Tá eg las hetta kunningarskrivið kom mær fyri, at tað stendur hampuliga væl til í hesi kommununi, har Sørvágur jú er størsta bygdin, og at Ólavur í Beiti, sum vit vita hevur journalistiskt tev, helst hevði valt røttu yvirskriftina.
Tí tú hevur varhugan av, uttan at eg annars kenni viðurskiftini heilt neyvt, at kommunan hugsar um tey flestu viðurskiftini, sum hava týdning fyri bygdina ella kommununa, hon ger raðfestingar (sum vit sjálvandi kunnu hava ymiskar meiningar um) og roynir at skipa so fyri, at liviligt verður í bygdini, og at fólk dáma at búgva og fáa hug at seta búgv her í bygdini.
Nú hevur kommunan sjálv orðað kunningarskrivið, so tað hevði verið løgið, um nakað atfinningarsamt var at finna í skrivinum. Men sum sagt, tað sær út til at støðan í kommununi er góð.
Vit hoyra, at Sørvágs kommuna, sum ein av fáum kommunum í hesum tíðum, enntá hevur inntøkuvøkstur, sum – um hann enn er lítil – so kortini er ein vøkstur. Fjølbroytt vinnuvirksemi er í bygdini og kommununi. Flogvøllurin, skip, ið klára seg hampuliga væl (eg veit ikki, hvussu tað er við útróðrinum), kryvjivirki og landingarmiðstøð kasta øll av sær og geva arbeiðspláss og hava harumframt við sær avleitt virksemi.
Spurningurin er sjálvandi, um ikki møguleikar eisini eru ella áttu at verið fyri øðrum vinnuvirksemi í bygdini, t.d. góðsking av fiskavørum, og kanska fyri onkrum heilt nýggjum virksemi, nýggjum sløgum av ferðavinnuvirksemi o.s.fr.. Men tað verða so tey, sum duga at seta slíkt íverk, sum mugu taka sær av hesum, um so skal verða.
Tað er ein treyt fyri fólkavøkstri í bygdini, hóast tað ikki er einasta treytin, at arbeiðspláss eru lokalt eisini. Arbeiðspláss, handilsmøguleikar, góðar almennar tænastur, útbúgving, ítrótt og mentan gera, at fólk setir búgv í økinum. Eg haldi, at kommunan (nú skal hetta ikki verða nøkur verjurøða fyri sitandi kommunustýri) er væl við her, hóast okkurt sjálvandi kundi verið enn betri og eigur at verða enn betri enn nú.
Kommunan hevur eisini ans fyri økta arbeiðsloysinum og sigur seg hava sett ferð á íløguvirksemið í hesum sambandi. Hetta hevur tó við sær, at kommunuskuldin økist í komandi tíðum.
Eitt eitt sindur skemtiligt brot í kunningarskrivinum er, at nú skal kommunan til at skráseta allar kloakkir. Tá helt eg, at teir fóru dekan og langt – sleppa vit nú ikki at skíta í frið longur. Men kanska er hetta við skrásetingum bara eitt tekin um, at í dag skal nærum alt ja, hvør smálutur regulerast.
Føddur og uppvaksin í Sørvági
Eg eri so heppin at vera føddur og uppvaksin í Sørvági, hóast eg havi búð aðrastanis enn í Sørvági eitt langt áramál. Eg eri nýliga fluttur aftur til bygdina, og tað dámar mær bara væl. Sørvingar eru jú sum heild hampafólk.
At vaksa upp og ganga í skúla í Sørvági í 1950’ og 60’árunum var ein sonn lukka. Andaliga føðin var góð, og hana leveraðu m.o. DD, Leif og Skaalum, Pola og Jokata. Serliga minnist eg, tá ið Pola til ymisk høvi plagdi at lesa søguna hjá H.C. Andersen um Stóra Klávus og Lítla Klávus. Eg minnist, hvussu eg frøddist, tá ið Lítli Klávus snýtti Stóra Klávus. Tað er so líkatil, at vit halda við tí minni menta, sum vinnur á tí stóra, tað er uggi í hesum, eins og í søguni um Dávid og Goliat.
Góðan sið og atburð minnist meg at vit lærdu í sunnudagsskúlanum (vit gingu bæði hjá baptistunum og indrimisjónini), og í fríløtum lósu vit Familie Journal, og í hvussu er dreingirnir lósu eisini Kommandoserien og Battler Britton (har bretar vóru hetjur og týskarar óargadýr fyri ikki at siga tápulig bartroð ella svín, sum ikki høvdu annað uppborið enn at verða slættaðir niður við maskinbyrsu). Hetta var áðrenn tey ymsu fólkasløgini vóru farin at krevja at verða viðfarin við virðing.
Eg kann eisini nevna, at vit spældu nógv í Sørvági, tá ið eg var barn, ja, vóru úti at kalla alla tað tíðina, vit ikki vóru í skúla. Vit dugdu nógv spøl, og ofta vóru tað tær eldru genturnar (tá vóru tær ikki enn pedagogar), sum skipaðu fyri spølunum.
Komin nakað meira til árs drukku vit sport ella hawaii og ótu karamell og jaquis hjá Eli ella hjá Skelling. Vit gingu javnan í biograf og onkuntíð í dans. Annars válaðu vit út og heim eftir Niðaravegi, og trættust um, um tað nú vóru beatles ella rolling stones, sum vóru besta rockorkestrið.
Eina tíð leigaðu vit bil við plátuspælara ella kraftblokki og koyrdu yvir um vatn eftir miðvágs- og sandavágsgentum, m.a. tí at vit hildu tær vera so nógv penari enn sørvágsgenturnar. Miðvingar hildu okkum vera steinørar, tí teir hildu, at tær penastu genturnar fanst tú í Sørvági. Tað mundi nú vera so sum so, hvussu nógv kom burtur úr hesum biltúrunum.
Sum tit kunnu gita, so fekst eg ikki so nógv við ítrótt. Men vit sparkaðu nógv bólt í túninum har við hjá okkum, tá eg var smádrongur – og har vóru bæði dreingir og tilkomnir menn við í bóltspælinum. Eg minnist einaferð eg stóð í málinum, tá bólturin kemur við rúkandi ferð móti málinum, og eg kasti meg. Stórt var skuffilsi, tá ið bólturin streyk framvið og eg lá eftir við aðrari tufluni hjá Malgrim í fanginum, tí tuflan kom singlandi gjøgnum luftina saman við bóltinum. Hetta var málmansmistak við lít.
Sørvingar grenja ikki
Eitt, sum eg haldi sørvingar eiga at halda fast við, er, at teir grenja ikki. Í mínum hugaheimi hava sørvingar altíð verið framfýsnir, og teir vita hvat teir vilja hava. Umframt ítrótta-, menta- og tónleikafólk, so hava vit her í bygdini havt mætar politikarar at umboða okkum, eitt nú Haldor Hansen, Suna, Jørgin og Frank. Eg haldi, tað var Haldor Hansen, sum á sinni kom við uppskotinum at gera heingibrúgv um Vestmannasund. Tað var hildið at vera fantastarí, og mong flentu eftir hesi ætlan. Men samband hava vit so fingið undir jørð, og Vágatunnilin lat sum kunnugt upp í desember 2002
At fáa fast samband við meginøkið hevur havt stóran týdning fyri menningina í Vágoynni. Hyggja vit eftir fólkatalinum í Sørvági hesi seinastu 25 árini so vaks fólkatalið einans sløk 5% tey 5 árini frá 1985-1989. Tey næstu gott og væl 10 árini, kreppuárini, minkaði fólkatalið í Sørvági góð 12%. Í 2000 kom vend í, og er fólkatalið fram til í dag vaksið við úti við 16%. Eg skal ikki pástanda, at tað bara er Vágatunnilin, ið er orsøkin til hendan vøkstur, men hon man eiga stóran lut í honum. Eitt nú hava bygdir sum Fuglafjørður og Vestmanna ikki havt nær námindi sama vøkstur, sum Sørvágur.
Sjálvandi eigur flogvøllurin eisini sín lut í hesum fólkavøkstri.
Tað er vert at geva gætur, at fólkavøksturin hesi seinnu árini lutfalsliga er minni í teimum virknu aldursbólkunum, teimum, ið eru millum 20 og 60 ára gomul. Bara ein góður triðingur av vøkstrinum var í hesum aldursbólkinum. Vit eru vorðin fleiri í bygdini, men vit eru eisini lutfalsliga væl fleiri eldri í bygdini.
Nýggj hugskot og nýhugsan
Sørvágur liggur sum ytsta perlan í ein vestan í perlubandinum, sum røkkur til Havnar. Hetta kann gerast ein vandi fyri bygdina og kann gera sítt til, at bygdamenningin í framtíðini her ikki verður tann, sum vit kanska kundu hugsað okkum.
Henda sannroynd kann gerast ein avbjóðing fyri lokalu myndugleikarnar og fyri fólkið, sum býr her.
Tað kann koma tann tíð, tá ið útstykking, barnagarðpláss og enntá ein musikkskúli ikki er nóg mikið til at tryggja fólkavøksturin í bygdini. Hetta hava aðrar bygdir og býir í landinum longu sannað. Tá tað hendir verður brúk fyri nýhugsan og nýggjum hugskotum um, hvussu vit halda fast við menningina.
Ein vandi er, at unga fólkið ikki støðast, ella at bygdin endar sum sovistaður hjá teimum, sum arbeiða aðrastaðnis. Tað er lív í bygdini, sum er, men tað merkir eisini bygdalívið, at fólk fara ikki so nógv út longur, sum tey gjørdu fyrr.
Vit vita eisini, at náttúruna skulu vit lata fáa frið, so heldur enn at fara út, so velja vit í staðin at síggja náttúruna í sjónvarpinum.
Nú er nýggjársnátt helst ikki besta tíðspunktið at loysa framtíðar trupulleikar. Men skal eg kortini geva eitt boð, so rokni eg við, at loysunarorðini í framtíðini fyri Sørvágs bygd sum nevnt eru nýhugsan og ikki minst samstarv. Væl veit eg, at vit eru ymisk her í bygdini, men tað hevur alstóran týdning at finna okkurt, sum kann fevna tvørturum ymiskleikan og knýta okkum meira saman, tað verið seg fólk, bygdir og kommunur. Kanska áttu vit at umhugsa, eins og vit hava ítróttafeløg, at havt eitt mentafelag í bygdini ella oynni, sum samskipaði, stuðlaði og skipaði fyri mentanartiltøkum. Her hugsi eg ikki bara um ta fínu mentanina. Hví ikki hava eitt meginbókasavn í oynni, og hví ikki royna okkurt á ferðavinnuøkinum, har vit t.d. samansjóða kommunalar stovnar ella tænastur (vallir, fimleika- og musikkhøli), útbúgving og upplivingar og bjóða útlendingum við til hetta. Hetta er bara nøkur dømi.
Vit eiga at leggja dent á at viðlíkahalda og menna sosiala kapitalin, sum tað verður rópt so fínt. Ikki bara steingja okkum inni, og síggja vandar, fíggindar og kappingarneytar allastaðnis, men vera miðvís og opin bæði í sinn og skinn.
Flogvøll til dyrnar og rundkoyring
Eg veit ikki, um tað verður nakar fyrimunur fyri bygdina, at vit nú fáa flogvøll til dyrnar.
Men eg veit longu nú, at eitt høvuðsmál hjá Sørvági í framtíðini verður at fáa eina rundkoyring í bygdini. Tí tað líkist ongum, at bara miðvingar skulu hava rundkoyring.
So sørvingar, takið tykkum saman, tað er meir enn ovmikið at fara í holt við í komandi tíðum.
Og góða eydnu við tí.
Havi spýggjubakkan kláran
Ongin skal sleppa snikkaleysur at venda okkum bakið. Nakað soleiðis fert tú at hugsa, nú tað frættist, at tey ungu, sum fara at lesa uttanfyri norðurlond ikki skulu fáa somu sømdir, sum tey, ið lesa í hinum norðurlondunum. (Søgur ganga um, at ein bólkur nú verður settur í Mentamálaráðnum at kanna møguleikarnar at umskipa útbúgvingarstuðulin uttanfyri Norðurlond til lán, sum verður avskrivað, um tey lesandi arbeiða í Føroyum í 10 ár eftir loknan lestur)
Nú skal flóttafólkastreymurin úr Føroyum so beinast aftur í ein landsynning, og vit skulu flest øll aftur lesa í Danmark.
Vit minnast enn, tá ið tað var upp á móta at eggja teimum ungu at lesa aðrastaðnis enn í Danmark. Ja, tað var næstan sum um útbúgving, sum ikki var nomin í Íslandi ella øðrum landi enn Danmark, ikki gekk fyri at vera røtt útbúgving. Tað var tá altjóða- og alheimsgerð stóðu sum einastu rættir á matskránni. Ja, tú føldi teg sum andloysing, um tú ikki klappaði dúgliga, tá ið tú sást okkara politikarar tyrpast, so skjótt teir sóu ein pall, at profilera seg sum rættar up-to-date-kosmopolittar.
Ja, tað var næstan sum at stjala gás, hevði tú danskt lestrarprógv, og tú skammaðist ikki sørt at søkja starv, um tú bara hevði eitt danskt prógv at leggja við umsóknini.
Nú er so vent í holuni. Útbúgving er ikki longur lopfjøl út í heim, nú Granskingardepilin hevur víst á í eini kanning, at nærri tú ert heimlandinum, tá ið tú fert undir útbúgving, ella helst at tú lesur heima, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tú støðast og verður verandi í heimlandinum. Ja, tað er ein grov misskiljing, at tað skal vera nakar íblástur at lesa í fremmandum umhvørvi. Og kanska er tað hetta, sum ger, at retorikkurin nú er sleptur til frama fyri kontantum handilsligum hugsunarhátti.
Føroyar fara nú at tjóðra sínar ungu alvar: Antin kemur tú ella pengarnir aftur, stutt og greitt. Hetta liggur eftir øllum at døma undir yvirskiftini í bløðunum í dag: Helena vil gera lestrarstudning til lán.
Mær kemur tað meir og meir fyri sum í Fuglakvæðnum:
Eg vildi eftir nógvum gapa,
upp á tjólegg fór,
øvigur aftur á langlegg fell,
sum kálvur dettur í flór.
Tað nýggja er, at nú er tað ikki heimlongsul, ella mentanartilboð, ansingarpláss, møguleikin at sleppa á fjall, at dansa í Tórshøll, hittast í Atlantis ella at eta sushi í føroyskari matstovu, sum fær teg heimaftur. Nei, nú er eitt økonomiskt incitament komið afturat, tá ið avgerðin um at venda heimaftur skal takast. Teir drumbar, sum ikki hava fatað, at vit meina tað í álvara, at vit vilja hava teir heimaftur, skulu ikki sleppa at sova kjansin av sær. Nei, kemur tú ikki heimaftur eftir loknan lestur, fara uppkrøvini at koma dettandi í postkassan.
Eg síggi fyri mær komandi dramatiskar hendingar. Man ikki onkur yvirskiftin í Sosialinum komandi árini fara at ljóða: Ungur føroyingur noyddist vónbrotin heim. Og vit lesa um ungan væl útbúnan føroying, sum fann sær vakra brasilska unnustu, men sum ikki hevði ráð at arbeiða í Brasilia, tí hann hevði fingið stuðulslán frá Helenu (unnustan vildi ikki hoyra um Føroyar!). Farvæl-scenan í Casablanka missir allan stórleikan, samanborið við tær farvæl-scenur, ið fara at útspæla seg, tá ið ungir væl lærdir føroyingar noyðast heimaftur at gera verndarskyldu.
Og nú fer eisini at bera til at gera filmar um Interpol, sum jagstrar føroying, sum skyldar landinum lestrarstuðul, men fjalir seg onkustaðnis í útlondum.
Í Eysturtýskalandi, sum einaferð var, manglaðu teir valuta. Tá sluppu fólk við høgari útbúgving ikki av landinum, um móttakaralandið ikki vildi gjalda endurgjald fyri útbúgvingina. Verður støðan nú tann sama her hjá okkum?
Sjálvandi ger Helena rætt, at tátta í, um tað er so, at játtanin til stuðul ikki røkkur. So heldur enn at leggja kongin, so seta vit treytir við. Ætlar tú tær at royna tann luksus at lesa í øðrum londum enn serliga Danmark, so skalt tú sanniliga geva nakað aftur til heimlandið.
Men hvussu so við SU, sum eisini verður veitt teimum føroyingum, sum lesa uttanfyri norðurlond. Fer Helena at biðja teir eisini leggja ungum føroyingum somu treytir við, sum vit í Føroyum?
Tá fer hetta kanska at standa á stuðulsjáttanini frá SU: Vi gør opmærksom på, at støtten bevilges som lån, som skal tilbagebetales til den færøske landskasse, i så fald De ikke eftir afsluttet uddannelse omgående rejser hjem til Færøerne og forblir der i mindst 10 år.
Jú, eitt er retorikkur, annað er veruleiki. Tað keðiliga er bara, at veruleikin viðhvørt hevur lyndi til at gera vart við seg.
Eg sigi fyri meg. Næstu ferð okkara politikarar fara at tosa stórt, fari eg at mæla teimum til at býta út spýggjubakkar til okkum neyðars áhoyrarar. Tí nú hava vit eisini fingið vaml.
Føroyskt er megafeitt
Árni Dahl hevði eina sera áhugaverda málgrein í miðlunum mánadagin (16. nov.), og eg má siga, at eg taki undir við so at siga hvørjum einasta orði, hann skrivar.
Sjálvandi skulu vit verja føroyska málið, og hvør annar enn vit? Arbeiðið at verja og røkta málið, ja at bjarga málinum undan týning, er heiðursverk, ongin ivi um tað. Men eg má kortini siga, at í málrøkt er tað av stórum týdningi at duga sær hógv.
Tað er neyvan nakar, ið vil aftur til tað danska, soleiðis sum Árni ber framundir. Tey munnu vera fá, sum í vanligari talu heldur vilja siga foreining enn felag. Hinvegin haldi eg ikki tað ger nakað, um fólk sleppa at vera forkølað, eisini tá ið tey hava krím ella beinkrím. Og eg haldi tað vera tápuligt og ørkymlandi at skula skriva Evropa, tá ið tað er bæði lættari og rættari at siga og skriva Europa. Eisini fellur tað mær lættari at siga Jylland heldur enn Jútland, Kjøpinhavn heldur enn Keypmannahavn, hóast eg skrivi hitt seinna, Bornholm heldur enn Burgundarhólmur (tað seinna hvørki í skrivt ella talu) o.s.fr. Hetta er slíkt, sum bara skapar øsing og ger fólk í villareiði (bløðini skriva nú Europa, Evropa, europeiskur, evropeiskur, europiskur og evropiskur hvørt um annað). Hetta slagið av málrøkt ger onga nyttu, bara skaða. Og tað tænir heldur ikki menningini og varðveitingini av føroyska málinum.
Hví skal tað vera halgibrot at skriva telefax heldur enn telefaks. Tað snýr seg um at áseta ein galdandi norm (t.d. í eini rættskrivingarorðabók), og meira er ikki at siga um tað. Og álvaratos, hvønn týdning hevur tað í dag, um drongurin eitur Zakaris ella Sakaris? Ella um vit taka C-vitaminir ella fara á WC?
Eg skilji væl sorgarsøguna um donsku prestarnar, sum bronglaðu okkara navnasiðir. Men hetta var tá, og rætti mátin í dag er ikki at bera seg at á sama hátt sum donsku prestarnir, bara øvugta vegin. Nú snýr tað seg meira um at gera sum okkara løgmaður og líta frameftir og royna at fáa sum best burturúr.
Tað má staðfestast ongantíð ov skjótt, at málrøkt snýr seg ikki bara um stavir og orð, men um setningar, samrøðu og tekstir.
Málið snýr seg, sum Árni so rætt sigur, heldur ikki bara um samskifti ella kommunikatión. Mál er eisini mentan.
Eina pragmatiska málstevnu
Vit eiga at leggja okkum eftir at fremja eina pragmatiska málstevnu (tað merkir ikki at fara aftur til danskt, men heldur eitt sterkari føroyskt).
Málið er eitt stórmál, men ikki eitt stríðsmál. Tað er gott at vera stríðsfúsur, men viðhvørt er eisini skilagott at stinga fingurin í jørðina. Fyri mær sær tað út, sum um tey, ið vilja verja mál, standa algoyst frammi í gron á hvør sínari skútu og reiggja brandi, meðan ongin er at verja borðini. Latið ikki málið farast í einum bardaga um orð (og stavir), tí tað stendur ikki ov væl til hjá málinum (serliga ikki í miðlunum, har alt tykist bera til, bara tú ert smartur og funsutur).
Árni hevur ivaleyst rætt, tá ið hann sigur, at tað neyvan er eitt haldgott argument, at vit skulu slaka í krøvunum til okkara málburð og broyta staviraðið, fyri at kunna føra okkum fram í altjóðasamfelagnum. Tað kann so ongantíð verða okkara stevnumið, at tað skal kunna sigast á donskum (Joen í staðin fyri Jógvan, Dahl í staðin fyri í Dali o.tl.,) ella á enskum, nei, tað snýr seg um at tað skal kunna sigast bæði gott og væl á føroyskum. Og tá ger tað sum sagt ikki stórvegis mun, um maðurin eitur William ella Villiam ella annað hesum líkt. Eitt er málfrøði, annað er at málbera seg.
Tað er brúk fyri teimum, sum verja borg. Men skil skal vera í. Ongin (burtursæð frá pávanum í Rom) er lýtaleysur ella fullkomin. Mær er sagt, at Kristian Matras helt, at viðhvørt var farið ov langt í málrøktini. Ikki tí at tað kanska ikki var rætt, sum varð gjørt, men tí at tað var óneyðugt, og viðhvørt var rætt rættað til tað skeiva. Kristian hevði eisini ans fyri stíli og stílfrábrigdum í málinum.
Tað snýr seg um at málið er bæði lætt, livandi og rætt. Hetta tryggja vit ikki við at gera málið til eitt stríðsmál, men við geva málinum ans, rætta, vegleiða og geva út hópin av góðum tekstum, og virða málið, ikki sum ein halgi- ella fornlut, men sum eina gávu ella eitt aktiv, sum tað eitur í handilsmáli.
Tað skal verða smart (cool, megafeitt o.s.fr.) at tosa og skriva føroyskt væl.
Hin fordervaði veruleikin á palli
Í hesum døgum hevur Tjóðpallurin latið dyrnar upp til leikin Aftan á Undrið, sum Jóanes Nielsen hevur skrivað. Leikstjóri er íslendingurin Guðjón Pedersen.
Nú havi eg ikki enn sæð hendan leikin, men sum liður í eini upphiting til sýningina setti eg mær fyri at venda aftur til ein annan leik, sum Jóanes Nielsen skrivaði fyri nøkrum árum síðan. Hetta er leikurin Eitur nakað land week-end?, sum sjónleikabólkurin Gríma setti upp á vári 2001. Eyðun Johannesen leikstjórnaði. Árið eftir vann hesin leikurin Norðurlensku Dramatikaravirðislønina. Handritið til Eitur nakað land week-end? vann annars leikritakappingina, ið Leikpallur Føroya hevði skrivað út - árið fyri, leikurin varð framførdur, haldi eg tað var.
At Eitur nakað land week-end? vann virðislønir er ikki at undrast á, tí hetta er sjónleikur, sum stendur mát við tað besta. Hóast karmurin um leikin eru Føroyar, so er leikurin kortini alheimsligur. Hann snýr seg í stuttum um normalitet og identitet, um tað at verða menniskja, ikki djór, ikki dani, men føroyingur, nýtímans føroyingur í Føroyum.
Eins og í eini realitysýning (danska Robinson Ekspeditionen var at síggja í flest øllum føroyskum heimum um hetta mundið) letur Jóanes Nielsen gluggan upp til ein heim, einar Føroyar, har alt er farið í fisk.
Vit merkja týðuliga, hóast talan er um kollektivan leik, at Tóta er ein av høvuðspersónunum í leikinum, og tað er hon, sum manipulerar og eldhugað stjórnar avrættingini og æðralatingini av bóndanum. Hetta sum skal vera jólaleikurin á psykiatrisku deildini, har leikurin fer fram (Smb. One Flew Over the Cuckoo’s Nest hjá Milos Forman (1975)). Og tað er Tóta (tolir ikki høgtíðir, men er ikki kanska líka fallerað, sum hini á deildini), sum fellur í fátt, tá leikurin og symbolska faðirdrápið verður av ongum. Øll, tey á psykiatrisku deildini, føroyingar, ja allar Føroyar hava brúk fyri einum faðirdrápi, men tá alt fer av sporinum og leikurin verður av ongum, má hon bara ásanna, at hennara jól fara í fisk, eins og ein annar leikari staðfestir, at eisini sjónleikarbólkurin Sirkus Psyko er farin í fisk. Tóta fyriskipar eini test, og hon fær sjón fyri søgn. Har er ongin gongd leið.
Og vit, sum minnast aftur á hendingarnar, kunnu kanska leggja aftrat, at eisini ein onnur test, loysingin, sum annars var á skránni um hetta sama mundið og sum hevði fingið røring í, fór fyri bakka.
Eitur nakað land week-end? kann kanska síggjast sum ein eftirmeting av hesi gongd, har nærum alt var til fánýtis.
Spurningurin er, um tað ber til at vera heilur uttan at enda sum eitt beist? Hvat er so alternativið? Kanska Jesus, tí revsarin Paulus kann tað sambært Jóanesi neyvan vera. Í leikinum verður alternativið lýst sum eitt bland av tí pussiga og grova (fúla), tí djúpa og tí grunna, av álvara og gaman. Gongdin í hesum meistarliga leikinum tykist siga, at tað í síðsta enda eru vit sjálvi, einstaklingarnir, ið mugu velja og taka støðu, ja, velja okkara normalitet. Tað merkir ikki, at samstarv ikki er ein gongd leið, men í Føroyum er, sum støðan er, onki samstarv, onki mál, ongin visión, tí Saman at halda varð ei okkum givið, sum Hans Andreas Djurhuus yrkti. Og tað ger valið einfalt!
Onkur kann kanska undrast á, at Jóanes Nielsen, sum annars er vinstrasinnaður, kemur við einum so jánkasligum politiskum boðskapi í hesum leikinum. Men man hann ikki langt síðan hava slept dogmatismuni, og er farin at hugsa sjálvur, nakað, sum ikki er heilt vandaleyst. Ummælarin Høgni Djurhuus helt eisini, at politiski boðskapurin var dekan ov torskildur í hesum leikinum (Sosialurin, 30. mars 2001).
Kanska er tað úr avlopinum ella burturkastinum ella fordervinum, at vit stava, og av hesum mugu vit læra at tola tann beiska veruleikan, hóast tað kann vera ringt hjá mongum. Antin tey nú eru normalir ella ónormalir psykopatar, sum skaldið tekur til.
Í eini blaðgrein herfyri segði Jóanes Nielsen, at vit kunnu ikki útihýsa fordervinum í okkara gerandisdegi og lívi. Og tí hevur hann mist hugin at ganga í býin, síðani roykiforboðið var sett í gildi.
Hóast sjónleikur er uppliving, so minnist eg, at hesin leikurin, tá ið eg sá hann í 2001, gav afturljóð í mínum sinni. Tú fekst nakað at hugsa um, og har var nakað sum festi seg. Tú (og leikararnir) fekst ein part av sannleikanum slongdan beint í fjesið. Og so var hetta beinrakin tala, stutt og kontant. Ongin trygd varð tó veitt um bót ella bata. Men spælið var bara heilt gott, haldi eg meg minnast.
Við øllum hesum í huga eri eg spentur at síggja nýggja leikin hjá Jóanesi Nielsen.
Túnatos, ið førir til nakað stórt
Stóra undirtøkan, nýggju sosialu miðlarnir hava fingið, eitt nú MySpace, Facebook, myndasavnið Flickr ella yrkisnetverkið LinkedIn, sum flest kenna her um okkara leiðir, hevur vakt ans. Miðlagranskarar og onnur eru farin at spyrja, hví hesin økti áhugin fyri sosialu miðlunum er íkomin. Eyðsæð er sjálvandi, at kunningartøknin slóðar fyri nýggjum, men onkur skal so taka stig til at brúka tøknina til okkurt ávíst, sum í hesum førinum at stovnseta sosialar miðlar.
Ein teirra, ið hevur skrivað um hesar nýggju miðlarnar, og sum ikki púrasta er fallin fyri óvananum at generalisera og hálova, er Erik Qualman. Í bókini Socialnomics. How social media transforms the way we live and do business (Wiley, 2009) roynir hann fyrst at greiða frá, hví sosialu miðlarnir hava fingið so stóra undirtøku.
Qualman sigur, at sosialu miðlarnir hjálpa fólki undan at fáa bindilsi av allari kunningini, sum nú er tøk. Teir eru við til at skapa og varðveita meiningina í øllum kunningarmeldrinum uttan um okkum.
Hetta kann sjálvandi virka eitt sindur løgið, tí hvør meining er í øllum tí innantóma, sum ofta verður almannakunngjørt í sosialu miðlunum?
Verule
ikin er kortini, at ein týðandi háttur at skapa meining er við samrøðum. Og nú vit ikki longur hava stundir at tosa saman face-to-face, koma sosialu miðlarnir sum ein kærkomin gáva. Tað er líka stuttligt nú, sum tað altíð hevur verið, at frætta frá fólki, sum tú kennir ella onkuntíð hevur kent. Qualman vil enntá vera við, at fólk sum eru virkin í sosialu miðlunum, fáa meira av skafti – eru meira produktiv – enn onnur, sum ikki eru virkin. Túnatos er ikki burturspilt, tað man eitt nú Kringvarpið hava sannað, nú tey brúka meginpartin av senditíðini til small-talk.
Tað er hetta við meiningini sum ger, at tað er so áhugavert at vita, at ein av mínum netvinum hevur etið ræstan fisk til døgurða, at ein annar havur staðið royndina, at hann ella hon hava verið burtur og ferðast onkustaðnis, at Janus hevur lisið ta og ta bókina, at Hanus dámar serliga væl blues, men eisini noyðist at turka barnareyvar viðhvørt o.s.fr.
Eitt, sum vit kortini ikki hugsa so nógv um, er, at tá ið vit leggja upplýsingar út á sosialu miðlarnar, tað kann vera bæði persónligir upplýsingar (profilurin), myndir, meiningar og viðmerkingar, so kunna vit eisini umheimin um okkum sjálvi, okkara áhugamál, hvat okkum dámar og ikki dámar. Í yrkismáli verður tosað um, at við okkara virksemi í sosialu miðlunum skapa vit okkum ein on-line-samleika (brand), men vit avdúka samstundis eisini okkara sambond við onnur (the social graph).
Í bókini Wikinomics (2006) vístu Don Tapscott & Anthony D. Williams á, at netverkanin á netinum fór ikki bara at broyta okkara framleiðsluhættir og okkara arbeiðshættir (tá t.d. tøka talentnøgdin øktist munandi), men eisini okkara mátar at halda saman. Hetta fór at føra til heilt nýggjar hættir at samstarva (peer-to-peer).
Tað er jú royndur lutur, at gransking, vørumenning, mentaavrik, kunning og útbúgving við hesum nýggja samstarvshátti longu eru farin inn í eitt nýtt skeið. Rákið fer eisini meira og meira tann vegin, at vit vilja skapa meira sjálvi, t.d. kunning og tíðindi, heldur enn at keypa tey frá onkrum miðlastovni.
Internetið hevur gjørt, at vit fáa atgongd til eitt ótal av vørum og upplivingum, sum júst passa til okkara ‘smag’, (fragmenteringin sum Chris Anderson tosar um í bókini The Long Tail. Why the Future of Business Is Selling Less of More. (2006)). Á netinum hitta vit samsint, hvar tað skal vera, og vit eru ikki so staðbundin sum áður. Sosialu miðlarnir gera tað lætt at samskifta um alt hetta og varðveita samband við onnur. Internetið og sosialu miðlarnir stuðla eisini búskaparligum og mentanarligum effektiviteti, tí ongum nýtist longur at gera arbeiði ella granska í tí, sum onnur longu hava gjørt.
Bókin Socialnomics hjá Erik Qualman byggir á hesa sannroynd, men leggur meira dent á at lýsa krøvini til teirra, sum vilja gera vart við seg í sosialu miðlunum, sum er eitt av heitu evnunum í bókmentunum um marketing júst í hesum tíðum.
Her er tað sum handilsamboð, at sosialu miðlarnir eru áhugaverdir. Og tað kemur av tveimum.
Fyri tað fyrsta, at tað nú er samrøða (conversation) heldur enn einvegis samskifti, sum skapar álit og undirtøku. Tað er neyvan av tilvild, at stóru leititólini, sum t.d. Google, ikki eru nóg mikið longur at halda skil á allari kunningini. Vit hava eisini brúk fyri at venda okkum til verulig fólk og ikki bara brúka smartar algoritmur; til fólk, sum vit hava álit á, sum ikki hava handilslig áhugamál við tí tey siga, sum kenna viðurskiftini av egnum royndum, og sum eru skjót og meira nágrein í teirra samskifti enn eitt nú leititólini ella gomlu miðlarnir.
Í øðrum lagi er tað so, at samrøðan verður ein nýggjur og effektivur pallur at reka handil, leggja fram sjónarmið og at lýsa á. Tí úr øllum upplýsingum, sambondum og viðmerkingum í sosialu miðlunum sprettir kollektiva vitið, sum tað ber til at gangnýta í handli (at gera lýsingar meira beinraknar), til at hava eftirlit við ymsum rákum og hendingum, og til kunningar og undirhald. Og her eru vit bara við byrjanina.
Royndir í seinastuni vísa, at tað er ikki bara fíggjarkreppan, sum ger, at lýsingainntøkurar í gomlu miðlunum minka, nei, álitið á gomlu miðlarnar viknar eisini. Tað er ikki longur nóg mikið at halda seg vera best og tveita lýsingar í andlitið á fólki, tú mást lurta eftir tí, ið verður sagt í sosialu miðlunum, og sjálvur (persónar, stovnar og sum nevnt (smá)lond) hava ein profil á hesum miðlunum. Og so minnast til, at tað snýr seg ikki um, hvat eg haldi um meg sjálvan, men hvat onnur halda um meg.
Ella sum Qualman sigur: “As people increasing look to their social networks for advice and recommandations, marketers need to make certain they are part of the consideration set. To accomplish this, companies need to create great products and services rather than rely on a fancy advertising campaign to bail them out.” (s. 97)
Tað mest áhugaverda er, at tað munar og kostar lítið og onki at branda seg á sosialu miðlunum. Í sosialu miðlunum ber eisini til at fylgja við og vita, hvat onnur halda um teg ella tína vøru. Tað ber stutt sagt til at brúka sosialu miðlarnar í marknaðarføringini.
Qualman leggur tó dent á, at tað kortini ikki er so líkatil hjá virkjum at gera vart við seg í sosialu miðlunum. Tað krevur eina strategiska støðutakan. Tað er ikki bara at fara í sosialu miðlarnar, tað skulu eisini gerast tillagingar innanhýsis í virkinum. Tað verður brúk fyri innanhýsis orðaskifti, eins væl og uttanhýsis samrøðuna í sosialu miðlunum. (sí myndina).
Í hesum nýggja veruleika eiga virkini ikki at verja ella umbera seg, men syrgja fyri at fáa tingini rættað, um skeivleikar eru. Tað gevur gott umdømi. Tú mást eisini vera áhaldandi og greiður, tí livitíðin hjá kunning sigst vera minkað úr árum og døgum niður í tímar ella minuttir.
Spurningurin er so, um sosialu miðlarnir eru nakað, sum føroysk virki kunnu fáa nyttu burturúr. Hesin spurningur er ikki lættur at svara, tí tað veldst um, hvat vit ætla okkum. Føroyar hava ivaleyst ilt við at fáa nyttu av tí sonevnda ‘microrevenue’, sum tey, sum hava allan heimin sum kunda, kunnu gera sær dælt av. Men í prinsippinum hava vit júst somu møguleikar, sum øll onnur.
Helst noyðast vit tó at branda okkum á enskum, skulu fólk leggja merki til okkum. Men ongin ivi er, at vit kortini hava møguleikar, sum mugu dyrkast, t.d. tá talan er um okkara fiskavørur og ferðavinnuna.
Har nýtist okkum ikki at brúka milliónir til at keypa útlendska vegleiðing um branding, sum fyri tað mesta er sveim. Vit kundu fingið tað nógv bíligari og betri á sosialu miðlunum.
Eisini eru góðir møguleikar at hava samband úr Føroyum og við útisetar, og á tann hátt kanska at fáa fleiri at geva Føroyum gætur og venda heimaftur.
Alt hetta og meira aftrat kanst tú lesa í hesi áhugaverdu bókini hjá Qualman, sum annars vil vera við, at Obama er fyrsti amerkanski internetforsetin. Tey meira tilkomnu minnast ivaleyst, at Kennedy var fyrsti sjónvarpsforsetin.
Eitt undarligt land
Tað er eitt undarligt land vit búgva í. Politikarar skulu sjálvandi hava visiónir og villar tankar og hugsa um sínar veljarar í bygdini, samkomuni ella hvar teir nú einaferð halda til. Men politikkur og at stýra er ikki bara at brúka tað vald, tær er litið upp í hendur, men í líka stóran mun at halda avtalur. Vit hava í minsta lagi vanligar sáttmálar, sum skulu haldast, og vit hava sosialar sáttmálar, sum eru tey virðini, álitið og trygdin borgaranir hava fyri at liva trygt í einum framkomnum landi.
Tað er ikki av tilvild, at Føroyar klára seg so einastandandi væl. Ein av forkláringunum er, at vit eru partur av norðurlendska sáttmálanum, sum sigur, at øll øki so vítt gjørligt skulu hava sama vælferðarstig. Feilir eru sjálvandi gjørdir í hesum sambandi, sum byggja á eina skeiva fatan av tí, sum veruliga fer fram ella býr undir. Men stór framstig henda eisini. Vælferð og skipaði viðurskifti eru tvær síður av somu søk.
Trupulleikin í føroyskum politikki, og tí gongur tað so upp og niður, er, at politikarar ella teir, sum stýra gloyma at fyrihalda seg til vanligar og sosialar sáttmálar. Tí verður gongdin sum hon er. Vánalig stýring, ógrundaðir skattalættar í bestu tíðum, hovsa-loysnir og avgerðir, sum vit ikki megna ella ætla at halda o.s.fr.
Vánalig stýring og vánalig kós gera, at boð eru eftir almennu fakfeløgunum við jøvnum millumbili.
Nei, tað eru ikki fakfeløgini sum eiga apuna, hana eigur politiska skipanin fult og heilt.
Fyrsta stig á leiðini at koma burtur úr hurlivasanum er at staðfesta, at okkara stýri vil halda sáttmálar (og bara gera tær avtalur, sum vit ætla at halda). Annað stig er at orða, staðfesta og fremja sosialar sáttmálar. Triðja stig er at rudda út í bygnaðarligum skeivleikum (t.d. at tilfeingi verður givið burtur fyri onki), at rationalisera, effektivisera, læra og at virka fyri innovatiónum bæði alment og privat.
Kanska vit so høvdu sloppið undan eitt sindur av politiska glantrileikinum, sum ger, at virðingin fyri politisku skipanini kann liggja á einum lítlum stað. Og eisini tað er ein stórur vandi.
Eg ivist í, um tað er nøkur loysn, at mæla til nýval, sum nú verður gjørt!
‘Competition through free enterprise and open markets are at the heart of a dynamic economy, but if there is one additional lesson […], it’s that we can’t rely on competition and short-term self-interest alone to promote innovation and economic well-being. Vibrant markets rest on robust common foundations: a shared infrastructure of rules, institutions, knowledge, standards, and technologies provided by a mix of public and private sector iniative. (Don Tapscott & Anthony D. Williams í bókini Wikinomics (2006))
E-bøkur, bara ikki í Føroyum
E-bøkur eru vanligar bøkur, sum – umframt í pappírsútgávu - koma í elektroniskari ella talgildari útgávu. Tú fært tá valmøguleikan at lesa eina vanliga bók, ella at lesa bókina á telduni ella á teldubókalesara. Tað hevur tikið eitt sindur ev tíð at venja fólk at lesa e-bøkur, og forløgini hava eisini verið bangin fyri, at e-bókin ov lættliga kann gerast tøk ókeypis á netinum at taka niður.
Nú er tó broyting komin í. Bøkur í túsundatali eru nú tøkar sum e-bøkur, bæði fagrar bókmentir og yrkisbøkur (ofta sum pdf ella í øðrum formati).
Nýggju e-bókalesararnir eru snøggir og einfaldir at brúka. Teir fyrstu komu í seinnu helvt av 1990’árunum. Sony Reader kom í 2006 og nýggja snøgga og fjøltáttaða útgávan PRS-505 er nú at fáa. Amazon bjóðaði fram sín Kindle í 2007, men fyribils bara fyri tey, sum búgva í USA ella hava amerikanskt kredittkort.
Á heimasíðuni hjá Sony verður m.a. hetta sagt um e-bókalesaran:
A Reader is easy to use just like an MP3 player. Download books and quickly transfer them from your PC or Mac to your Reader using a hi-speed USB connection. You can get eBooks from the websites of leading bookstores or legally download free eBooks from selected websites. You can even borrow books online from local public libraries.
Jú lætt er at koma til e-bøkur og fáa tær (bæði til keyps og ókeypis), hóast tú kanst fílast á prísin viðhvørt.
Men í Føroyum, sum kanska eitt av fáu londunum í heiminum, ber ikki til at læna e-bøkur á bókasøvnunum. Tað er undrunarvert! Kanska er hetta liður í politikkinum at gera okkum til mest framkomna og besta land at liva í í 2015?
Ein máti at sleppa undan hesi forðing er at fáa sær t.d. dansk p-tal, og so fáa sær lánarakort til donsk bókasøvn. Men var tað ikki meiningin, at vit skuldu vera føroyingar – serstøk tjóð?
Føroyskar e-bøkur eru mær kunnugt heldur ikki at fáa enn, hóast nakrar føroyskar bøkur og tíðarrit eru talgild. Eg veit at Føroya Skúlabókagrunnur hevur arbeitt við at gera frálærutilfar teldutøkt og haldi, at teir brúka Google Book Search.
At liva lívið live
Tað er væl kent at stórar tøkniligar uppfinningar ella frambrot hava broytt heimin, okkara hátt at liva, virka og framleiða, okkara sosialu skipanir. At ein heimasíða við einum leititeigi og nøkrum litaðum bókstavum og einum navni, sum einki sigur, skal hava somu ávirkan, kann vera ilt at fata. Men at so er, eru tað summi, ið halda. Ein teirra, Jeff Jarvis, kendur ritstjóri á blogginum http://buzzmachine.com, hevur skrivað bók um hetta við heitinum What Would Google Do?
Í hesi bókini greiðir hann frá, hví Google hevur havt slíka framgongd, at tað í dag er at kalla einasta brúkta leitatólið til alt tilfarið á internetinum.
Henda framgongd kemur ikki av ongum, tí aftanfyri liggja greiðar stevnur og rák.
Jeff Jarvis leggur dent á, at Google er ikki ein portalur, men ein pallur ella netverk, har øll, stór og smá, kunnu koma til orðanna. Vanliga leititólið hjá Google goymir onki tilfar, men er ein raðfesting (indeks) av tilfari á netinum, sum onnur hava framleitt. Í Google hevur ongin framíhjárætt, tað eru heimasíðurnar, sum tey flestu velja at lata upp ella vísa til, sum koma ovast á leitilistan. So kunnu tey stóru virkini gjalda fyri at verða sædd, og tað er tað, sum Google livir av, men tey sleppa ikki (tað sigur í hvussu er grundreglan) at ávirka raðfylgjuna á leitilistanum.
Jeff Jarvis sigur, at vit sjálvandi ikki skulu gera júst tað sama, men spyr, hvat vit kunnu læra av Google.
Eitt tað fyrsta er, at Google letur fólk ella brúkaran sleppa framat, og gevur teimum ein møguleika ella rættari ein pall at finna og almannakunngera kunning (informatión), rit- og listaverk og vitan og eitt stað at savnast um áhugamál. Við Google er lætt at koma í samband við javnlíkar, og júst tí, at so nógv brúka Google, er eisini lætt at finna fólk við seráhugamálum ella fólk, sum hava verið úti fyri tí sama, sum tú, tað verið seg góðar ella minni góðar hendingar. Dømi eru um, at stór virki eru vaknað við kaldan dreym, tí at brúkarar hava skift orð á netinum og funnið út av, at tey eru ikki tey einastu, sum virkið hevur ‘snýtt’. Fólk hava tikið sær um reiggj, ella sum Jeff Jarvis málber seg: Mobs form in a flash, tey hava orðað mótmæli, og stórfyritøkur, ja heilar landastjórnir eru farnar at rista í brókunum. Tað er hetta valdið, sum netið gevur vanligum fólki, sum broytir sosialu dagsskránna.
Kanska er tað ikki fyrr enn nú, at vit fáa veruligt talu-, skrivi- og savningarfrælsi?
Eitt annað er, at nýggir marknaðir koma undan. Eitt ótal av vørum kunnu keypast, og bygdafrellið nýtist ikki longur at keypa í avmarkaða úrvalinum í handlinum yvirav, men kann fara til handils hvar tað skal vera. Hetta við nærum óavmarkaðum vøruúrvalið er tað, sum liggur í hugtakinum um langa halan, ‘the long tail’, tí nú eru hyllapláss, at búgva á fjarskotnum støðum ella avmarkaður kundaskari ongin forðing longur. Hesi viðurskifti eru væl lýst í bókini The Long Tail. Why the Future of Business Is Selling Less of More hjá Chris Anderson, sum kom út í 2006.
Mentan er ikki longur tað, sum alment góðkendir mentastovnar hava at bjóða, og hópframleiðsla (one fits all) er farin um tað besta. Eisini tíðin við Hollywood og stórfilmum er farin. Í løtuni eru tað gentan í grannahúsinum ella drongurin, sum rýmdi úr skúlanum, sum standa á heimspallunum. Reality-show eru farin av móta, tí nú er sjálvt lívið live, sum tikið verður til.
Tey fægstu hava brúk fyri millummonnum, men fara sjálvi eftir tí, tey vilja hava. Nýggi virkisfrymilin eitur ókeypis, og vitan og upplivingar verða skaptar í samstarvi og samskifti við samsint.
Síðan Google og aðrar líknandi tænastur eru komnar fram á netinum, mugu vit sanna, sum James Surowiecki í bókini The Wisdom of Crowds (2004), at fjøldin er ikki býtt longur.
Í Googleøldini er umráðandi at vera sæddur, at vera væl lýddur og at lata dygdarvøru ella –tænastu og bjóða besta prísin. Hetta er ein tíð, tá ið opinleiki er ein dygd, har vit ikki longur hava trot, men mugu læra at skapa og handfara yvirflóð av nærum øllum.
Lívið er alment, og tað sama er vinnuvirksemi. Jeff Jarvis orðar hetta soleiðis: “Living in public today is a matter of enlightened self-interest.” Tú tænir øðrum, og tænir á tann hátt tær sjálvum, tú verður lættari at finna og fært fleiri møguleikar.
Vit hava ikki longur tjóðar- ella virkisbúskap, men gávu- og egobúskap.
Jeff Jarvis roynir í bók síni at vísa á, at læran, sum framgongdin hjá Google ber boð um, kann brúkast um alt, tvs. bæði sosial, politisk, mentanarlig og vinnulig viðurskifti. Nýggja rákið rakar øll, ja, skulu vit trúgva honum, so eiga sjálvt flakavirkini at spyrja seg sjálvan: hvussu hevði Google gjørt?
Tað er eyðsæð, at skalt tú fáa fulla fyrimunin av nýggju møguleikunum á netinum, so er tað nærum ein treyt at tosa eitt av stóru málunum, helst enskt. Har gera vit 49.000 lítlan mun. Hetta talar kanska fyri, at vit eru í eini serstøðu, og at vit okkara vegna mugu hugsa øðrvísi enn Jeff Jarvis.
Nú kunnu vit altíð siga, at hann, sum er eldhugaður fyri einum máli, ofta hevur hug at gera av. Tí eru ikki dømi um, at vit við hesum nýggja hugsunarháttinum stuðla amatørismu og hedonismu (njóting, sum fremsta mál í lívinum) og sosialari líkasælu?
Jeff Jarvis heldur tvørturímóti, at netið ger fólk meira sosial, ja, at tað kann gerast til eina endurmenning av gamla samanhaldinum, sum at kalla fór heilt fyri skeytið í 70- og 80-árunum. Og hvør sigur, at tað elitera, hástóra og afturlatna er vert at varðveita? Nú er tað hinvegin góður siður at samstarva. Jú, tað eru mangir múrar rapaðir í seinastuni.
Kann vera, at hugsanin at alt skal vera ókeypis ljóðar áhugaverd, men er tað nú vist, at alt kann ella skal fíggjast við lýsingum og sponsorpeningi? Kortini eru mong dømi á netinum um, at fólk gera stórarbeiði fyri onki, ella fyri aðra løn enn reiðan pening.
Nógv av tí, sum Jeff Jarvis førir fram sum nakað nýtt, eitt nú at seta kundan í miðdepilin, er gamal sannleiki. Munurin er bara, at í útleggingini hjá Jeff Jarvis er hetta at seta kundan í miðdepilin ikki eitt val (sølutaktikkur), men eitt víðfevnt krav, sum tað ikki kemst uttanum.
Kann vera, at Jeff Jarvis hevur eina ov avgjørda turkatrúgv, at vitan (kanska heldur kunning) loysir allar trupulleikar, at Palleba nú veruliga hevur tikið valdið. Bara tað ikki endar sum hjá Jeppe í seingini hjá baróninum.
Og helst man tað fara at ganga rúm tíð, áðrenn vit fara at downloada fiskafløk.
Tíðirnar eru broyttar, so langt kunnu vit geva Jeff Jarvis viðhald.
Leave a Comment
Leave a Comment
Leave a Comment